Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2006 3 tíðindi Ikki síðani seinastu ólavsøkukonsert hevur vøllurin uttan fyri Føroya Læraraskúla verið so ljótur, sum hann var leygarmorgunin, tá onkur hevði spolað runt á vøllinum í einum lítlum reyðum Golf LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leygarkvøldið hevði onkur fingið tað sjáldsama hugskot, at taka ein bil og koyra inn á vøllin uttan fyri Føroya Læraraskúla. Eitt undarligt hugskot, men ikki nóg mikið við tí. Hesin hevði eisini spolað stóran part av vøllinum upp, soleiðis at hann í morgun var lítið vakur á at líta. Tá vit tosaðu við skúla­tæn­ aran í morgun, stóð bilurin framvegis á vøllinum. Hann hevði júst tá tosað við løg­ regl­una, sum hevði funnið útav, hvør átti henda góða bil, og løgreglan hevði eisini givið viðkomandi boð um, at fáa henda bilin fluttan av vøllinum, sum neyvan hevur verið so ljótur, sum síðani seinastu ólavsøkukonsert. Skúlatænarin veit onki um, at bilar hava gjørt seg inn á vøllin á henda hátt áð­ur, men speiskliga segði hann, at tað var nóg væl, at bil­førarin hevði megnað at gjørt so nógv um seg, so bleyt­ur og vátur vøllurin er. – Hann kundi eins væl staðið fastur beinanvegin, heldur Jóni Johannesen, skúla­tænari. Sum skilligt er, so harmast hann um standin, vøllurin nú er í, men hann sigur, at hóast sporini eru djúp nakrastaðni, so fer tað helst at laga seg sjálvt við vøllinum. Tað heldur Johan í Kolla­firði, ið eigur bilin, sum varð brúkt­­­ur til plógv á Lær­­araskúlavøllinum leyg­­arkvøldið. Bilurin hevði júst verið til sín, og eisini hevði Johan orðn­að eina sprekku á rút­inum, men nú eru allir rútarnir brotn­­ir og bilurin við oyðilagdur LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var keðiligt at vakna sunnu­morgunin hjá Johan í Kollafirði. – Sunnumorgun havi eg líka ringt við at vakna sum øll onnur. Tá eg so komi upp og síggi, at bilur mín er burtur og seinni fái at vita hvar hann er, so oyðilegðist dagurin full­ komiliga, sigur Johan í Kolla­ firði, hvørs bilur varð stolin leygarkvøldið, og síðani brúkt­ur til off-road koyring á vøllinum uttan fyri Føroya Læraraskúla. Bilurin stóð uttanfyri hjá Johan. Hann hevði ongar plát­ur, var í ringum standi og lyk­ilin lá í handskarúminum. Sunnu­morgunin stóð bilur á Lær­­araskúlavøllinum, í sera ring­um standi og við lykl­inum í. – Tað undrar meg faktiskt, at tey yvirhøvur hava fingið bilin at starta, sigur Johan í Kollafirði. Eydnubilurin Hesin fitti reyði Golf var Jo­han í Kollafirði sera glaður fyri. – Hetta var mín eydnubilur. Vit kallaðu hann jólagávan, tí eg hevði ætlað at málað eina gula strípu allan vegin aftur eftir bilinum, eina gula strípu tvørtur um og síðani seta eina sloyfu á takið. Men so skuldi ikki vera, ásannar Johan í Kollafirði harmur. Ikki minni harmiligt er, at bilurin júst hevði verið til sín, og eisini orðna fleiri ting fyri at blíva koyriklárur. – Ein rútur hevði eina sprekku á, so tann rútin hevði eg júst skift út. Men nú eru allir rútarnir knústir, og tað er forbankað keðiligt. – Nú er bilurin ongin jóla­gáva longur, heldur er hann tað beint øvugta, sigur hann. Skilir skálkarnar Í morgun hevur Johan fingið boð frá løgregluni um, at bilurin skal flytast. Og sjálvandi skal hann tað, heldur Johan eisini, men vísir á, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva hjá honum. Johan í Kollafirði sigur, at hann gleðir seg at finna skálkarnar, sum hava tikið bilin hjá honum og oyðilagt hann, tí so kann hann fáa endurgjald fyri bilin. Men samstundis sum Johan í Kolla­ firði sigur hetta, so sig­ur hann seg eisini skilja skálkarnar. – Um eg eisini skuldi stol­ ið ein bil, so hevði eg nokk gjørt sum teir. Fari og tikið ein gamlan bil og oyðilagt okkurt á skúlanum, sum eg sjálvur hevði gingið á. Billeysur á jólum Nú bilurin stendur oyðilagdur uttan fyri Læraraskúlan og Johan í Kollafirði er bil­ leysur á jólum. Tað er ein serstakliga keðilig støða at vera komin í. – Eg standi púrasta á berum her. Eg veit onki, um hvør kann hava gjørt hetta, sigur Johan í Kollafirði og harmast. Tó er tað hjá honum ein uggi, at uppkláring­ar­ arbeiði er farið í gongd. Vikuskiftið hevur ver­ið friðarligt. Ein bar­dagi, okkurt ferðslu­óhapp og nakr­ ir brotnir rútar, er tað løgreglan hev­ur tykist við. Av løg­ reglustøðini siga tey, at ringa veðrið um vikuskiftið er or­søkin til, at so lítið er hent LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eftir nøkur buldraslig og ógvuslig vikuskiftið, var endiliga eitt friðarligt í høvuðsstaðnum. Ikki so at skilja, at løgreglan hevur kett seg, men í mun til undanfarin vikuskifti, var lítið at gera. Veðurskaðar Onkrir smáskaðar á hús vóru kring landið. Serliga sunnu­ morgunin gjørdi nógv­­ur vindur um seg, og í Hvalba høvdu tveir kjall­ar­ar fingið nakað av skaða orsaka av regninum, sum hev­ur verið. Somuleiðis var tað í Hvalba, at ein hvirla tók tveir lítlar parkeraðar buss­ ar, og gjørdi stóran skaða á teir. Brotnir rútar Av øðrum skaðum løg­regl­an hevur fingið frá­boð­an um, kunnu nevn­ast nakrir brotnir rútar í høvuðsstaðnum. Leyg­­­ar­náttina hevði onkur hugn­­að sær við at bróta fýra rútar á Læraraskúlanum. Og somu­leiðis hevði onkur stytt sær stundir í Magnus Heina­sonargøtu, við at bróta tríggjar rútar á einum húsum. Rúsdrekkakoyring og ferðsluóhapp Eisini var tað leygarnáttina, at løgreglan tók ein fyri rúsdrekkakoyring. Við­kom­ andi varð tikin við oman á støðina, har ein blóðroynd varð tikin. Løgreglan skrivaði eisini frá­greiðing í samband við eitt annað ferðslumál í býnum leygarnáttina. Hetta var um 4-tíðina við Landavegin, har tveir bilar vóru rendir saman. Bilarnir báðir fóru rættiliga illa, men fólkini í bilunum sluppu øll snikkaleys – uttan ein, sum varð fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar. Samanumtikið var farna vikuskiftið lutfalsliga frið­ ar­ligt. Hetta eisini hóast jóla­frokostarnir nú eru í hæddini. Á løgreglustøðini fegnast tey um, at so er, men samstundis ásanna tey, at ringa veðrið hevur spælt sín leiklut. – Veðrið er okkara besti politistur, flenn­ir vakt­hav­ andi á løgreglu­støð­ini í morgun og sipar til, at tá tíma fólk ikki at ganga og vála í býnum, men heldur skunda sær heim, og tí er ikki so nógv rok í býnum eitt illveðurskvøld, sum tá veðrið er gott. Veðrið er besti politisturin Forbankað keðiligt Læraraskúlavøllurin brúktur til off-road koyring Løgreglan veit hvør eigur bilin, og viðkomandi hevur eisini fingið boð um at flyta hann, og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí í morgun startaði bilurin uttan nakað, hóast ringa standin Mynd: Edith Johannesen Ikki síðani seinastu ólav­søkukonsert hevur vøll­urin uttan fyri Føroya Lærara­skúla verið so ljótur Mynd: Edith Johannesen Tað var ein reyður Golf, sum var brúktur sum plógv á vøllinum uttanfyri Føroya Læraraskúla Mynd: Edith Johannesen