Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 238 - 8. desember 2006 Leygar­dagin varð stóra jóla­træið á Vaglinum í Havn tendrað Nógv børn og foreldur, ommur og abbar, langommur og langabbar vóru at síggja í miðbýnum, tá ið djarvasti jólamaður í landinum í lesningi spakuliga og líðandi læt seg síga niður at tendra jóla­ træið. Hjálparmaðurin í kurvini á stiga­ bilinum hjá Tórshavnar Sløkki­liði strekti 32 langa stigan úr Klubba­ garðinum og upp um Tingshúsið, soleiðis at jólamaðurin kundi síga seg niður at tendra 11 m høga nordmansgranntræið. Sama góðveðrið var ikki sunnu­ dagin. Tó at veðrið var illfýsið við vindi og nógvum regni, varð jóla­ træið á Argjum, tað á Velbastað, tað í Hoyvík og jólatræið í Kald­bak tendrað. Á Hvítanesi og í Norðra­ dali var so mikið vánaligt veður, at har gjørdist einki. Men í skýmingini mánakvøldið varð so træið í Norðradali tendr­ að. Fyri býráðið ynskti Jan Christ­ iansen norðradalsfólki eini gleðilig jól og tendraði træið. Sverri Stein­ hólm, prestur, hugleiddi um jólini, og hvat, ið tey hava at týða fyri okkum. Í kvøldarkvirruni í Dalinum, við høgu hábærsligu fjøllunum: Tungu­ liðfjalli, Stiðjafjalli og Núgvuni í baksýni, spældi Harmoni­orkestrið G.H.M. nøkur væl­kend jólaløg, fyri teimum, ið møtt vóru við skúlan, har ið træið stendur. Meðan full­ mánin skein á stjørnu­klára himmal­ hválv­inum yvir Fólka­skarði, endaði hugnaløtan við felags­sangi. Tón­ leikararnir spældu »Gleðilig jól«, og børn og vaksin sungu. So varð farið inn í skúlan, har Mina og Svenning høvdu borðreitt við kaffi, kakao og jólabollum. Tórshavn Óðinshædd • SMS Klaksvík Klaksvíksvegur 57 Saltangará Heiðavegur 32 www.kall.fo Vit gravera navn títt í fartelefonina! 100 00 Kostnaður (upp til 15 stavir) Vinn ein ferðaseðil - hvønn dag á Atlantic.fo www.sansir.fo Handskar fyri parið 10,- JOHANNES ANDREASEN Marconi Sverrisgøta 9 100 Tórshavn Telefon: 357777 Fartelefon:213939 jbh@post.olivant.fo Samsung SGH-Z540 Fartelefon Nokia 6131 Fartelefon N ki 6131 Skapið framtíðina saman við okkum... í desember 2006 Finn jólagávuna á posthúsinum..... Serprentini ið avmynda føroyskan mat kosta nú 195,- kr eintakið ella 375,- kr fyri bæði Tilboð: Edward Fuglø hevur teknað og signerað Sparið 225,- kr