Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 238 - 8. desember 2006 ] Klinsmann vil ikki venja USA Fyrrverandi stórspælarin hjá Týsklandi, Jügen Klinsmann, stóð seg framúr væl, tá hann í summar var venjari hjá týsku silvurvinnarunum í HM-kappingini. Ein trupulleiki hevur tó støðugt verið, at Klinsmann býr í USA, og mett varð, at hetta var ein av orsøkunum til, at hann steðgaði sum landsliðsvenjari eftir HM. Síðani hevur USA roynt at fingið væl umtókta venjaran í sín part, men hetta er tó ikki eydnast. – Eg havi tosað við fótbóltssambandið um hetta, men mítt navn er ikki longur á listanum. Eg tími ikki at fara í smálutir, men eg vil ynskja einum nýggjum amerikonskum landsliðsvenjara alt tað besta, sigur Klinsmann sjálvur. Jólakalendari hjá B71 Nú vit eru í desember mánaði, eru alt fleiri heimasíður, sum hava jólakalendara til gestir sínar. Ein teirra er heimasíðan hjá B71, www.b71-sandoy.com, sum hevur nakað av fótbóltsnostalgi at bjóða. Hvønn dag ber til at opna eina nýggja lúku, og hesar innihalda hvør sær ein part av føroyskari fótbóltssøgu. Bæði við myndum og orðum, sum onkursvegna lýsa hvør sín part av søguni. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-deildin Dagf Kl. Dystur Dómarar 10.12 14.30 Kyndil-StÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 10.12 15.00 VB-Neistin Dómarar ikki ásettir Atlantic Airways-deildin 10.12 16.00 Kyndil-StÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 10.12 16.00 KÍF-VÍF Karstin Joensen & Kristian Joensen 10.12 16.00 H71-Neistin Rúni Mohr & Ragnar Joensen Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 09.12 14.00 Mjølnir-Dráttur KÍF 09.12 15.00 TB-SÍ KÍF 10.12 16.00 ÍF-KÍF TB Meistaradeild menn 09.12 15.00 Fleyr-SÍ Fram 10.12 18.00 ÍF-Fram Mjølnir Neistin er stór­ favorittur, tá teir vitja hjá H71 í Hoyvíkshøllini. Seinast hevði Nestin tó stórar trupulleikar av hoyvíkingunum, sum helst ætla at venda keðiligu gongdini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Árið hjá Neistanum hevur verið heilt øðrvísi enn síðsta kappingarár. Tá vunnu teir bara ein dyst, men nú spæla teir við heilt frammi í oddinum, har teir í løtuni liggja á triðja plássi. Gongdin hjá Neistanum hevur eisini verið góð í ár, men síðstu dystirnar hevur kiksað eitt sindur. Av síðstu trimum dystunum hava teir bara fingið tvey stig, tí hevði ein sigur komið væl við hjá teimum ímóti hoyvíkingum. Hjá hoyvíkingum hevur ikki gingið av tí besta. Teir liggja á aftasta plássi, men hetta er nú heldur ikki so óvæntað. Hoyvíkingar hava eitt ungt lið, sum skal spælast saman, og hetta kann taka nakað av tíð. Undan dystinum ímóti Neistanum hava teir tó tapt fimm dystir á rað, og nú byrja teir skjótt at hungra eftir fleiri stigum. Neistin og H71 hava spælt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, og tann dystin megnaði Neistin at vinna. Úrslitið gjørist 33- 28, og sigurin gjørdist eisini tryggur ímóti endanum. Men mit í seinna hálvleiki førdi H71 við fýra málum, og tað var ikki fyrrenn ímóti endanum, at Neistin veruliga dró frá H71. Nú møtast tey so aftur, og eingin ivi er um, at Neistin má átaka sær rolluna, sum favorittur. Teir eru í oddinum, meðan H71 er í botninum, og ein sigur er uttan iva eitt krav hjá bláa havnarliðnum. Hinvegin hava hoyvíkingar eisini brúk fyri stigunum, tí nú er lang tíð liðin, síðani teir seinast fingu stig. Seinast megnaðu teir at leypa hvøkk á Neistan, og so er spurningurin, um ungu hoyvíkingarnir enn einaferð megna at hamla upp við Neistan. Seinast hesi møttust í meistaradeildini hjá kvinnum vann Mjølnir heldur óvæntað. Nú hevur Dráttur ikki ráð at tapa, um tær skulu halda fast í oddinum, meðan Mjølnir við einum sigri kann nærkast heiðursmerkjum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Gongdin hjá Drátti hevur verið sera góð í ár. Undan kapppingini var greitt, at stóri spælarin frá í fjør, Nina Alter, ikki fór at vera partur av liðnum í ár. Ungu leikararnir hjá liðnum hava tó fylt holið eftir Ninu væl, og tá grundspælið var liðugt lá Dráttur á øðrum plássi javnar í stigum við ÍF. Hjá Mjølni evur hinvegin ikki gingið so væl. Tær hava ligið í botninum í alt ár, og úrslitini hava ikki verið av teimum bestu. Nú eru stigini tó hálverað, og hetta gevur Mjølnir ein nýggjan møguleika at røkka longur upp eftir stigatalvuni, tí skulu tær royna at vinna dystin ímóti Drátti. Hetta er helst heldur ikki ómøguligt, tí seinast liðini hittust eydnaðist Mjølni at vinna 3-2 á Giljanesi. Tann sigurin kom eisini illa við hjá Drátti, sum hevði ligið á odda í meistaradeildini hjá kvinn­ um, um tær vunnu tann dystin. Við sigri í hesum dystinum kunnu tær leggja tapið í grundspælinum aftur um seg. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 5 - 0 - 2 170 140 30 10 2 Neistin 6 4 - 1 - 1 147 123 24 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 141 139 2 8 4 StÍF 7 1 - 1 - 5 152 185 -33 3 5 Kyndil 6 0 - 2 - 4 127 150 -23 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 8 6 - 1 - 1 237 220 17 13 2 StÍF 8 4 - 3 - 1 227 216 11 11 3 Neistin 8 5 - 0 - 3 263 236 27 10 4 Kyndil 8 3 - 0 - 5 227 225 2 6 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 205 224 -19 5 6 H71 8 1 - 1 - 6 207 245 -38 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 10 7 - 3 25 18 7 7 2 Dráttur 10 7 - 3 24 18 6 7 3 TB 10 6 - 4 22 13 9 6 4 SÍ 10 6 - 4 22 17 5 6 5 KÍF 10 2 - 8 16 24 -8 2 6 Mjølnir 10 2 - 8 8 27 -19 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 8 7 - 1 21 10 11 7 2 Mjølnir 8 6 - 2 21 12 9 6 3 Fram 8 4 - 4 14 17 -3 4 4 Fleyr 8 2 - 6 12 20 -8 2 5 SÍ 8 1 - 7 14 23 -9 1 H71-Neistin: Neistin skal halda góðu gongdini Higartil hevur Neistin verið væl betri enn H71, men hoyvíkingar geva seg altíð fult og heilt, tá granna­ uppgerðir verða spældar Mjølnir-Dráttur: Sigur er krav hjá Drátti