mánadagur 11. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 11. desember 2006
7
tíðindi
Frá í morgin,
týsmorgunin, til
fríggjamorgun mugu
øll tey, sum ætla
sær til Havnar til
arbeiðis, koyra eftir
Oyggjarvegnum.
Tað eru boðini frá
Landsverki, sum
hevur valt at steingja
vegin millum
Sandvíkarhjalla og
inn á Sund
SAMFERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
“Vegna arbeiði verður
Kaldbaksvegurin,
frá
íbindingini á Sandvíkarhjalla
og inn á Sund, stongdur fyri
allari ferðslu frá týsmorgni,
12. desember kl. 09.00, til
fríggjamorgunin, 15. desem
ber kl. 07.00. Í hesum sam
bandi verður víst til Oyggjar
vegin.”
Tað eru boðini frá Lands
verki, og tey koma dátt við
hjá mongum. Á heimasíðuni
hjá Landsverk stendur, at
Landsverk byggir land, men
tað eru tey, ið hava ført fram,
at Landsverk við hesum
steingir landið.
Vit hava tískil ringt til
stjóran í Landsverk, Oyv
ind Brimnes, og spurt
hann, hví tey hava valt at
steingja vegin á hávetri og
nú veðurforsøgnin sigur upp
í kolandi storm?
– Ætlanin er, at vegurin
skal vera seyðafríur. Men
skal tað vera, so er neyðugt
við eini seyðasmogu undir
vegin. Hana gera vit nú og
tí steingja vit.
Men er tað neyðugt at gera
eina slíka smogu júst nú?
– Ja. Tað er soleiðis, at
fjarhitarør verða løgd frá
Sundsverkinum til Havnar
júst nú. Seyðasmogan má
verða løgd undir hesi fjar
hitarør, og tað er ikki nakað,
sum kann gerast aftaná, men
má gerast nú, sigur Oyvindur
Brimnes.
Meta tit, at tað er for
svarligt, at leiða ferðsluna
um Oyggjarvegin, nú hann
sigur upp í kolandi storm?
– Ja, tað meta vit. Vit gera
okkum altíð nakrar metingar,
hvørt okkara avgerðir kunnu
forsvarast. Nú gera vit so er
serligan innsats fyri rudda
og salta Oyggjarvegin, og
skuldi tað hent seg, at tað
vísir seg at vera óforsvarligt,
at koyra eftir oyggj, so er
tað soleiðis, at vit kunnu
lata upp fyri ávísari ferðslu,
sigur Oyvindur Brimnes.
Hvussu er við neyð
synjarakførum, bussum og
bygdaleiðum?
– Tey mugu eisini koyra
eftir
Oyggjarvegnum
sum øll onnur, sigur Oyv
indur Brimnes, stjóri á
Landsverk.
Mugu koyra eftir oyggj
Anna Haraldsdóttir
á Trappuni byrjaði
í 1986 at gera
nýggjan altardúk til
Dómkirkjuna. Hon
doyði tó árið eftir,
men nú er dúkurin
liðugt broderaður
og varð tikin í nýtslu
sunnudagin
KIRKJA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sunnudagin var ein nýggjur
altardúkur tikin í nýtslu
í Dómkirkjuni. Talan er
um ein heilt serligan dúk,
sum Anna Haraldsdóttir á
Trappuni, sála, byrjaði at
brodera í 1986.
Anna ætlaði at brodera
hendan dúkin til 200 ára
haldið hjá kirkjuni, sum var
í 1988. Hon doyði tó í 1987
og náddi tí ongantíð at gera
dúkin lidnan.
Ein kona, sum er von at
brodera, tók síðani dúkin til
sín og hevur júst gjørt hann
lidnan. Hon ynskir ikki at
verða navngivin. Dúkurin er
gjørdur til minnis um Onnu,
sigur hon.
– Vit hava leingi ynskt
okkum ein nýggjan altardúk,
tí at hin er vorðin gamal.
Vit hoyrdu um hendan dúk
in, og at hendan konan var
í holt við at brodera hann
lidnan. Dúkurin hevur
eina heilt serliga søgu, sig
ur Bente Kjær, sum situr
í kirkjuráðnum fyri Dóm
kirkjuni.
Nú er dúkurin so klárur,
og sunnudagin klokkan 11,
annan sunnnudag í advent,
var hann fyri fyrstu ferð
nýttur á altarinum í Dóm
kirkjuni.
Nýggjur altardúkur í Dómkirkjuni
Tað heldur Jón
Kragesteen um
avgerðina hjá
Landsverk, um
at steingja Kald
baksvegin. Men so
leingi ventilurin er
har, sum sigur at
ferðslan kann koma
ígjøgnum í ringasta
føri, so nokk í lagi,
heldur hann
SAMFERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jón Kragesteen á Ferðslu
trygd heldur tað vera sera
óheppið, at Landsverk
nú velur at steingja Kald
baksvegin.
– Tað má vera ein øgiliga
góð grund fyri hesum, sig
ur Jón Kragesteen, tá vit
spurdu hann um eina við
merking. Hann hevði tá, ikki
hoyrt grundgevingarnar
frá Oyvind Brimnes
og fekk tískil ikki gjørt
viðmerkingar til tær.
Tá hann hoyrir grundgev
ingarnar hjá Landsverk-
stjóranum, so sigur hann,
at tað er honum ein lætti,
at tað í ringasta føri fer at
bera til at leiða ferðsluna
eftir Kaldbaksvegnum.
– Tað er ein lætti, tí vit
vita, at Oyggjarvegurin
er vandamikil. Eisini
um summarið, sigur Jón
Kragesteen.
Sera óheppið
Anna Haraldsdóttir á Trappuni, sála, byrjaði at brodera í 1986 og ein kona, sum er von at brodera, tók síðani dúkin til sín
og hevur júst gjørt hann lidnan
Mynd: Jens Kristian Vang