Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 239 - 11. desember 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond – Í dag minnast við tey, sum gjørdust offur í forsetaskeiðinum hjá Pinochet amerikanskur talsmaður Stutt sagt Venda ikki aftur Tey seinastu árini eru nógvir pólendingar farnir til Noregs at leita sær arbeiði, og sambært fyrrverandi polska forsetanum Lech Walesa er tað neyvan meiri enn helmingurin, sum fara aftur til Pólands at búseta seg. Walesa ásannar, at tað er ein trupulleiki fyri polska samfelagið, at so nógv fólka leita sær av landinum, men hann dugir væl at skilja teirra avgerð, sigur hann. Fólk fara hagar, tey kunnu fáa arbeiði, og í dag er tað so, at tað er skjótt at ferðast ímillum lond, sigur gamli forsetin. Órættvís frágreiðing Irakski forsetin, Jalal Tala­bani, heldur lítið um frá­greið­ingina hjá ameri­ konsku Baker-nevndini. Við útlendskar tíðinda­ menn sigur forsetin, at frágreiðingin er órættvís, og at partar av henni eru beinleiðis undirgravandi mótvegis irakska full­ veld­inum og landsins grund­lóg. Talabani, sum er kurdi, sigur, at Baker- nevndin fer við Irak, sum var landið eitt lítið hjáland og ikki eitt sjálvsstøðugt ríki. Umaftur og umaftur Fyri einari viku síðani fekk danska sjónvarpið TV2 eina nýggja tíðindarásrás, sum eitur TV2 News, og sum sendir alt samdøgrið. Nú vísir ein kanning hjá almenna útvarpinum DR, at 80 prosent av senditíðini hjá TV2 News verður brúkt til at endursenda tíðindi, ítróttartíðindi og veðurtíðindi. Eitt nú verða veðurtíðindini endursend 77 ferðir um samdøgrið. Bara átta prosent av tíðindunum eru ikki send áður, og tey seinastu 12 prosentini eru lýsingar. Fyrrverandi kilski einaræðisharrin var ein maður, sum mong óttaðust og tað av góðum grundum, men tey seinastu árini stríddist hann ímóti sjúku og vandanum fyri at enda í fongsli. Allur heimurin minn­ist myndirnar frá hernaðar­ kvettinum í Kili í 1973 og generalinum í hvítum yvirmannabúna og dimmum sólbrillum. Tey næstu 17 árini var Pinochet ímyndin av einum latínamerikonskum einaræðisharra, sum bardi alla mótstøðu niður við harð­ari hond, og sum mis­ kunnarleyst jagstraði sínar vinstrasinnaðu mótstøðu­ menn. Fólk í tíggjutúsundatali vórðu tveitt í fongsul og pínd, fleiri túsund vórðu fyribeind, og mong hvurvu og komu ongantíð afturí­ aftur. Pinochet byrjaði sína hernaðarligu lívsleið í 1937, og tey næstu 51 árini var yvrmannabúnin hansara eyðkenni. Umframt at vera heryvirmaður var hann lærari á hernaðarskúlanum. Sum 57 ára gamal bleiv hann í 1972 tilnevndur ovasti fyri kilska herinum, og árið eftir gjørdi Salvador Allende, forseti, av at til­ nevna hann verjuovasta. Teir báðir kendust væl frammanundan, men vin­ menn vóru teir ikki. Sosialisturin Allende hevði fingið høgravongin í kilskum politikki og teir stóru góðseigararnar ímóti sær, og hann hevði útvegað sær nógvar og sterkar mótstøðumenn í USA, har Richard Nixon, forseti, til fánýtis hevði roynt at forða fyri, at Alennde skuldi koma til valdið. Vrakaður Við hernaðarkvettinum í 1973 fekk USA har­aft­ ur­ímóti ein trúgvan sam­ eindan, sum rak búskap­ arpolitikk eftir ameri­konsk­ um leisti eins og hinir einaræðisharrarnir í Latín­ amerika. Pinochet sat tryggur í forsetaembætinum líka til 1988, tá grundlógin kravdi, at fólkið skuldi taka støðu til, um hann skuldi fáa átta ár afturat í em­­bætinum. Men tað vildi fólk­ið ikki. 55 prosent av veljarunum søgdu nei, og á forsetavalinum í 1989 vann kristiligi demokraturin Patricio Aylwin. Men Pinochet var ikki tann, sum lat seg skúgva til viks, og hann helt fram sum verjuovasti í átta ár afturat. Samstundis tryggjaði hann sær lívlangt heiti sum senator­ur, áðrenn hann fór úr for­setaborgini. Í varðhaldi Sum senatorur hevði hann lívlangt politiskt órin, men tað var kortini ikki nóg mikið til at forða fyri, at fortíðin fekk hann aftur. Tá hann í 1998 fór til Bretlands at leita sær heilsubót, bleiv hann tikin eftir áheitan frá einum sponskum dómara. Í næstan hálvtannað ár sat Pinochet í húsavarðhaldi í London. Spania kravdi at fáa hann útflýggjaðan, men aftan á ein sjáldsaman politiskan og løgfrøðiligan dyst gjørdu bretsku myndug­ leikarnir av at lata hann sleppa aftur til Kili. Tann almenna grundgevingin hjá bretum var, at Pinochet var ov heilsuveikur til at møta í einum rættarsali. Bretska avgerðin elvdi til stóra frøi millum við­ halds­fólkið hjá Pinochet í heimlandinum, men hon fekk eisini hansara mótstøðufólk at fara undir eina miðvísa ætlan, sum skuldi fella tann gamla eina­ ræðisharran. Í 2002 staðfesti kilski hægsti­rættur, at Pinochet hevði mist minnið, og at hann tí ikki var egnaður til at møta í rættinum, men í 2004 varð úrskurðurin broytt­ur. Tey bæði árini síð­ ani er hann ákærdur fyri bæði dráp og fíggjarsvik, men í rættin kom hann ongan­tíð. Eingi rósandi orð Umheimurin hevur lítið gott at bera fyrrverandi kilska einaræðisharranum. Tað var tann tíð, tá Augusto Pinochet var avhildin í Hvítu Húsunum í Washington. Men soleiðis er ikki longur. - Hansara einaræðistíð var eitt tað truplasta tíðarskeiðið í kilsku søguni. Okkara tankar leita í dag til teirra, sum gjørdust offur fyri hansara stýri, segði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Tony Fratto, í gjárkvøldið. Bretski uttanríkisráðharrin, Margaret Beckett, hevði heldur eingi rósandi orð um gamla einaræðisharran. Hon tók frástøðu frá stýri hansara og segði, at Bretland viðurkennir bara tey demokratisku framstig, sum eru hend, síðani hann fall. Harafturímóti segði fyrrverandi bretski forsætis­ráða­ harrin Margareth Thatcher, at hon harmaðist deyða Pinochet. Tað er alment kent, at Kili lat bretsk flogfør brúka kilskar flogvallir, tá Bretland og Argentina vóru í kríggi um Falklandsoyggjarnar. Einaræðisharrin í Santiago deyður