Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 238 - 8. desember 2006 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna Leys størv Skrivstovufólk til Snarskivuna Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skrivstovufólki til Snarskivuna. Viðkomandi skal í høvuðsheitum røkja uppgávur í journalini, har elektronisk journalskipan verður nýtt. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður í 3. lønarflokki sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. desember 2006. Viðmerkið umsóknina „Skrivstovufólk til Snarskivuna“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til til Mourits M. Joensen, deildarleiðara, á tlf. 302010. Pedagogur til Býlingshúsið á Ternuryggi Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovuna Smæruna, at arbeiða 30 tímar at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum á Ternuryggi, Turiðargøta 5 A, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heidi Henriksen, stovnsleiðara, tlf. 318626. Pedagogur til Dagstovnin við Botnánna Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í frítíðarskúlanum at byrja 1. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum við Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður, í hendi í seinast lagi mikudagin 3. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Siv Joensen, stovnsleiðara, tlf. 421323. Pedagogar til Barnagarðin á Velbastað Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja ávíkavist 15. februar og 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Barnagarðinum á Velbastað, 176 Velbastaður, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Clementsen, stovnsleiðara, tlf. 218132. Pedagogur til Frítíðarskúlan í Hornabø Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 4. januar 2006 ella eftir nærri avtalu. Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007 eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Frítíðarskúlanum í Hornabø, Hornagøta 13, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 25. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann-Elisabeth Joensen, stovnsleiðara, tlf. 320891 / 214467. Pedagogur til Dagstovnin á Løgmannabreyt Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarðsstovu, at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Løgmannabreyt, Postboks 3027, 188 Hoyvík, í hendi seinasta lagi mánadagin 8. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á tlf. 319105 ella 219105. Pedagogur til Margarinfabrikkina Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Boga Andreasen, leiðara, tlf. 302010 ella 213217. Pedagogar til Býlingshúsið undir Fjalli Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja ávíkavist 1. januar og 1. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007 eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum undir Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 25. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingigerð Holm, stovnsleiðara, tlf. 318525. lýsingar