hósdagur 28. desember 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 8. desember 2006
41
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á
stjórnarskrivstovuni.
Starvið
Sum løgfrøðingur ráðgevur tú borgarstjóra, stjórn og starvsfólki, og
tú ert við til at menna mannagongdir og fyrisitingarliga førleikan í
kommununi. Í ávísan mun málsviðger tú og samskiftir við borgarar,
virkir og myndugleikar, í serligum málum, ið eru latin stjórnar-
skrivstovuni at avgreiða.
Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og
dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfak-
ligum uppgávum, ið geva tær góðar møguleika fyri fakligari og
persónligari menning.
Setanin
Sum umsøkjari mást tú hava lokið løgfrøðisligt embætisprógv. Vit
ynskja, at tú hevur viðkomandi royndir og helst innan almenna
fyrisiting. Tú mást duga væl at samskifta og samstarva bæði innan-
og uttanhýsis.
Vit seta starvið skjótast til ber og løna sambært sáttmálanum
millum BLF og FMR. Vit kunnu bjóða setan sum ráðgevi, um førleikin
og royndirnar eru til tess. Vit bjóða eisini skeið og eftirútbúgving.
Vit kunnu greiða tær meira frá starvinum, um tú ringir til Jens
Marius Poulsen, kommunustjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra,
tlf. 302010. Tú kanst eisini spyrja okkara fráfarandi løgfrøðing
Eyðbjørn Larsen.
Umsókn
Tiltalar hetta teg, so send eina umsókn saman við viðmælum og
prógvum til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi 4. januar 2007.
Tórshavnar kommuna
Løgfrøðingur
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara, fyri leiðara í farloyvi, at
arbeiða 40 tímar um vikuna til frítíðar- og virkishúsið
Margarinfabrikkina at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu.
Farloyvistíðin er frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
• møguleika fyri eftirútbúgving
Vit vænta, at tú
• hevur útbúgving sum pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemið í Margarinfabrikkini
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
• ert røkin
• ert framsøkin
• er opin fyri møguligum bygnaðarbroytingum
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Frígerð Sundsskarð, deildarleiðara,
tlf. 302010.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi mánadagin 18. desember 2006. Viðmerkið umsóknina
„Leiðari til Margarinfabrikkina“.
Tórshavnar kommuna
Leiðari til Margarinfabrikkina
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
lýsingar