hósdagur 28. desember 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 238 - 8. desember 2006
”Vit trúgva, og tí tala vit” er fjórða bókin í
røðini ”Úr kirkju og missiónssøguni”. Jóhs.
Andr. Næs skrivaði.
Bøkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í hesi bókini fært tú søguna um fyrsta trúboðaran í
kirkjuligu vekingarsøgu Føroya, Axel Frederik Moe, sum
kom til Vágs 8. november 1904.
Tú fært upplýst, nær tann prestlærdi Axel Frederik Moe
varð settur trúðboðari, hví hann varð settur, og hvussu tað
bar til, at hann varð settur á tann hátt.
Greitt verður frá samanbrestum við aðrar hugsjónir bæði
politiskar og andligar.
Víst verður á vanakristindóm, og víst verður á, hvussu
summi taka við, og summi vísa frá sær sama gamla
gleðiboðskapin.
Tú fært innlit í, hvussu danska kirkjuliga Indre Missión
festi fót í Føroyum, og hvussu hon varð grundarlagið undir
Kirkjuligu Heimamissiónini, sum vit hava hana okkara
millum í kirkjuni í dag.
Bókin kostar 200 krónur, men enn er møguleiki at tekna
seg fyri alt verkið og fáa 20 prosent í avsláttri. Hinar
bøkurnar í raðnum eru ”Varðar á Kirkjugøtuni”, ”Í Leirum
og úr Leirum” og ”Har úti á Álakeristrøðnni”.
Vit trúgva, og
tí tala vit
Heimamissións
forlagið gevur
út tríggjar lítlar
barnabøkur
Bøkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Heimamissiónsforlagið hev
ur í jólamánaðinum givið
barnabøkur við høvuðs
heitum: Tosa við Gud. Bøk
urnar eita ávikavist Góði
Gud, Takk og Fyrigev. Hetta
eru tríggjar smáar papp
bøkur, ætlaðar sum hjálp til
foreldur at smáum børnum
at læra tey at tosa við Gud
um tað, tey møta í lívinum.
Bøkurnar kosta 25 krónur
stykki.
Tríggjar lítlar barnabøkur
Arbeiðsuppgávur:
Uppgávur, sum viðkomandi í
høvuðsheitum kann rokna við
at skula røkja, eru:
• Útstykkingar
• Nýgerð og umvæling av
vegum og kloakkum
• Havnabygging
• Útbygging og viðlíkahald av
vatnverki
• Nýgerð og umvæling av
kommunalum bygningum
• Byggimálsviðgerð
Førleikakrøv:
Søkt verður eftir verkfrøðingi/
byggifrøðingi/arkitekti sum
sjálvstøðugt kann arbeiða við
projektering og eftirliti v.m.
innan nevndu virkisøki.
Tekniarbeiði verður gjørt á
MicroStation forriti.
Starvið verður lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
fakfelag.
Umsóknir saman við prógvum
og upplýsingum um lívsroyndir
skulu vera kommununi í hendi í
seinasta lagi 10. januar 2006 kl
16.00 á adressuni
Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild
Postboks 30
530 Fuglafjørður
Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær Pætur
Joensen, býarverkfrøðing, tlf.
444006, lokal 17, e-postur:
patur@fuglafjordur.fo
Verkfrøðingur / byggifrøðingur / arkitektur
Til teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu er eitt starv sum verkfrøðingur/
byggifrøðingur/arkitektur leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Fuglafjarðar kommuna