hósdagur 28. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 8. desember 2006
29
– Eg undrist á menniskjansliga heilan.
Á, at tað yvirhøvur er liviligt hjá okkum
menniskjum á hesi planetini. So valið er
greitt. Antin er upprunin til alheimin fyri 15
milliardum síðan ein tilvildarlig spreinging,
ella stendur ein skapandi máttur aftanfyri.
Eg havi valt seinna svarmøguleikan, sigur
51 ára gamli farmaceuturin, Richard
Schwartson
Mynd: Finnur Justinussen
Hann vil hava, at vísindamenn
við eini ateistiskari dagsskrá viður
kenna ivamálini í teirra tesum.
At fakfólk, sum skriva lærubøkur
til okkara fólkaskúlar, eru erlig
og viðurkenna, hvørjar tesur eru
prógvaðar, og hvørjar framvegis
eru gitingar og trúgv.
- Tá eg sum 12 ára gamal drong
ur í Klaksvíkar Skúla opnaði mína
lívfrøðibók og las, at “livet opstod
i havet”, so billaði lærubókin mær
inn, at hetta var fakta. Í staðin
skuldi staðið, at spurningurin
um lívsins uppruna framvegis er
ógreiður, men at vit hava ymisk
ástøði og gitingar, sigur Richard
Schwartson.
Hann harmast um eina eintátt
aða undirvísing um hetta evnið.
Og hann krevur, at ein alment
stuðlað lærubók í einum alment
fíggjaðum skúla eigur at vera
erlig, tá skúlabørn læra um lívsins
stóru spurningar.
- Vit skulu ikki leggja eina teori
fram sum fakta, um hon ikki er
fakta, slær Richard fast.
Upplivingin av Gudi
Eitt er grundgevingin fyri eini
fyrstu orsøk til sjálvt lívið. Eini
trúgv á nakað, sum er størri enn
vit og uttanfyri okkum. Men hevur
trúgvin á Gud nakran týdning fyri
lívið hjá Richardi?
- Eg eri trúgvandi kristin og
havi eina persónliga uppliving av
Gudi í gerandisdegnum. Hesin
Gudurin er opinberaður ígjøgnum
son sín Jesus Kristus, sum Bíblian
talar um. Hetta er tað privata,
persónliga og subjektiva aspektið
av spurninginum um Gud, sigur
Richard.
Men hvussu er hesin Gudurin
vorðin persónligur? Hví júst tann
kristni Gudurin?
- Tá kemur mín persónliga upp
living inn í myndina. Vísindin er
objektiv. Tann persónliga uppliv
ingin er subjektiv. Upplivingin av,
at hesin Gudurin gevur vón og
meining. Og hesa uppliving kann
eg ikki kjakast um ella prógva
rationelt. Trúgvin á kristindómin
kann ikki mátast og vigast. Eins
og tú heldur ikki kann máta og
viga eitt tónleikaverk hjá Mozart,
sum kortini bergtekur og fær teg at
undrast, sigur Richard.
Richard greiðir frá, at trúgv
hansara kom á ungum árum. Men
eygleiðingar hansara av alheim
inum hava síðani økt um forvitnið
og styrkt trúnna á máttin handan
alt lív.
- At trúgva á Gud er ikki at
bíta tenninar saman og blunda.
At trúgva á Gud er eitt lop, sum
víðkar sjónarringin og opnar eyg
uni fyri eini nýggjari andaligari
dimensión. Tilveran er sum ein
leykur við fleiri løgum. Eitt er tað
fysiska. Tað, sum vit kunnu sansa.
Eitt annað er tað andaliga. Tað,
sum er uttanfyri okkum sjálvi. Og
lívið gerst fátæksligt, um vit ikki
eru opin fyri hesi dimensión, sigur
Richard Schwartson at enda.