Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 8. desember 2006 53 Aftur í ár fer “Kórið hjá Jóhan” at hava jólakonsert í Fríð­riks­kirkjuni. Kórið, sum er eitt blandað kór við einum 35 sangarum, er í høvuðsheitum mannað við sangarum úr økinum kring Skálafjørðin Á skránni hjá kórinum verða kendir sálmar og jólasálmar. Harumframt verða “Halga nátt”, “Dýra, heilaga” og “Jesus bleibet meine Freude” at hoyra. Jórun Hansen fer at spæla undir hjá kórinum. Umframt kórsang fáa áhoyrararnir høvi at hoyra nakrar næmingar av tónleikabreytini í skúlunum í Runavík / á Toft­um. Næmingarnir á breytini sleppa gjøgnum árið at royna seg á ymsum økjum innan tónleik – eisini í klassiskum solo­sangi. Á skránni er “Panis angelicus” av Cesar Franck, “Wiegenlied” av Mozart og tvær ariur burtur úr “Messias” av Händel. Jórun spælir eisini undir hjá næmingunum á tónleika­breytini. Høvuðspartin av skránni hevur “Kórið hjá Jóhan”, sum henda sama dagin syngur til guðstænastu í kirkjuni á Skála klokkan 11 og í kirkjuni á Strondum klokkan 12:15. Konsertin í Fríðrikskirkjuni byrjar klokkan 20:00. Konsert í Fríðriks­kirkjuni GPS Plottarar, ekkólodd o.a. Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo til stuttleika- & útrórarbátin. Tel. 35 21 82 Email info@vikmar.fo Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna jólatrøini í Nólsoy og Hesti verða tendrað, Leikaløtan, Leikhúsjól, Messias og Amnesty konsert verða. Jólahugni fyri stór og smá verður í Hoyvíksgarði - og í jólasmáttunum í Miðbýnum. Kunningarstovan telefon 30 24 25 Eitt jólaligt vikuskifti www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Raðhús í Hoyvík til sølu Rein føroysk ull! Tel 42 22 70 Norðskáli Stanley Gávur Leikur Búnýti