mánadagur 11. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 239 - 11. desember 2006
tíðindi
Nýggj tinglýsing
Innlendismálaráðið biður nu KT-veitarar geva tilboð upp á eina nýggja
tinglýsingarskipan til Tinglýsingarstovuna. Endamálið er at útvega og íverkseta
eina nýggja høvuðsskipan til at fyrisita tinglýsing. Innlendismálaráðið hevur gjørt
av, hvørji krøv skulu setast nýggju skipanini, og fríggjadagin verður kunnandi
fundur fyri KT-veitarum um ætlanina. Fundurin verður í Skibsted Pakkhúsi, har
Innlendismálaráðið heldur til.
Thor fer yvirum
Partafelagið Thor í Hósvík víðkar nú sítt virksemi. Higartil hevur felagið
fingist við frálandavinmnu og fiskiskap, men nú hevur felagið keypt seg inn í
partafelagið O.C. Joensen, sum eigur rækjuvirkið og skeljavirkið á Oyri umframt
skeljatrolaran Norðheim og gágguskipið Varðborg.. Thor hevur keypt 60 prosent
av partapeninginum frá tveimum eigarum í O.C. Holding, sum eigur 75 prosent av
partapeninginum í O.C. Joensen.
Ein myrkan novem
berdag í 1957 fór
Djóni Thomsen at
klippa sær. Tá visti
hann ikki, at hann
samstundis var fyrsti
føroyski kundin hjá
tí 21 ára gamla danan
um, Eigil Lyngsø.
Í morgun kl. 9 var 69
ára gamli Djóni enn
einaferð og klipti sær
hjá Lyngsø. Hesaferð
verður hann kortini
millum teir seinastu
kundarnar hjá
Lyngsø: Í næstu viku
gevst hann nevniliga
sum barberur!
Hárskeri
Snorri Brend
Havn: - Nei, eg fari nokk
ikki at ganga við langum
hári, fyri tað um Lyngsø
gevst at klippa. Onkur
annar man duga at klippa
eins væl og hann, sigur
Djóni Thomsen.
Trúfast hava hann og
mangir aðrir við honum
havt sína føstu gongd í
Salong Lyngsø undir Hotel
Hafnia.
Nú hevur eigarin av bygn
inginum tørv á hesum hølin
um eisini, og tí gevst hann
við yrki sínum sum hár
skeri sløk fimmti ár eftir at
hann setti fót sín á føroyska
jørð.
Seinasti kundin verður
eftir ætlan kliptur sjálvan
tollaksmessudag!
- Hetta hevur verið ein
góð tíð. Fólk eru komin aft
ur og aftur, og tað má væl
vera besta tekin um, at tey
hava verið væl klipt, sigur
tann nú 70 ára gamli, Eigil
Lyngsø.
Byrjaði ein mánadag
Sjálvur minnist Djóni ikki
tá hann, sum gott 20 ára
gamal á fyrsti sinni fór at
klippa sær hjá Eigili.
Men í morgun kundi
Eigil upplýsa honum at
hetta var 11. november í
tí Harrans árinum 1957.
Einki verður kortini sagt
um, hvussu veðrið var, men
hetta var í øllum førum ein
mánadagur!
- Jú, hann var mín fyrsti
kundi, tá eg arbeiddi í
salongini undir Sjómans
heiminum, leggur Eigil aft
rat.
Fyri Djóna var hetta helst
ein so mikið góð uppliving
– og hann var so væl nøgd
ur við lokna arbeiðið -
at hann hevur fylgt Eigili
øll hesi sløk fimmti árini,
eisini tá hesin byrjaði fyri
seg sjálvan undir Hafnia í
1968.
- Eg trúgvi ikki at eg havi
verið hjá nøkrum øðrum bar
beri síðani tá – um vit líka
síggja burtur frá verdóttur
míni.
- Men, - tað hevði helst
verið nakað dýrt at fing
ið hana higar at klipt mær
hvørja ferð, tað var neyð
ugt. Hon býr nevniliga í
Grønlandi!, sigur hann við
einum brosi.
Klippir sum ein ynskir
“Traditionen tro” var Djóni
aftur og klipti sær hjá Eigili
í morgun, nú bert 13 dagar
eru til jólar. Kl. 9 hevði hann
fingið tíð, og hann møtti
stundisliga, eisini til heiður
fyri tíðindatænastuna.
- Eg skal siga sum er.
Mær hevur altíð dámt at
komið her, frá fyrsta degi.
Eigil hann klippir væl, og
klippir altíð soleiðis sum eg
vil hava tað, sigur Djóni.
Kostnaðarstøðið í landin
um hevur eisini havt sína
ávirkan á prísin fyri eini
klipping. Í 1957 kostaði tað
einans 3 kr. at klippa sær,
meðan tú í dag rindar væl
omanfyri 100 kr. fyri sama
arbeiðið.
Fyri Djóna hevur hetta
verið væl farin peningur.
Tað hevur altíð verið bæði
hugnaligt og gott at koma í
salongina til eitt gott prát.
- Vit hava tosað um nógv
ymisk viðurskifti. Ofta um
veður og vind. Onkutíð eitt
sindur um fótbólt, men ann
ars hava vit ofta minst aftur
á gamlar dagar.
- Fyrr hevði eg áhuga fyri
fótbólti, men nú dámar mær
væl at hyggja eftir skíðítrót
ti í sjónvarpinum. Tað kann
ein eisini tosa við Eigil um,
greiðir Djóni frá.
- Ja, brýtur Eigil hann
- Tað er gott at kundarnir koma aftur og
aftur. Tað má vera tí at teir eru nøgdir við
klippingina, sigur Eigil Lyngsø
Øll yvir ein kamb
”
Her skal ein vera hálvur psykologur, ein
má hava gott minni, og vita, hvat ein skal
siga, og ikki minst, nær ein skal siga tað.