Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 238 - 8. desember 2006 tíðindi Leygardagin var stórt hátíðarhald í Skopun, tá nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu. Longu mánadagin var hann fullur av børnum, og í vikuni eru fleiri komin aftrat. Dagstovnur Snorri Brend Myndir: Petur Poulsen Skopun: - Hetta er ein góður barnagarður. Her er snøgt sagt alt sum vit kunnu ynskja okkum! Soleiðis tekur leiðarin, Fríða Eystberg Johannesen til, nú bygdin hevur fingið sín fyrsta dagstovn. - Og so havi eg eisini sera góð starvsfólk aftrat mær - og nógvar pedagogar, leggur hon aftrat. Hesi starvsfólkini løgdu til brots beinanvegin mána­ morgunin, tá stovnurin varð tikin í nýtslu. Mánadagin vóru tey 42 børn í tali, og í vikuni eru komin fimm børn aftrat í frítíðarskúlan. Íalt eru børnini í frítíðar­ skúlanum 9 í tali, meðan restin er í vøggustovu ella barnagarði. Hesi húsast í einari stovu fyri børnini í vøggustovuni, meðan børnini í barna­garðs­ aldri hava tvær. Rímiligt gjald Frammanundan hevur dag­ røkt verið í Skopun, men nú er altso “Barnagarðurin í Gerðinum” sum hann kall­ ast, komin ístaðin. Tá ein hevur dagrøkt gjalda foreldrini minni fyri hvørt barnið, og nú dag­ stovnurin kom hevur ein tillagað gjaldið eitt sindur. Tey hava hugt eftir, hvat tað kostar at hava børn í stovnum aðrastaðni í oynni og sammett tað við Havnina, og út frá hesum er ein so komin fram til ein rættiliga rímiligan prís fyri hvørt barnið. Í dag kostar tað soleiðis 900 kr. um mánaðin fyri eitt barn í frítíðarskúlanum, 1650 fyri barnið í vøggu­ stovuni og 1550 fyri eitt barn í barnagarðinum. - Haraftrat gevur komm­ unan eisini avsláttur fyri systkin, sigur Fríða Eyst­ berg Johannesen. Fyri fram­ tíðina Líkt er til, at ein frá kommu­nalari síðu eisini gevur børnunum og framtíðini ans. Bygdarráðið sjálvt samtykti nevniliga at veita avslátt­urin fyri systkin í dagstovninum, soleiðis at gjaldið skuldi verða so rímiligt sum gjørligt. Miðað verður eisini eftir at gera umstøð­ urnar hjá fólki at búseta seg so góðar sum tilber. Í løtuni fer nevniliga fram ein stór útstykking í bygdini. Komandi ár lækkar skattaprosentið niður í 23. Barna­frádrátturin er 3500 kr. fyri barnið. Einki at bíða við Væl av fólki úr allari Sandoynni og aðrastaðni frá vóru til móttøkuna leygardagin. Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg og Fríða Eystberg Johannesen kunnu verða fegin, nú barnagarðurin er latin upp Eisini uttanfyri er alt gjørt soleiðis at børnini skulu kunna hugna sær Bankasøga út í bankabók BANKASØGA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya Banki gevur í hesum døgum út forkunnuga bók um søguna hjá bankunum í Føroyum, Føroya Banka, sum varð stovnaður í 1906 og Sjóvinnubankanum, sum var stovnaður í 1932. Síðani 1993 hava bankarnirv verið ein banki, Føroya Banki. Tað eru Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi forstjóri bankans og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sum hava skrivað. Í sambandi við útgávu var móttøka í Tilhaldinum í Havn, sum er gamla høvuðssæti hjá Føroya Banka. Bankin flutti inn í snotuliga bygningin í Tórsgøtu longu nakrar mánaðir eftir stovnan í 1906. Vit frætta meira um bókini seinni. Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi forstjóri í Føroya Banka. Myndin er tikin í Tilhaldinum, sum varð bygt til høvuðssæti bankans í 1906 Jólamenn á Flúgvara­ bedingini leygardagin Leygardagin klokkan 16 skipa Vága Ríðingafelag og Føroya Sparikassi fyri stórum jólatiltaki niðri við Flúgvarabedingina við Sørvágsvatn. Í nøkur ár er jólaskip komið til Sørvágs, men í ár verður stóra jólatiltakið við Flúgvarabedingina. Jólamenninir búgva úti í Oyrum, og Bassi fer at sigla teir við túrbátinum, Lakeside, norð á Flúgvarabedingina. Eisini koma jólamenn ríðandi á hestbaki. Børnini fáa jólapakka, fýrverk verður at síggja, og í tjaldinum eru kaffi, te, saft og jólabollar at fáa. Sum vera man, er sangur eisini á skránni. Børn fara at syngja, og Holgar fer at syngja jólaløg eins og løg av nýútkomnu jólafløguni. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Jólamenninir í Vágoynni koma í ár av Oyrum og norð á Flúgvarabedingina