leygardagur 27. januar 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 27. januar 2001
39
38
Nr. 19 - 27. januar 2001
gult cyan magenta svart
HAVNAR
BIO
www.in.fo/havnarbio
KOMANDI FILMAR
Leygardagin 27.01.kl. 2100
Leygardagin 27.01.kl. 2300
Sunnudagin 28.01.kl. 1930
Sunnudagin 28.01.kl. 2215
Leygardagin 27.01.kl. 2000
Sunnudagin 28.01.kl. 2200
Leygardagin 27.01.kl. 2330
Sunnudagin 28.01.kl. 2000
Frumsýning
Fríggjadagin 02.02.
Frumsýning
Fríggjadagin 02.02.
VBA-fundir
Fundur fyri vaksin børn
hjá alkoholikarum/ella
ørkymlandi familjuviður-
skiftum, eru hvørt leygar-
kvøld kl. 20 og sunnudag
kl. 17 (opin fundur).
Fundirnir eru á Vaskar-
ínum, Tórsgøta 5.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Leygardagin: kl. 17-18.
Sunnudagin: kl. 11-12.
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin mánadag-mikudag
og hósdag frá kl. 9.00-
12.00 fyri foreldur at
børnum uttan ansing.
Vágs Matmøðrafelag
Dagtilhaldið í Vági er opið
týsdag og tórsdag frá kl.
15-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag kl. 10-
18.
Týsdag-fríggjadag 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagur 29.1.
kl. 10-18 Seyma fýrkantar
saman til teppir til móður
Theresufelagskapin
kl. 14-18 Kortspæl, telving
og onnur spøl. Tilm. til
døgurðan og túrin
mikudagin á tlf. 316491
Týsdagur 30.1.
kl. 10-12 Vit baka
kl. 15 Hvør kennir?
Gamlar myndir frá
myndasavninum í Hoyvík
Mikudagur 31.1.
kl. 10-13 Matgerð, Anne
Grethe Harlou
kl. 12 Døgurði. Tilm.
mánadag tlf. 316491
kl. 14 Møguleiki er at læra
seg sjavs
kl. 14.30 Úr sjón og úr
minni. Framsýning av
bókum og handritum Chr.
Matras 100 ár
Hósdagur 1.2.
kl. 10.30-11 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 14-17 Telduprát um
skanning, brenning,
printing og nýtslu av
alnótini verður á 1. hædd.
Brandur Petersen
Fríggjadagur 2.2.
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geils-gøtu 1 er opin hvønn
hósdag frá kl. 14.00 til
20.00 og annars eftir avtalu
á telefon 320197. Teldu-
post-ur lisa@lisa.fo –
heima-síða www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty
International
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiski-menn í Canada,
Svøríki, Danmark, Íslandi
og Nor-egi. Lima-gjald
200 kr. um árið. Postgiro
57894. Fø. Sparikassi
442027-8.
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Føroya Astma/Allergi-
felag
Postadressa MBF-húsið,
Ís-landsvegur 10c.
Felagið hevur Tlf./fax
311419.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 31 79 59, telefax 31
57 27.
E-mail:
ffk@post.olivant.fo
TILTØK
Epileptikarafelag
Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skriv-
stovu-tíð, men samband
við felagið fæst á tlf.
313978, Rand-fríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
MBF-skrivstovan
Íslandsvegur 10c
Tlf. 317373 · Fax 310813
e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin geran-
disdagar kl. 8.30-16.00.
Deyvafelag
Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá kl. 8.30
til kl. 15.30. Tlf. 31.7597,
skrivitlf. 31.6929 fax
31.3609 og teldupost-adr.
deaf_fo@-post.-olivant.fo
Nærvarpið LUMI
radio í Aalborg
Føroyska sendingin »v/
Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 92,2 MHZ
miðbýurin, FM 106,5
MHZ Aalborg suður, og
FM 107,4 Aalborg norður,
hvønn leygardag kl. 10.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sending-
in frá Odense Radio
hoyrist hvønn mikudag kl.
16.40, danska tíð, á FM
107,1 MHz.
Føroyska nærvarpið
í Esbjerg
Føroyska sendingin
»v/Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 93,5 MHZ
hvønn leygardag kl. 11 og
verður endursend kl. 16.
Føroysk møti í Esbjerg
Sunnudagin 28.1. kl. 15
verður møti í Zionskirkens
sognhus v/ Hilbert Dam.
Føroysk møti
Føroysk møti eru triðja
leygardag í hvørjum mán-
aði kl. 19 í hølunum hjá
Bethania kirkjuni á Dag
Hammerskjølds Gade 2.
Drekkamuður er aftaná, øll
eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið í
Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld
kl. 19 í Eliaskirkjuni á
Vesterbro Torv, Vester-
brogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5
min. at ganga frá
Hovedbanegården, 2 min.
frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28
og 550S steðga nær-
hendis. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Ras-mussen, tlf. 32
969995, ella Øssuri
Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Føroysku
gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thors-
gade 65, 2200 København
NV, eru hvønn 1. og 3.
sunnudag í mánaðinum kl.
14.00. (Kirkjan er skamt
frá Nørrebros Runddel).
Presturin er at hitta á tlf.
38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København
S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt
fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er
hvønn sunnu-morgun kl.
11. Sunnudagsskúli er
samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37,
38 steðga nærhendis.
Hirtshals
Sangmøti verður í missi-
ónshúsinum í Hirtshals
leygarkvøldið 3. feb. kl.
19.00 Luttøka við sang-
bólki úr Hirtshals. Øll eru
vælkomin.
Møtiskrá
hjá føroyska trúboðaranum
Hera Elttør.
25.1. í Aulum, 27.1. í
Bethania Herning, 30.1. í
Carmel Århus, 1.2. í
Kølkjær IM, 2.2. í
Videbæk, 5.2. í Vildbjerg,
8.2. í Øster Agger, 9.2. í
Vejrum, 11.2. í Føroyinga-
húsinum í Århus, 16-18.2.
í Sønderborg.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fund-
-ur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar-
og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga væl-
komin til hesi møti. Eftir
fundirnar bjóða vit ein
drekkamunn.
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg,
tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl.
19–22, har tú ert væl-
komin at lesa bløðini,
spæla kort og keypa tær
ein kaffimunn.
Føroyskt barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er
føroyskt barnamøti í »Fæl-
les Fælleshuset« á C. W.
Obel kollegium á Herning-
vej. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at
koma í ein kristnan fel-
ags-skap, ella ynskir tú at
hjálpa til í andaligum
arbeiði á fólkakirkjunnar
grund í Danmark, so kanst
tú ringja til: Hera Elttør,
Aulum, tlf. 97473786, Jan
Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112,
Birgir Johannesen, Køb.
tlf. 35854159 ella Torleif
Johannesen, Nes, tlf.
449024.
Føroyingafelagið
Vesturskin, Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum
nakrar ferðir um árið.
Nærri upplýsingar við at
venda sær til Sørin
Danielsen, tlf. 56147684
ella Elsebeth Reines, tlf.
55229049.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33239980
Fax: 33239234
Teldupostur:
fo.raadgivning@get2net.dk
Hjálp og vegleiðing í sosi-
alum, persónligum og
lestrarligum spurningum.
Opið er: Mána-dag, týsdag
og hósdag kl. 11.30-15.30,
mikudag kl. 14.00-18.00,
fríggjadag stongt (donsk
tíð).
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
E-mail:
ffaalborg@mail.tele.dk
Álaborg er opin soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá
17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá
22.00 til 03.00.
Álakórið venur hvønn
sunnudag kl. 18.00.
Kortkvøld er annaðhvørt
fríggjakvøld frá kl. 19.00
Føroyskur dansur er ann-
aðhvørt hóskvøld kl.
19.30.
Annars vera tiltøk, ið
verða á skránni, lýst í
Túna-tosi, sum kemur út
einaferð um mánaðin.
Føroyingar í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:http://www.nor-
den.no/foroyar
Norsk-Færøysk Lag skipar
javnan fyri tiltøkum fyri
føroyingum og fólki við
til-knýti til Føroyar.
Tiltøkini verða hildin í
Oslo, og nærri upplýsingar
um tíð og stað fáast við at
venda sær til felagið á tlf.
+4722674829.
Føroyahúsið í
Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Telefonupplýsing:
33231586
Dagliga telefonin:
33231587
Fax 33231588
E-mail addressa:
postur@faroehouse.dk
Heimasíðan:
www.faroehouse.dk
Á heimasíðuni er skráin,
smátíðindi, feløgini og
links víða um.
Kaffistovan er opin má.-
frí. kl. 14 - 19
Bókasavnið um somu tíð.
Føroyskur døgverðamatur,
fløgur, bøkur og pløgg
fáast til keyps.
Vilt tú leiga ella skipa fyri
tiltaki í húsinum, vendir tú
tær til leiðaran.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48D
8000 Århus C
Tel. 86 18 06 04
Húsið er opið mánadag til
hósdag kl. 16-18 og
fríggjakvøld kl. 21-03.
Føroysku bløðini liggja
frammi. Kaffi er ókeypis.
Flogbóltur í Fryden-
lundskúlanum fríggjadag
kl. 16-18.
Sunnudagsskúli annan-
hvønn sunnudag (líka vik-
ur) kl. 14.30.
Føroyskur barnaskúli ann-
anhvønn leygardag (ólíka
vikur) frá kl. 11-14.
TILTØK
Fjórða boð: Æra faðir tín og móðir tína.
Her er hvørki eitt tú mást ella minst til, men meira ein
stillislig áheitan á okkum um at æra foreldur okkara, at
vera góð við tey. Vit eiga at vera góð við øll menniskju,
men fyrst av øllum eiga vit at elska Gud av fullum
huga, og síðani næsta okkara, hetta eru tey stóru boðini
í lógini. Okkara nærmasti næsti er jú mamma og pápi,
sum vit eiga at elska og æra og virðismeta serliga høgt.
Bíblian brúkar nógvastaðni viðurskiftini millum for-
eldur og børn sum mynd uppá viðurskiftini millum Gud
og mannaættina, og har við eisini tað einstaka menn-
iskjað. Sum foreldrini eru góð við síni børn, soleiðis
elskar Gud eisini okkum menniskju, hvønn einstakan.
Foreldrini gera ikki mun á sínum børnum, tað ger Gud
heldur ikki. Gud er faðir okkara, vit eru børn hansara.
Jesus setir okkum javnbjóðis seg sjálvan, tá hann sigur:
Mín faðir og tykkara faðir, mín Gud og tykkara Gud.
Jesus er bróðir okkara, hann vil, at vit skulu æra Gud
sum okkara himmalska faðir, eins og hann ger, og á
sama hátt skulu vit elska og æra faðir og móðir okkara
her á jørðini.
Fátt er sum faðir, einki sum móðir, sigur orðatakið so
beinrakið. Øll foreldur vilja børnum sínum tað besta og
vilja gera alt fyri at skapa teimum eina góða framtíð.
Børnini eiga at hava virðing fyri foreldrunum, ikki bara
sum børn, men eisini sum vaksin. Tey hava givið teim-
um lívið, tey hava gjørt tað, sum tey kundu, fyri at
barnið skuldi kenna seg trygt og trívast síni barnaár.
Tey hava lagt alt tað góða niður í sini børn, sum tey
vóru ment. Tí hava tey alla æru og virðing uppiborið,
eisini tá tey vera gomul og ússalig.
Tað má vera ómetaliga ringt at missa pápa ella
mammu sum barn ella í ungum árum, sum nógv av
okkara fólki – serliga fyrr – hava verið úti fyri. Tíbetur
var altið onkur, sum kundi vera í móður stað, og sum tí
hevur alla æru uppiborið.
Sum øll hini boðini er hetta eisini við til at vísa á nøk-
ur viðurskifti í lívinum, sum eru gagnlig fyri okkum.
Tað var ikki bara galdandi í tí gamla sáttmálanum, men
verður eisini endurtikið av bæði Jesusi og Paulusi, so
vit kunnu siga, at hetta boð framvegis er galdandi fyri
okkum. Við hesum boð er eisini ein fyrijáttan um, at vit
skulu liva leingi í tí landi, sum Gud hevur givið okkum.
Lat okkum enda við sálmaversinum, sum lýsir hetta so
gott.
Boðar tú til allar tjóðir:
"Æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna,
meðan øld um øldir renna."
Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt
lív? Jesus segði: Vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.
(Matt. 19,16-17).
Sigvald Kristiansen
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI