Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 8. desember 2006 33 tíðindi Emil L. Jacobsen og Julian Johnsson geva út bókina um fótbóltsdrongin Julian Emil og Julian hava skrivað bók um, hvussu tað kennist, tá ið barnadreymurin um at gerast yrkisleikari verður veruleiki, hvussu nógv baks tað er at tryggja sær eitt pláss ovarlaga, hvussu tað er at vera partur av ”fótbóltsheiminum”. Julian hyggur aftur um seg og lýsir m.a., hvussu kappingarandi og vinalag hava tað hvørt við annað, hvussu ”hart” umhvørvið er, hvat ið krevst av einstaklingum og familjum teirra. Bókin er 200 síður gjøgnumlitað við fínum myndatilfari, sum ítróttarmyndatakarar úr Onglandi, Íslandi, Noregi og Føroyum hava tikið. Bókin kostar 296 kr. Føroyingurin úr Danmark Nýggjasta bókin hjá Jógvani Arge, Jørundur, snýr seg um danan Jørund Hundadagakong, sum tók valdið í Íslandi í 1809, og aðrar hundadagamenn, sum komu til Føroya aftan á kollveltingina í Íslandi. Bøkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Forlagið Tjarnardeild gevur í ár út bókina “Jørundur”, sum Jógvan Arge hevur skrivað. Bókin snýr seg um danan Jørund Hunda­ dagakong, sum tók valdið í Íslandi í 1809, og aðrar hundadagamenn, sum komu til Føroya aftan á kollveltingina í Íslandi. Ísland var so illa vart undir Napoleons­kríggj­ unum, at ein tilvildarligur dani í bretskum krígsfangaskapi kundi taka landið og lýsa tað leyst og frælst at vera. Bókin lýsir lívsleiðina hjá Jørundi Hundadaga­ kongi um allan knøttin - úr Danmark, um Bretland, Australia, Kyrrahavið, Ísland og Tas­ mania. Hundadagamenn í Íslandi komu eisini til Føroya. Ovastin fyri verjuliðnum hjá Jørundi, Jón Guðmundsson Effersøe, búsettist her. Hann var ættfaðir hjá øllum Effersøum í Føroyum. Saman við honum var eisini enski spekulanturin Savignac, sum mundi fingið eina próstadóttir á Sandi til konu, hóast hann var giftur heima í Bretlandi. Hugvekjandi og spennandi bók úr eini tíð, tá bæði føroyingar og íslendingar liðu neyð, tí sambandið við umheimin var mestsum avkvett og kaparar gjørdu sær dælt við at ræna allar ognir í Havn og Reykjavík. Alt hetta og nógv aftrat kann lesast í bókini “Jørundur”, sum í bókabúðunum kostar 218 krónur. Bókin er umbrotin og prentað á Føroyaprenti, sum eisini hevur gjørt permuna. Ali babba inniheldur 50 blaðgreinir, sum Høgni Mohr hevur skrivað. Soleiðis er heitið á bók, sum Høgni Mohr hevur givið út. Bókin inniheldur 50 blað­grein­ ir, sum Høgni Mohr hevur skrivað og prentað í ávíkavist Dimmalætting og Vinnuvitan tey bæði seinnu árini. Talan er í fyrsta lagi um greinarøðir, sum hava lýst makan hjá nøkrum av teim­ um, ið standa aftan fyri fleiri almennar persónar í Føroyum. Hartil eru eisini persónsmyndir av fleiri teirra, sum virka í fremstu røð í føroyskum vinnu­ lívi. Høgni Mohr er útlærdur maskinsmiður. Hann hevur HF-prógv, og las eitt skifti útflutningstøkni í Keypkannahavn. Tað er tó sum greinasmiður á føroysku bløðunum, at fólk kenna hann best, og eisini hevur hann umsett bókina, Askur og Embla, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í summar. Nýggja bókin er umbrotin og prenttilgjørd á ReproZ í Havn, og kostar hon 350 kr. í bókasølunum. rd Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir Hundadaga­ kongur undir jóla­trænum