Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 238 - 8. desember 2006 Starvslýsing      Jólaboð Nú er jólablaðið Jólaboð, sum KFUM í Havn gevur út, komið í bókabúðirnar Í jólaboðum er hópin av siðsøguligum tilfari, upprunaligar og týddar søgur og yrkingar. Vit kunnu nevna Jógv­an Ingvard Olsen er á floti við abba­ beiggj­­anum, Sigvald Kristia­n­sen er á ferð í Egyptalandi, Johs. Andr. Næs fer við okkum aftur í tíðina, tá ið farið varð undir sunnudagsskúla í Quillingsgarði í Havn. John Myllhamar hevur skrivað søguna Víngarðin um Jóanes Og óLuvu og lagnu teirra. Janus Dam Guttesen hevur teknað tekningarnar í blaðnum. Kápumyndin er av Áarvegnum í 1930’árunum. Guttorm Zachariasen hevur lagt Jólaboð til rættis. Blaðið er 80 síður og kostar 90 krónur. rd Martin Joensen hevur yrkt, teknað, málað og skrivað løg, síðan hann var um 18 ár. Nú er hann 53 ár. Hesi 35 árini er nógv fínt tilfar komið frá honsara hondum. ”Lat meg goyma teg” er eitt úrval av teimum bestu yrkingunum. Pauli Hansen hevur skrivað nótar til øll løgini og í einum lumma á bakinum er nýggj savnsfløga við teimum bestu sangunum hjá Martini Joensen. Bókin er 200 síður og gjøgnumlitað við teimum bestu skitsunum og málningunum eftir Martin Joensen. Bók og fløga kosta 330 kr Soleiðis er Útvarpsleikurin “Soleiðis er” hjá Steinbirni B. Jacobsen varð skrivaður í 2002, men kemur nústaðni út í bók. Útvarpsleikurin “Soleiðis er” fer fram í nútíðini, men nertir eisini við æviga evnið, deyðan. Ùtgávan er eitt minni um, at tað nú eru 40 ár síðani at Steinbjørn gav út sína fyrstu bók “Heimkoma”. Hann hevur sjálvur útgivið fýra bøkur við sjónleikum og útvarpsleikum, henda verður sostatt tann fimta, meðan Fanni hevur útgivið tvær bøkur. - Hóast ongir útvarpsleikir verða sendir longur, ber jú tenn sum áður væl til at lesa leikir, og tað innan sum uttan skúla gátt, sigur Steinbjørn B. Jacobsen. rd Martin Joensen kemur við savnsútgávuni “Lat meg gloyma teg”