Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Trøllapætur og omman spark­aðu kavin av sær, áðrenn tey fóru inn í trøllahúsið. Tey hevði verið ein frálíkur dagur við nógvum spentum og kátum børnum, jóla­ sangum, rock and roll og undirhaldi. Og lítla trøllababy hevði eisini verið til ta einu kon­sertina og sung­ ið lagið “Da-da-da.” Jú, tað var sanniliga gott at vera trøll í Før­ oyum. Og stuttligast og best var um veturin, tá ið kavin lá tjúkk ur oman ímóti bygdini og kuldin beit í kjálkamuurnar og í halan. Trøllapætur setti seg beinanvegin við eldstaðið fyri at fáa hita og høvur og kropp. Omman var skjót at seta ketilin útá, soleiðis at trøllini bæði kundu fáa okk urt heitt at drekk a. – Oy, oy, oy omma. Jóla­kalendarin! Kann eg sleppa at lata lúkuna upp nú? – Ja, vælsignaði. Vita nú hvat spennandi er at síggja. Trøllapætur potaði fingurin innundir átta­ talið lat lúkuna upp við stórum spenningi. – Kom og síggj, omma. Ein sleta, omma. Akk urat líka sum tær sum børnini skreiða við. – Sum handan er fín, Trølla­pætur. Hon hevur róður at stýra við og er næstan líka grøn sum jólatræið í bygdini. – Kann eg fáa eina so­vorðna sletu í jóla­ gávu, omma. Bara eitt sindur størri?! – Ja, nú veit eg ikk i Trølla­pætur. Omma hev­ ur ikk i so nógvar peng­ ar og eg eri bangin fyri, at rumpan hjá tær kemur at sita føst í sletuni, um tær ikk i fáast størri í handlunum. Men tú eigur framvegis sletuna sum tú fekst frá langabbanum og tað man vera gangari, ið dug­ur! Trøllapætur hugsaði um tær mongu ferðirnar hann og trøllavinirnir høvdu spælt og beistast í kavanum. Einaferð høvdu hann og omman slet­að og staðið á skíð í Jóla­manna­landi. Ta ferð­ ina hevði Erling politistur verið eftir teimum, men hann kom at standa fast­ ur í einari fjallafonn og tað stóð heilt illa til, tá ið jóla­mennirnir komu honum til hjálpar. Ja, jólamenn eru raskir at standa á skíð. Men jólamaðurin í Grøn­landi plagar ikk i at standa á skíð. Hann sletur líkasum Trøllapætur. Á jólum, tá kavi er og stjørnuklárt kann ein vera heppin at síggja jóla­mannin koma við flúgvandi ferð í sletu við reinsdjórum spentum fyri. Hetta sá Trøllapætur sjálv­ur einaferð tá ið hann var pinka­ lítil. Og veiði­mennirnir í Grøn­ landi sleta eisini! Teir lata treiskar hundar draga sletuna, tá ið teir halda avstað í kavanum og eftir ísinum. Omman kíndi blídliga Trølla­pæturi eftir heitu kjálkunum. – Fittasta trøllið mítt! Nú mugu aftur fara at finna sletu og skíðfjølina fram. Onki er sum at hilla og skreiða eftir fjøllinum í góðum kavaveðri. Tað hevur altíð dámað bæði smáum og stórum trøllum væl. Men tað er langt ímillum stórskava nú á døgum. Men næstu dagarnar fer at kava illa, so nú ræður um at hava skreiðifjøl og skíðir klárar . Í slíkum veðri nytta bilar og bussar lítið. Tað er gott fyri børn og ommum at fáa nógva fríska luft. Og so er tað eisini vakurt at hava reyðar kjálkar og hvítar flykrur í hárinum.... Trøllapætur gleddi seg longu til ímorgin. Tá skuldi hann spæla úti allan dagin. Jólamaðurin sletar líkasum Trøllapætur