hósdagur 28. desember 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 238 - 8. desember 2006 ]
Nýtt áttamannafar til Árnafjørð
Árnfirðingar eiga bert ein kappróðrarbát, nevniliga áttamannafarið,
Árnfirðing. Hesin bátur hevur fingið góð úrslit, og m.a. vann hann
fyrstu trý meistaraheitini í 1966, ’67 og ’68. Kappróðurin í Árnafirði
datt so smátt niðurfyri, men í 2005 bleiv Árnafjarðar Róðrarfelag
endurstovnað. Nú er avgerð tikin um at byggja eitt nýtt áttamannafar,
sum skal kallast Árnfirðingur. Harafturat hevur felagið tikið avgerð
um at byggja nýtt kappróðrarneyst, sum fer at kosta góðar 2 mió. kr.
Neystið verður væntandi liðugt áðrenn jól, meðan kappróðrarbáturin
skal vera liðugur til komandi kappróðrarár.
Donsku kvinnurnar
taptu sín fyrsta dyst
í EM-endaspælinum
í hondbólti hjá
kvinnum, meðan
bæði Noreg og
vertirnir úr Svøríki
fingu eina góða byran.
Heimsmeistararnir úr
Russlandi fingu eisini
ein sigur í sínum
fyrsta dysti
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
EM-kappingin í kvinnu
hondbólti bleiv skotin í
gongd í dag. Her eru 16 tær
sterkastu hondbóltstjóðirnar
í Evropa býttar upp í fýra
bólkar. Trý av okkara
grannalondum eru eisini við
í kappingini. Svøríki er við,
sum vertur av kappingini,
meðan bæði Danmark og
Noreg teljast millum av
gjørdu
favorittarnar
at
vinna kappingina. Gongdin
í fyrsta umfari var tó mis
jøvn hjá okkara granna
londum. Her eydnaðist
bæði vertunum úr Svøríki
og Noreg at vinna, meðan
Danmark tapti í einum tøtt
um dysti ímóti Fraklandi.
Ungarn fekk
góða byrjan
Í bólki A eru liðini Serbia,
Mekadonia, Ungar og Eyst
urríki, og her var Ungarn
mett sum favorittur av
flest øllum. Kvinnurnar úr
Ungarn vístu eisini í fyrsta
dystinum, hví júst tær vera
mettar at vera sterkastu lið
ið í hesum bólkinum. Tær
snøgt sagt vundu burtur
úr Eysturríki, og at enda
gjørdist talan um veruligan
stórsigur, har Ungarn vann
42-23.
Í
hinum
dystinum
møttust
Makedonia
og
Serbia. Her mundu fleiri
helst rokna við, at Seria
fór at gerast sterkari, tí
Serbia søguliga sæð er ein
sterkari hondbólstjóð enn
Makedonia. Men hesu ferð
var Makedonia sterkari.
Tær vunnu ein tepran 25-23
sigur, og við sigrinum hava
tær fingið eina sera góða
byrjan upp á kappingina.
Noreg vísti stórspæl
Í bólki B finna vit enn ein av
favorittunum til heitið sum
nýggjur
evropameistari.
Grannalandið fyri eystan,
Noregi, er nevniliga enda
í hesum bólkinum saman
við Slovenia, Týsklandi og
Póllandi, og her vera bæði
Noreg og Týskland mett
millum favorittarnar.
Bæði Noreg og Týskland
livdu eisini upp til vónir
nar, og í báðum førum
gjørdist talan um tryggar
sigrar. Noreg vann sera
sannførandi, tá tær leiktu
ímóti Slovenia. Úrslitið
gjørdist heili 43-20 til
norsku kvinnurnar, og hetta
er ikki fyrsta ferðin, at tær
vinna ein týdningarmiklan
dyst ímóti Slovenia so
nógv.
Í hinum dystinum vann
Týsklandi eisini stórsigur
ímóti Póllandi. Úrslitið
gjørdist 30-20 til Týsk
land, og harvið fingu báð
ir favorittarnir í bólki B
eina góða byrjan upp á
kappingina.
Heimsmeistarar
vunnu tepurt
Í bólki C finna vit eisini
eitt norðurland, nevniliga
Svøríki, sum var endað
í bólki saman við heims
meistarunum úr Russlandi.
Hini liðini í hesum bólk
inum
eru
Kroatia
og
Ukreina.
Russland verður av flest
øllum mett at vera allar
størsti favoritturin. Tær hava
góðar leikarar á hvørjum
plássi, og tær megnaðu
eisini at vinna sín fyrsta
dyst. Talan gjørdist tó ikki
um nakran tryggan sigur,
tá russiska bjørnin møtti
Kroatia. Úrslitið gjørdist
28-23 til Russland, sum tó
er komið væl í gongd á
hesum sinni.
Í hinum dystinum vunnu
vertirnir úr Svøríki 22-18
á Ukreina, so hetta var ein
stak góð byrjan av svensk
arum, sum ikki vera givnar
nógvar møguleikar í hesum
endaspælinum.
Danmark kiksaði
Í síðsta bólkinum finna
vit Danmark. Danmark er
altíð at meta millum størstu
favorittarnar,
og
hetta
endaspælið er ikki nakað
undantak í so máta. Frak
land, Spania og Holland eru
hini liðini, sum eru end
aði í bólki D, og í fyrsta
dystinum møttust Danmark
og Frakland.
Danmark førdi at kalla
allan vegin, men síðstu 6-7
minuttirnar leyp Frakland
frá Danmark, og at enda
vunnu fronsku kvinnurnar
tryggan 24-20 sigur.
Í
hinum
dystinum
spældu Spania og Holland,
og her var eingin slingur
í valsinum hjá spaniólum.
Tær fingu eina vánaliga
byrjan, men sum dysturin
leið var eingin ivi. Spania
var snøgt sagt nógv betra
liðið, og endaliga úrslitið
gjørdist 26-16 til Spania.
Nú eru fyrstu dystirnir
leiktir í EM-endaspælinum,
og næstan alt er, sum tað
skal vera. Russland vann,
Ungarn vann, og flest allir
av hinum favorittunum
vunnu eisini sínar dystir.
Mest sannførandi úrslitið
kom
í
dystinum
hjá
Noreg,
har
tær
snøgt
sagt hølvaðu Slovenia av.
Einasta undantakið millum
favorittarnar var Danmark,
sum snávaði í síni fyrstu
roynd. Møguleikarnir at
koma víðari eru tó enn til
staðar, men danska lands
liðið skal vísa nógv betri takt
ir, serliga í álopspartinum,
um tær skulu gera sær
nakrar vónir um at røkka
langt í ár.
EM-Hondbóltur:
Danmark snávaði – Noreg vann stórt
Lene Lund Nielsen og hinar á danska liðnum snávaðu, tá væl stríðandi Frakland streyk fram um seinastu minuttirnar av
dystinum
Mynd: Scanpix
Bólkur A:
Serbia – Makedonia
23 – 25
Ungarn – Eysturríki
42 – 23
Bólkur B:
Týskland – Póland
30 – 20
Noreg – Slovenia
43 – 20
Bólkur C:
Russland – Kroatia
27 – 22
Ukreine – Svøríki
18 – 22
Bólkur D:
Spania – Holland
26 – 16
Danmark – Frakland
20 – 24
Úrslit:
Heidi fekk bronsu
Heidi Andreasen hevur verið til svimjikapping í Suðurafrika
seinastu vikuna, og úrslitini hjá henni hava verið stak góð.
Fyrr í vikuni hevði hon vunnið silvurmerki í bæði 100 m
og 400 m frísvimjing, meðan hon hevði fingið bronsu í 100
m ryggsvimjing. Í gjár hevði hon so kvalifisera seg til sína
síðstu finalu, sum var í 50 m frísvimjing. Her megnaði Heidi
at svimja seg til enn eitt bronsumerki. Sostatt fekk føroyski
svimjarin fýra heiðursmerki í teimum fimm kappingunum,
sum hon tók lut í. Hon fekk tvey silvurmerki og tvey
bronsumerki.