hósdagur 28. desember 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 238 - 8. desember 2006 ]
ÍF-KÍF:
ÍF skal
halda odda
sessinum
ÍF skal halda fast
um góða støðuna
í meistaradeildini
hjá kvinnum, tá
KÍF kemur á vitjan.
Hjá KÍF kemur
endaspælið væl við,
tí nú fáa tær nýggjan
møguleika at røkka
heiðursmerkjum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Besta kvinnuliðið hjá
ÍF í flogbólti hevur
havt eitt sera gott kapp
ingarár higartil. Sjálvt
um kappingin hevur
verið sera jøvn, so
gjørdist ÍF vinnari av
grundspælinum, so tær
eru á odda, tá liðini
fara undir endaspælið.
Gongdin hjá ÍF hevur
eisini verið góð síðstu
dystirnar. Gaman í
blivu tær hølvaðar av
næstseinasta dyst í
grundspælinum, tá SÍ
vitjaði á Kambsdali,
men í síðsta dystinum
fingu tær veruliga upp
reisn. Tá møttu tær TB
í Trongisvági, og her
gjørdi ÍF ikki mætari
enn at vinna 3-0.
Nú ræður um hjá ÍF
at halda góðu gongdini
frá
grundspælinum,
tá tær møta einum av
botnliðunum, KÍF.
Hjá KÍF hevur eisini
gingið
rætta
vegin
síðstu dystirnar. Síðstu
tríggjar
dystirnar
hava tær vunnið ein,
meðan tveir eru taptir
eftir javnbrótara. Enda
spælið kemur væl við
hjá kollfirðingum, tí nú
eru stigini hálveraði, og
við hesum fáa tær ein
nýggjan møguleika at
leika seg fram í oddin.
Brasiliumenn til B71
Sandoyingar skulu komandi ár royna seg í Formula-
deildini, og fyrireikingarnar at styrkja um liðið eru komnar
væl áleiðis. Fyrr í vikuni boðaði felagið á heimasíðu
sínari frá, at liðið nú verður styrkt við enn tveimum
brasiliumonnum. Teir eru Flavio Lucio Silva De Santana
og Fabio Bieira, sum spæla á ávíkavist miðvøllinum og
í verjuni. Hinvegin tykist felagið missa Bergleif Sólsker
og Jákup Sørensen, sum helst gevast við fótbóltinum
fyribils.
Lítli Laudrup í Ajax
Andreas Laudrup, sonur navnframa Michael, skal nú til
Ajax at royna seg. Hollendska stórfelagið vildi enntá
eisini hava eldra beiggjan, Mads, til eitt venjingaruppihald,
men hesum hevur felag hansara, FCK í fyrsta umfari
noktað. Ikki óvæntað hava teir báðir beiggjarnir framúr
fótbóltsevni, og í Danmark eru nógv, sum seta stórt álit á
framtíðar fótbóltsmenning teirra. Sum eitt kuriosum kann
nevnast, at bæði Michael og Brian Laudrup eisini hava
spælt í hollendska felagnum.
Toppdystur verður
í meistaradeildini
hjá kvinnum í
høllini í Trongisvági
í fyrsta umfarið av
endaspælinum, har
TB tekur ímóti SÍ.
Ein sigur er krav hjá
báðum fyri at halda
fast í oddaliðunum.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nú er grundspælið komið at
enda í meistaradeildini hjá
kvinnum, og fyrsta umfar
av endaspælinum verður
á skránni í vikuskiftinum.
Her skulu øll liðini í dyst,
og ein av dystunum er
sannur toppdystur, tá TB og
SÍ, sum liggja á ávikavist
triðja og fjórða plássi, bresta
saman í Trongisvági. Tey
eru bara eitt stig aftanfyri
bæði oddaliðini, og tí er
umráðandi fyri bæði at
vinna dystin, fyri at hanga
í oddinum.
Gongdin hjá heimaliðnum
hevur ikki verið tann besta
síðstu dystirnar. Í síðsta
dystinum í grundspælinum
høvdu tær møguleika at
leggja seg á odda í deildini,
men tær máttu taka til
takkar við fyrsta tapinum á
heimavølli í ár.
Hava síðstu dystirnir verið
minni góðir hjá TB, so hava
teir verið sera góðir hjá SÍ.
Alla kappingina hevur SÍ
ligið nøkur stig aftan fyri
hini trý oddaliðini, men við
einum øgiligum endaspurti
í grundspælinum eru tær
nú bert eitt stig aftanfyri
oddaliðini, nú endaspælið
verður skotið í gongd. Síðstu
tríggir dystirnir eru endaðir
við sigri til sørvágskvinnur,
og her hava tær m.a. vunnið
á bæði TB og ÍF.
Hesi bæði liðini hava eis
ini spælt tveir dystir ímóti
hvørjum øðrum í grund
spælinum. Tann fyrsti var
í Trongisvági, har TB vann
sannførandi 3-0 sigur. Í
hinum dystinum megnaði
SÍ at vinna á heimavølli,
so higartil hava liðini verið
sera javn.
Hesin dysturin verður tó
í endaspælinum, og tá telja
stigini meir enn í grund
spælinum. Tí er umráð
andi hjá báðum at vinna,
so at tey kunnu fá eina
so góða byrjan sum møgu
ligt upp á endaspælið. So
áskoðararnir á Tvøroyri
kunnu vænta ein spennandi
dyst í Trongisvági, tá tvey
av oddaliðunum bresta sam
an leygardagin.
Fyrr í vikuni vann ÍF
tryggan sigur á Fram
í Hoyvík. Nú møtast
liðini á Kambsdali
í fyrsta umfari av
endaspælinum, og
Fram skal vísa aðrar
taktir, um teir skulu
basa ÍF
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nú er grundspælið farið
aftur um, og liðini í meist
aradeildini hjá monnum
kunnu byrja at hugsa um
endaspælið. Nú telja stigini
veuliga, og tí er umráðandi
hjá øllum at fáa eina góða
byrjan.
Longu í fyrsta umfari
verður toppdystur á skránni,
tá oddaliðið, ÍF, tekur ímóti
Fram á Kambsdali. Undan
dystinum liggur Fram á
triðja plássi, og bert trý stig
eru á muni á liðunum.
Gongdin hjá ÍF hevur
verið sera góð í ár. Longu
frá fyrsta dysti var greitt,
at ÍF ætlaði sær at enda í
oddinum í ár. Teir vunnu
fyrstu fýra dystirnar, so
taptu teir fyri Mjølnir,
men eftir hetta hava teir
vunnið allar dystirnar. Teir
gjørdust eisini vinnarar
av grundspælinum í bestu
mansdeildini.
Hjá Fram evur hinvegin
ikki gingið heilt eftir vild.
Undan
kappingini
var
nógv væntað av Fram,
og teir hava eisini partvís
livað upp til vónirnar. Teir
liggja á triðja plássi, men
gongdin kundi verið betur.
Nú er endaspælið tó byrja,
og stigini hjá feløgunum
eru hálverað, so nú hevur
Fram ein góðan møguleika
a leika seg longur fram á
stigatalvuni.
Hesa bæði liðini hava eis
ini møtt hvørjum øðrum
tvær ferðir fyrr í ár, og
í báðum førum vann ÍF
rættiliga trygt. Fyrsta dystin
vunnu teir 3-1 á Kambsdali,
meðan seinni dysturin var
fyrr í vikuni, har ÍF vann
3-0 í Hoyvíkshøllini.
Fram fær tó ein møguleika
at minka um munin up til
ÍF. Kravið er tó ein sigur
á Kambsdali, tí vinna teir
ikki, so er munurin helst
ov stórur upp til ÍF. Hjá ÍF
ræður um at vísa spælið,
sum teir hava víst síðstu
dystirnar, tí teir mugu undir
øllum umstøðum metast at
vera favorittar.
ÍF-Fram:
ÍF skal varðveita oddasessin
TB-SÍ:
Toppdystur í Trongisvági
Endaspælið hjá kvinnum byrjar um vikuskiftið. Við
byrjunarstøðuni í huga kann roknast við toppdysti mest
sum hvørt vikuskiftið. Fyrsti av hesum verður í Trongisvági