Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 238 - 8. desember 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Mær dámar væl í London og í Chelsea, men mítt spæl tykist ikki at rigga her Andrey Shevchenko, Chelsea Kyndil-StÍF: Dysturin um seinasta plássið Tað tykist eingin ivi vera um, at tað verða Stjørnan, Neistin og VB, sum fara við teimum trimum ov­astu plássunum í grund­spælinum í Sunset- kapp­ingini. Hinvegin er spurningurin um fjórða sessin í endaspælinum púrasta opin. StÍF hevur her fyrimunin, tí tær í Vági vunnu ein sera óvæntaðan sigur. Kyndil megnaði hin vegin ein óvæntaðan javnleik móti Neistanum, og so hava liðini bæði ein javnleik í fyrra innan hýsis dystinum. Tí stendur og fellur spurn­ingurin um eitt enda­ spæl í ovaru ella niðaru hálvu við dystinum í Havn sunnudagin. --- KÍF-VÍF: Vest­ menningar í Kollafirði Fyri fyrstu ferð eiga koll­firðingar veruligan heimavøll, tá teir taka móti VÍF. Ein uppgerð, sum tey nógvu seinnu árini hevur verið spæld í Vestmanna. Hvørt fyrimunurin av heima­ vølli so er nóg mikið at nerta góðu hagtølini, sum vestmenningar hava móti KÍF, er ein annar spurningur. Seinastu umførini hava liðini í øllum førum togað hvør sín veg. VÍF sum kanska mest upplagdi FM-favoritturin í løtuni, meðan KÍF púrasta tykist hava mist ondina. Stríðsviljanum plagar hinvegin ikki at bila nakað, tá KÍF spælir móti grannunum fyri norð­an, og tí kann talan væl gerast um eina sera lívliga uppgerð. Sigurin á H71 var kanska startskotið hjá Kyndli, sum nú er farið at líkjast sær sjálvum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur verið eitt soltið heyst hjá meistarunum úr Kyndli. Meistaraspælið hevur fyri tað mesta verið langt burturi, og eitt skifti var liðið púra einsamalt í botninum av stigatalvuni. Seinastu umførini er tó vend komin í. Móti hinum báðum liðunum í niðaru hálvu – H71 og KÍF – hevur talan verið um tryggar sigrar, og tað ber kanska boð um, at verulig ferð nú er komið á liðið. Ikki minst man tað hita fleiri av grønu hjørtunum, at Høgni Klein nú er komin aftur til landið, og kemur hann fyri seg, er einki at ivast í, at Kyndil verður stórur biti – eisini hjá teimum, sum í løtuni standa seg best á stigatalvuni. Fyrsta ábendingin um hetta kann koma sunnudagin, tá Kyndil tekur móti StÍF. StÍF hevur higar til staðið seg sera væl, men skulu teir framvegis halda seg í odd inum, tá endaspælið fer ígongd, er neyðugt við sigri á Kyndli. Strandingar hava tó verið darvaðir av, at ov nógvar byrður hava ligið á Finni Hansson – ikki minst, tá skaðar hava rakt stóran part av bak-ketuni annars. Hjá Kyndli hevur saknurin í Høgna verið stórur, men í aðrar mátar tykist liðið væl mannað. Og so er spurningurin, hvørt heildin fæst at rigga, áðrenn týðandi dystirnir í endaspælinum verða blástir ígongd. Kyndil-StÍF: Teir grønu vilja ígongd Tað eru tey bæði í løtuni sterkastu liðini, sum fara á vøllin, tá VB tekur móti Neistanum sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við hvør sínum sigri á Stjørn­ uni eru bæði VB og Neistin í toppformi. Sunnudagin skulu tey stríðast um tað, sum alt meira líkist odd asessinum í grundspælinum, og tó at hesin í sjálvum sær ikki gevur tað heilt stóra, so leggja liðini stóran dent á at vinna. – Sum skipanin er, so kann ein sigur í grundspælinum ikki brúkast til tað stóra. Men fyri moralin og sjálvs­ álitið hevur hetta sera stóran týdning fyri okkum, sigur Egil Steintórsson, sum í vetur venur VB-kvinnurnar. Hóast nakað av útskifting hevur verið í hópinum, so hava úrslitini hjá VB higar til verið góð, og Egil heldur, at hetta kunnu tey avgjørt byggja víðari á. – Vit taptu móti Neistanum og StÍF tíðliga í vetur, men síðani hevur gingið støðugt framá. Eg veit væl, at liðið er viðbrekið fyri skaðum, men soleiðis vil tað altíð vera, sigur Egil. Sunnudagin er VB-liðið tó ikki skert. Egil sigur, at hóast onkrir smærri snudd ir eru, so eru allar á liðnum tøkar. Og eisini hjá Neistanum er sjálvsálitið í toppi. Ikki minst tykist sigurin á Stjørnuni týskvøldið at hava lyft liðið, og tær siga seg vera til reiðar at fara eftir øllum, nú tær skulu til Vág. Einasta ivamálið í hóp­in­ um er Nicoleta Radu Han­ sen. Hon hevur havt ein lítl­an knæskaða at dragast við, men tá vit frættu úr Neistanum hóskvøldið, varð tó roknað við, at hon verður á liðnum sunnudagin. VB-Neistin: Bæði eru í toppformi Fyrra dystin millum liðini vann Neistin trygt, men síðani tykist VB veruliga hava ment seg