mánadagur 11. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 239 - 11. desember 2006
tíðindi
Arbeiðsuppgávur:
Uppgávur, sum viðkomandi í
høvuðsheitum kann rokna við
at skula røkja, eru:
• Útstykkingar
• Nýgerð og umvæling av
vegum og kloakkum
• Havnabygging
• Útbygging og viðlíkahald av
vatnverki
• Nýgerð og umvæling av
kommunalum bygningum
• Byggimálsviðgerð
Førleikakrøv:
Søkt verður eftir verkfrøðingi/
byggifrøðingi/arkitekti sum
sjálvstøðugt kann arbeiða við
projektering og eftirliti v.m.
innan nevndu virkisøki.
Tekniarbeiði verður gjørt á
MicroStation forriti.
Starvið verður lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
fakfelag.
Umsóknir saman við prógvum
og upplýsingum um lívsroyndir
skulu vera kommununi í hendi í
seinasta lagi 10. januar 2006 kl
16.00 á adressuni
Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild
Postboks 30
530 Fuglafjørður
Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær Pætur
Joensen, býarverkfrøðing, tlf.
444006, lokal 17, e-postur:
patur@fuglafjordur.fo
Verkfrøðingur / byggifrøðingur / arkitektur
Til teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu er eitt starv sum verkfrøðingur/
byggifrøðingur/arkitektur leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Fuglafjarðar kommuna
Hósdagin stevndi
stásiligt far inn á Vág
Vitjan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hósdagin vitjaði grønlendski
rækjubáturin Qaqqatsiaq á
Vági. Talan er um stásiligt
far. Orsøkin til vitjanina
var, at fleiri vágbingar sigla
við skipinum, sum er ávegis
aftur til Grønlands, eftir at
hava verið á skipasmiðju í
Danmark.
Støðgurin í Vági var eisini
orsakaður av, at skipið tók
nýggjar trollemmar umborð
frá lemmavirkinum í Vági.
Grønlendsk vitjan í Vági
Hesa vikuna hevur
Nino Barbuzza úr
Italia vitjað aftur í
Vági. Fyri tveimum
árum síðani var hann
skiftisnæmingur í
Vági eitt stutt skifti,
tí upprunaliga ætlaði
hann sær til Dan
markar og hevði ikki
hoyrt um Føroyar
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nino Barbuzza var í Før
oyum sum skiftisnæm
ingur fyri tveimum árum
síðani. Men bert frá juli
til november, tí hann vildi
heldur sleppa til Danmarkar,
sum upprunaliga ætlað.
Men komin til Danmarkar
angraði hann skiftið, men
ov seint var at venda aftur
til Føroya, tí loyvt er bert
at skifta einaferð.
Men Nino hevði ongantíð
hoyrt um Føroyar og var
ikki til reiðar at koma til
Føroya, ístaðin fyri til Dan
markar.
Tí vitjar hann hesa vik
una aftur í Føroyum, fyri at
síggja landið við nýggjum,
og uppløgdum eygum.
Hann hevur hesi farnu
árini hildið sambandið
við vertsfamiljuna, Harri
et og Erhard Joensen,
við telduposti og telefon
samrøðum.
Øðrvísi
– Hóast árstíðin er myrk og
køld, so er hetta júst tað,
ið eg alla tíðina leitaði
eftir, tí hetta er so øðrvísi
frá tí, ið eg eri vanur við í
heimstaði mínum Palermo,
sigur Nino.
Nino gongur nú á lærda
háskúlanum í Rom, har
lesur innan miðlar og sjón
varp.
– Eg havi longi tosað um
at koma hendavegin og nú
gjørdi eg bart. Men tað
var ein drúgv ferð. Tveir
dagar og tvey flogfør, ein
ferja og ein bussur, greiðir
Nino frá.
Hann heldur, at um tað
ber honum til, so vitjar
hann aftur í frítíðini í
desember komandi ár.
Harriet Joensen sigur, at
tað er ein góð kensla at fáa
Nino aftur á vitjan, tí hann er
ikki ein fremmandur, men
ein partur av familjuni.
Nino fór avstað aftur úr
Føroyum sunnudagin, men
ferðaætlanin er so, at hann
má úr Suðuroynni longu
leygardagin.
AFS’ari vitjar
aftur á slóðina