hósdagur 28. desember 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 238 - 8. desember 2006
Samrøða
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
Ein meyra gongur á sandinum í
Sahara og leitar eftir føði. Hon er
kringsett av forvitnum vísindafólki
úr Fraklandi, sum fylgja við lítla
blettinum á heita sandinum. Tá
meyran hevur gingið 125 metrar
í 19 minuttir, finnur hon føðina
og sleipar hana sama vegin
heim aftur. Hvussu veit meyran,
hvaðani hon kom? Hvussu ber
tað til, at hon altíð finnur aftur
sítt heim? Jú, sambært fronsku
vísindafólkunum hevur heilin
hjá meyruni eina avanseraða
navigatiónsskipan, sum navigerar
eftir sokallaðum polariseraðum
strálum frá sólini. Tí finnur
meyran altíð sítt heim.
Kanska bergtekur henda søgan
ikki teg. Men hon bergtekur í
øllum førum ein mann. Og hann
eitur Richard Schwartson.
Undrast á skapanarverkið
Spurningurin um lívsins upp
runa, menningarlæruna og sann
líkindini fyri Guds eksistensi
hevur - eins og náttúruvísindi
sum heild – leingi havt áhugan
hjá Richardi. Og bøkur um slík
evni fylla allan langveggin á
stóru skrivstovu hansara í høl
unum hjá Landsapotekaranum á
Staravegnum í Havn.
Sjálvur hevur Richard eitt boð
uppá, hvaðani alheimurin stavar.
Handan allar stjørnubreytir, sól
og mána, veður og vind, fjøll,
skógir, menniskju, djór, bakteriur,
atom og kyknur, finst ein ella
annar. Eitt ella annað.
– Antin góðtaka vit nakna veru
leikan um fysiska heimin, sum
varð til eftir eina tilvildarliga
spreinging fyri 15 milliardum
árum síðani, ella góðtaka vit
setningin um eina veru handan
fysiska heimin. Eg havi valt tað
seinna. Hetta er mín logiska
og intellektuella niðurstøða, tá
eg eygleiði og lesi um hendan
ómetaliga kompliseraða og “fín
tunaða” alheimin. Handan eitt og
hvørt snið er ein sniðgevi. Og mín
pástandur er, at handan hetta stóra
listaverkið finst ein intelligensur.
Eitt skapandi gløggskygni, sigur
Richard.
Og haðani stavar hansara trúgv
á Gud. Hann undrast á menn
iskjansliga heilan. Á náttúru
lógirnar. Á lív- og alisfrøðina.
Á, at tað yvirhøvur er liviligt
hjá okkum menniskjum á hesi
planetini. Um bert ein av mongu
alheimsins náttúruskipanum svík
ur, kann mannaættin hvørva eftir
einum eygnabrái
- Jú fleiri vísindalig frambrot
koma undan kavi, jú meiri undrist
eg. Tí ganga trúgvin og vísindin
hond í hond. Og tí er eingin
andsøgn millum vísindi, vitan og
upplýsing øðrumegin og trúnna
hinumegin.
Men er skapanarverkið BARA
fantastiskt? Hvat við allari neyð
ini og líðingini? Náttúruvanlukk
unum? Er hesin heimurin ikki eins
ljótur og órættvísur, sum hann er
vakur? Og hvussu kann ein geva
Gudi æruna fyri vakurleikan,
uttan eisini at ákæra Hann fyri
alla neyðina?
- Hesum spurninginum eri eg
heilt einfalt ikki førur fyri at
svara. Tað eru altíð spurningar,
vit menniskju ikki hava nakra
frágreiðing til, og spurningurin
um heimsins líðing er ein av
teimum truplastu, viðurkennir
Richard.
Á vegginum omanfyri skrivara
borð hansara hongur ein plakat við
setninginum: “The current state
of knowledge can be summarized
thus: In the beginning there was
nothing – which exploded”. Eg
spyrji hann um uppslagið.
- Hasin setningurin avdúkar ein
trupulleika hjá einum og hvørjum
gudsavnoktara. Hann hevur nevni
liga einki svar á, hvussu alt byrj
aði. Tað er ein náttúrulóg, at einki
kemur av ongum. Alt hevur eina
orsøk. Tað má lívið eisini hava.
Tí hvussu kann “einki” blíva til
“nakað”?, spyr Richard.
Og hann vísir á, at tað krevst
eins nógv trúgv at avnokta Gud
sum at trúgva á Gud. Spurningurin
er og verður ein trúarspurningur.
- Tann, sum ikki trýr á Gud,
er eins trúgvandi sum eg. Báðir
partar hava eina meining um
eitt mál, sum vit grundleggjandi
ikki kunnu prógva. Spurningurin
um Gud krevur tí altíð trúgv,
líkamikið hvat svarið er, sigur
Richard.
Ateistisk indoktrinering
Og júst hetta er ein trupulleiki
sambært Richardi. Hann metir
nevniliga, at gudsavnoktarar og
ortodoksir neo-darwinistar mang
an seta fram síni sjónarmið sum
vísindalig fakta. Hóast vísindin
ongantíð hevur prógvað lívsins
uppruna sum tilvildarligar saman
renningar av ólívrunnum tilfari.
- Vit síggja hetta fyribrigdið
allastaðni. At hálvir sannleikar,
pástandir og trúgv mangan
verða blandað saman og sett
fram sum vísindalig ástøði, ið
skulu greina alt. Ástøðið um, at
fyrstu kyknurnar eru íkomnar
av tilvild úr ólívrunnum tilfari,
og at henda frumkykna síðan
hevur ment seg til menniskjað,
er als ikki prógvað. Men kortini
umrøða nógv hesa læru sum eitt
vísindaligt fakta. Úrslitið er, at
vit mangan sita fjøtraði í einum
neo-darwinistiskum búri, sigur
Richard.
Náttúran
avdúkar Gud
Skapanarverkið er so kompliserað, samansett og
“fíntunað”, at ein skapandi máttur má vera handan
alheimin. Í øllum førum um tú spyrt Richard
Schwartson, farmaceut. Læran um, at lívið er íkomið
av tilvild úr ólívrunnum tilfari, og at alt lív síðan hevur
ment seg av tilvild uttan nakra orsøk, er sambært
Richardi eins nógv ein trúgv, sum hansara egna trúgv
á Gud. Lesi fjórða part í greinarøð um religión og
modernaða menniskjað
Richard Schwartson.
Føddur í 1955.
Cand.pharm. frá Københavns
Universitet í 1984.
MSc. í Information Systems
frá De Montfort University í
Onglandi í 1998.
Hevur starvast sum
farmaceutur í Danmark
og Onglandi. Starvast nú
í Føroyum. Fyrrverandi
næstformaður í Siðsemi
nevndini og núverandi limur í
Granskingarráðnum.
FAKTA
Religión og modernaða menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur
religión í almenna og politiska rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast?
Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð.
Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna
kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í
Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir
til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta
er fjórði partur.