Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2006 5 tíðindi Rock úr at gera Á lemmavirkinum Rock í Vági hava teir úr at gera í hesum døgum. Í síðstu viku var ein stórur grønlendskur trolari á Vági eftir nýggjum lemmum frá Rock, og í gjár hevði aftur ein grønlendskur trolari ørindi í Vági. Hesaferð var tað trolarin Qaqqatsiaq, sum kom við lemmum, ið skuldu umvælast. Hans J. Joensen, stjóri á Rock, sigur við Suðuroyarportalin, at teir hava fingið fimm mans á virkið afturat. Av teimum eru tríggir lærlingar. Nýggjur línukastari Við góðari hjálp frá øðrum hevur Andras Samson ment ein nýggjan línukastara, sum er ætlaðu til at skjóta eina línu millum tvey skip. Línukastarin, sum stendur fastur á dekkinum, er serliga ætlaður partrolarum at skjóta línu sínamillum, og eitt par hevur longu roynt hann við góðum úrsliti, skrivar Norðlýsið. Tað er Vónin í Fuglafirði, sum stendur fyri marknaðarføringini, og har hava tey góðar vónir um, at áhugi verður fyri tólinum. Høgur og lágur yvir ein kamb At kunna tosa við bæði høgan og lágan, kendar og ókendar menn er ein eginleiki sum Eigil hevur. Hjá honum hava sitið bæði løgmenn, tingmenn, stjór­ar, arbeiðsmenn, gøtu­ só­p­ar­­ar, sjómenn og mong onn­ur. Millum teir meiri kendu menn­in­ar, sum Eigil hevur gjørt hárið hjá, er danski skemtarin, Dirch Passer sum vitjaði her í mars mán­ aði 1978. - Ja, typurnar eru so ym­isk­ar. Summir tosa nógv, meðan aðrir tosa min­ni. Her skal ein vera hálv­­ur psykologur, ein má hava gott minni, og vita, hvat ein skal siga, og ikki minst, nær ein skal siga tað. - Ein má líkasum duga at lod­da dýpið hjá hvørjum ein­­støk­­um kunda. Fyrr máttu fólk koma inn, og seta seg at bíða til tað var teirra tørn. Men seinni var hetta broytt, so­ leið­­is at fólk máttu biðja um tíð frammanundan. Hetta var ein meiri prak­ tisk loysn fyri Eigil, men hev­ði eisini aðrar broyt­in­ gar við sær: Nú var kundin ein­sa­mal­l­ur inni saman við hárskeranum. - Nú kemur ein líkasum tætt­ari uppá fólkini. Fyrr var ofta meiri lætt tos, tí ein­ir 10 mans sótu í sama høli og bíðaðu. - Í dag er ein uppgáva at fáa fólk í gott lag. Ein má hug­sa um hvønn einstakan kunda, og kunsturin er tí eisini at minnast til, hvat vit tosaðu um seinast, greið­ir Eigil frá. Her kunnu koma menn sum við gleði greiða frá, at nú er dótturin gift, at teir skjótt skulu gerast páp­ ar ella abbar, meðan að­rir greiða kanska frá mei­ri tyngri persónligum við­ur­ skift­um. - At arbeiða sum barberur er ein balansugongd, har ein má kenna tann einstaka kundan. - Ein má snøgt sagt duga at taka hensyn, sigur Eigil. av. - Bæði í 1957 og í 2006 eiga vit politikarar, sum vit hava okkara hugsan um. Teir kann ein so altíð skelda inn á, sigur hann við einum brosi. Altíð í góðum lagi 69 ára gamli Djóni hevur siglt úti sum stýrimaður í mong ár, men gavst við hes­ um í 1997. Tá hann var heima millum túr­ar­nar, hevur hann havt fyri neyðini at klippa sær. Tá hevur hann altíð vitað, hvar hann skuldi fara fyri at frem­ja hesi ørindini. Fyrr mátti tú møta í góðari tíð, og so bara sita og bíða eftir at tú átti tørn fyri klipping. Men tey sein­ nu nógvu árini hevur verið neyðugt at bíleggja sær tíð fram­man­un­dan. - Tað hevur altíð verið pláss fyri mær. Eg havi bara ringt, og sum oftast eri eg slopp­in framat beinanvegin, - í øllum førum sama dag! Hóast Djóni hevur klipt sær hjá Eigili í samfull 49 ár, hevur hann lagt merki til – og glett seg um! - ein sera góð­an eginleika hjá Eigili: Lag­ið. - Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Men Eigil er altíð altíð í góðum lagi. Eg trúgvi ikki at hann nakrantíð hevur ver­ið í ringum lagi, meðan eg havi verið her. Ergriligt at gevast Djóni telist millum seinastu kund­ar­nar hjá Eigili. Tað harm­ast hann um. - Eg skilji á lagnum, at hann fer at gevast skjótt, - tja, eg veit ikki. Mær dámar tað lítið, skal eg siga tær, sig­ur Djóni. Hann leggur dent á, at 70 ára gamli Eigil er í góðum ár­um, og tí kundi hann hild­ ið á í mong ár aftrat. - Hinvegin, - so ger ald­ur­ in væl tað, at vit øll einaferð mugu gevast! - Ja, ja, brýtur Eigil hann av. – Eg taki bara ein dag í senn. Men tað er sjálvandi al­tíð ergriligt at gevast, tá hugurin er til at halda fram. - Jamen, eg veit ráðini, svar­ar Djóni. Eg kann bara seta ein stól fram í kjallaran hjá mær. So kanst tú koma heim til mín at klippa! Túsund høvd Tann stóri spurningurin er, hvussu mong høvd ið Eigil hev­ur klipt hesi mongu ár­ini. Sjálvur hevur hann onga­ tíð roknað tað út, men hann veit at talan er um tú­sund­ tals og aftur tús­und­tals við­ skif­ta­fólk. - Hvat sigur tú? Eini 10 í miðal um dagin?! Åh­nei, 10? Mangt slíkt. Tað klári eg longu áðrenn fyrra­parts­ kaff­ið, sigur Eigil við ein­ um brosi. Fyri Eigil hevur tað havt sín týdning, at menn sum Djóni og hundraðtals aðrir hava klipt sær regluliga hjá hon­um. - At teir koma aftur og aft­ ur má vera eitt tekin um, at teir eru væl nøgdir – ja, og væl kliptir! - Helst skuldu teir kom­ið inn í góðum lagi, og fram­ veg­is vera í góðum lagi, tá teir fara útaftur! Millum tey mongu kendu andlitini (ella høvdini) sum hava verið í salongini er danski skemtarin, Dirch Passer. Helst er onkur skemtisøgan søgd her - Eg havi havt nógvar góðar og trúfastar kundar, sigur Eigil Ræðist sjóverk At Eigil yvirhøvur kom til Føroyar í november mánaði 1957 var meiri at kalla av tilvild. Hann var útlærdur hár­ skeri og hevði eitt so­nevnt summararbeiði sum hárskeri í Danmark. Men hann ynskti sær eisini arbeiði um veturin. Tá var ikki so lætt at út­vega sær eitt arbeiði. Hann sá eina lýsing um eitt arbeiði í Føroyum, søkti og fekk arbeiðið. Og hann kundi byrja bein­ an­vegin! Í november mánaði legði hann so til havs við Dr. Alex­and­ri­nu til Føroyar. Hetta var ein ringur túrur, har nógv ferðafólk spýðu meginpartin av túrinum. Fram kom hann kortini, hóast túrurin ikki var ser­ liga góður. Eigil fór beinanvegin til arbeiðis henda no­vem­ ber­dag­in í 1957. Fyrsti kundi hansara var Djóni Thomsen, sum síðani hevur verið fastur kundi her. Ætlanin hjá Eigili var at fara til Danmarkar aftur at ar­beiða í mai mánað árið eft­ir, men so varð ikki. - Onkur hevur sagt seg vita orsøkina til, at eg fram­veg­is eri her: Tey si­ga, at eg tori ikki niður til Danmarkar aftur, tí eg eri so ringur í sjóverki! - Men eg havi havt tað gott her. Havi havt sløk 50 góð ár her í Føroyum, sig­ur Eigil.