Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 238 - 8. desember 2006 ] Fleyr-SÍ: Bæði vilja nærri oddinum Fleyr og SÍ liggja bæði í botninum í meistaradeildini hjá monnum. Tí er umráðandi hjá báðum at vinna fyrsta dystin í endaspælinum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bæði Fleyr og SÍ hava havt eitt minni gott kappingarár. Tá grund­ spælið var liðugt lógu tey á ávikavist fjórða og fimta plássi, og munurin upp til ovaru liðini var rættiliga stórur. Nú byrj­ ar endaspælið, og tað vil siga, at stigini eru blivin hálverað. Hetta gevur bæði Fleyr og SÍ ein nýggjan møguleika at spæla seg in í heið­ ursmerkjastríðið, men til tess hava bæði liðini brúk fyri einum sigri leygardagin. Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir í ár, og fyrra dystin megnaðu sørvingar at vinna 3- 2 í Havn. Í dystinum í Sørvági var Fleyr tó oman á, og henda dystin vunnu havnarmenninir 3-1. So sum heild hava dystirnir í millum hesi liðini verið rættiliga javni­r. Fleyr hevur tó fing­ið betur úrtøku í grund­ spælinum, so kanska eru teir favoritar til henda dystin, men SÍ hevur tó víst gott spæl teir síðstu dystirnar, og teir hava verið nær við sigurin ímóti bæði ÍF og Mjølni, so ikki er óhugsandi, at teir enn einaferð vera nær við hesu ferð. Ferguson roknar við enskum vinnara Tey fýra ensku liðini í Champions League vunnu øll sín bólk, og tað gevur góðar vónir fyri endaúrslitinum hjá Onglandi í kappingini. Ein av teimum, sum heldur ensku liðini hava framúr møguleika, er Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United. – Hetta er fantastiskt fyri enskan fótbólti. Eg rokni við, at eitt av ensku feløgunum fer at standa ovast, og so er bara at vóna, at tað verða vit, sigur Sir Alex. Shevchenko vil úr Chelsea Bara trý mál er samlaða úrtøkan hjá Andrey Shevchenko, sum fyri 340 mió kr. kom til Chelsea undan hesum kappingarárinum. Tað hevur ljóðað, at ukrainin ikki hevur trivist serliga væl í London, og nú tykist hann til reiðar at seta kósina aftur móti Italia. – Eg havi ikki tosað við leiðsluna í Chelsea um hetta. Mær dámar væl í London og í Chelsea, men mítt spæl tykist ikki at rigga her, sigur spælarin sjálvur. Leiðslan í felagnum hevur tó avsannað, at álopsstjørnan er á veg úr felagnum. ÍF vann tryggan sigur í síðsta dystinum í grundspælinum, tá teir vitjaðu hjá Fleyr. Við sigrinum gjørdist ÍF vinnari av grundspælinum í meistaradeildini hjá monnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðsti dysturin í grund­ spælinum var á skránni í gjárkvøldið, tá ÍF vann tryggan sigur á Fleyr. ÍF hevur verið stóri vinnarin í grundspælinum. Teir hava bara tapt ein dyst, men eis­ini Mjølnir hevur víst sera gott spæl. Eftir eina heldur vánaliga byrjan fingu teir veruliga gongd á síðstu dystirnar, og teir eru ósigraðir í seinastu fimm dystunum. Nú liggur endaspælið fyri framman, og hetta gev­ ur bæði Fram, Fleyr og SÍ ein nýggjan møguleika at fanga bæði oddaliðini, tí nú er munurin á liðunum ikki tann stóri. ÍF vann tryggan sigur Síðsti dysturin í grund­spæl­ inum var á skránni í gjár, tá eitt av botliðunum, Fleyr, tók ímóti ÍF, sum hevur ligið á odda at kalla alt árið. Hesi bæði liðini hava eisini leikt ímóti hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár, og tann dystin vann ÍF 3-1. Hesa ferð var so at siga eingin slingur í valsinum hjá ÍF. Fyrstu tvey settini vunnu fuglfirðingar trygt. Fyrsta sett endaði við 25- 17 sigri til ÍF, meðan teir í øðrum setti vunnu 25- 18. Munurin á liðunum var stórur, ti ÍF var snøgt sagt betri á. Í triðja setti var tó eitt sindur javnari. Her førdi Fleyr at kalla allan vegin, men munurin var ikki stórur. Móti endanum fang­aði ÍF teir tó aftur, og fuglfirðingarnir megnaðu eisini at vinna triðja settið. Úrsltið gjørdist 25-23, og sostatt vann ÍF dystin 3-0. ÍF og Mjølnir kappast Við sigrinum á Fleyr gjørd­ ist ÍF vinnari av grund­ spælinum. Teir taptu bara ein dyst í øllum grund­ spælinum, og tann dysturin var ímóti Mjølni í Klaks­vík. Annars hava teir vunnið allar hinar dystirnar, so odda­sessurin er fult uppi­ borin hjá ÍF. Eisini Mjølnir hevur víst gott spæl í ár. Teir fingu eina heldur keðiliga byrjan uppá kappingina. Eftir fyrstu tríggjar dystirnar høvdu teir bara fingið tvey stig, men so tóku klaksvíkingarnir dik á seg. Eftir hetta hava teir vunnið allar sínar dystir, og tí liggja júst teir beint í hølunum á ÍF. Nýggjur møguleiki til hini trý Eitt av hinum trimum lið­un­um í deildini hevur tó eisini verið partur av oddastríðnum í at kalla alt ár. Fram og ÍF lógu leingi og kempaðu um fremsta plássið, men av seinastu seks dystunum tapti Fram fyra, og tí mistu teir týðandi fet í oddinum í mu til hini bæði oddaliðini. Nú eru stigini tó hálverað, og hetta gevur Fram ein nýggjan møguleika at fanga ÍF og Mjølnir. Í fyrsta dystinum í endaspælnum fáa teir ein stóran møguleika at minka um munin, tá teir skulu til Kambsdal at leika ímóti ÍF. Men Fram er ikki einasta liðið, sum fær ein nýggjan møguleika at leika seg fram í oddin. Bæði Fleyr og SÍ hava havt eitt heldur keðiligt kappingarár. Tey hava ligið í botninum í alt ár, og tá grundspælið endaði var munurin heili 10 stig frá Fleyr upp til oddaliðið, meðan SÍ var heili 12 stig aftanfyri. Nú stigini eru hálverað er munurin tó væl minni, og hetta fer helst at geva bæði Fleyr og SÍ blóð á tonna. Jøvn kapping Sjálvt um stigamunurin hev­ ur verið stórur í millum liðini, so má kappingin tó metast at hava verið sera jøvn í grundspælinum. Av teimum 20 dystunum, sum eru leiktir í bestu mans­deildini, eru bert fýra endaðir við 3-0 sigri til annað liðið, meðan bæði liðini hava vunnið minst eitt sett í øllum hinum 16 dystunum. Hetta boðar frá einum spenn­andi endaspælið, har ser­liga ÍF, men eisini Mjølnir, mugu metast at vera favoritt­ur. Hini liðini mugu í øllum førum vísa nógv betri spæl, um tey skulu hava nakran møguleika at steðga teimum báðum odda­ liðnum. Meistaradeild menn: ÍF vann grundspælið Við tryggum sigri á Fleyr vann ÍF seg upp á oddasessin, áðrenn endaspælið hjá monnum byrjar