mánadagur 11. desember 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 11. desember 2006
9
tíðindi
– Eitt vælútbúgvið
fólk er tað týdningar
mesta tilfeingið, eitt
samfelag eigur. Tí
skulu fólkaskúlin og
miðnámsskúlin teljast
millum teir fremstu
í altjóða høpi – og
hægri útbúgvingar í
Føroyum skulu eisini
upp á altjóða støði
Útbúgving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun varð skipað fyri
visjónstorgi á Hotel Hafnia
um útbúgving, gransking
og íverksetan. Seinnapartin
helt torgið fram við KT,
umhvørvi og mentan.
Tað eru strategibólkarnir,
sum skipa fyri framløgun
um, og síðan hava áhoyrarar
høvi at gera viðmerkingar
og seta spurningar.
Sosialurin var við í
morgun, tá ið strategibólk
urin, sum hevur arbeitt
við útbúgving, hevði sína
framløgu.
Í hesum bólki sita Petur
Petersen, formaður, Olaus
Jespersen, skrivari, Annika
Sølvará, Jan Mortensen,
Magnus Tausen og Katrin
Apol.
Magnus Tausen, sum
er formaður í Føroya Lær
arafelag, hevði forfall og
var tí ikki við í morgun.
Nakað av fólki við til
knýti til skúlaverkið og
onnur við áhuga fyri skúla
og útbúgvingum vóru við til
framløguna og nýttu høvi at
seta spurningar. Løgmaður,
Jóannes Ejdesgaard og
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum, Bárður Nielsen,
vóru eisini við.
Í fremstu røð
Málið við arbeiðnum hjá
strategibólkinum fyri út
búgving er, at Føroyar
skulu teljast millum fremstu
tjóðir innan fólkaskúla og
miðnámsskúlar í 2015, og
somuleiðis skulu hægri
útbúgvingar í Føroyum
standa altjóða mát.
Bólkurin ásannar, at eitt
vælútbúgvið fólk er týdn
ingarmesta tilfeingið, eitt
samfelag eigur.
Hvussu
málini
hjá
strategibólkinum
kunnu
røkkast, greiðir bólkurin í
stuttum frá á 13 A-4 síð
um.
Í
samandráttinum
ásannar bólkurin, at góð
ar útbúgvingar eru grund
arlagið
undir
góðum
kappingarføri,
eins
og
hetta
er
grundarlagið
undir, at øll kunnu taka
lut í samfelagnum og á ar
beiðsmarknaðinum.
– Útbúgvingarnar skulu
vera fyri øll, og tær skulu
tryggja, at fleiri verða
útbúgvin meira alt lívið.
Dentur verður lagdur á,
at ein vælvirkandi útbúgv
ingar-og granskingarskipan
er
høvuðsgrundarlagið
undir samfelagsmenning
ini.
Í heimsflokki
– Skulu vit tryggja, at
vit standa okkum væl í
alheimssamfelagnum
og
verða millum tey fremstu,
er umráðandi, at undirvís
ing í fólkaskúlanum og
miðnámsskúlanum er í
heimsflokki.
Bólkurin
heldur,
at
útbúgvingartilboð, stuðuls
skipanir og annað innan
hægri útbúgvingar eiga
at standa øllum í boði
og verða ókeypis, bæði
hvat útbúgvingarslagi og
útbúgvingarstaði viðvíkur.
–
Gjøgnum
altjóða
útbúgvingarsamstarv fáa
lesandi og undirvísarar
møguleika at taka virknan
lut í altjóðagerðini, og við
Bologne-avtaluni
verður
útbúgvingarøkið á altjóða
støði.
Førleikin í fremmanda
málum og mentanarfatan
eru umráðandi, eins og
førleikamenning av undir
vísarum og leiðslum.
– Ein væl skipaður
bygnaður innan útbúgving
og
gransking
er
ein
umráðandi fyritreyt fyri,
at hesi bæði øki verða
lyft upp á altjóða støði,
sigur strategibólkurin fyri
útbúgving.
Hvussu røkka
vit málinum?
Fyri at røkka málinum,
skal førleikin í fremmanda
málum styrkjast, og enskt
skal lærast og dugast eins
væl og danskt. Førleikin
í mentanarfatan skal eisini
styrkjast, soleiðis at vit
kunnu standa okkum væl í
altjóðagerðini.
Á visjónstorginum setti
onkur spurnartekin við
orðingina um, at »enskt
skal dugast eins væl og
danskt« og vísti á, at enn
vita vit ikki, hvussu væl
føroyingar fara at duga
danskt í 2015. Hesin helt,
at vit skulu duga enskt eins
væl og føroyskt í 2015.
– Alt økið verður sam
skipað - heilt frá barnagarði
til vaksnamannaútbúgving,
har øll taka eina miðnáms
útbúgving, og 75% fara
undir hægri útbúgving.
Bólkurin
heldur,
at
hægri útbúgvingar skulu
bjóðast út innan øki, sum
eru serføroysk, har stórur
tørvur er á fólki, og hvørt
útbúgvingar hava serligan
samfelagsligan týdning.
– Námsfrøðilig gransk
ing er ein umráðandi fyri
treyt fyri allari menning
í
útbúgvingarverkinum.
Fyri at tryggja, at okkara
útbúgvingar eru á altjóða
stigi, eiga vit at taka lut í
altjóða samstarvi og eftir
metingum.
Aftrat hesum eiga vit at
tryggja okkum luttøku í
viðkomandi altjóða útbúgv
ingarsamstarvi.
Fólkaskúlin er
grundvøllurin
Strategibólkurin ásannar,
at fólkaskúlin er grundvøll
urin undir allari útbúgving.
Hesin skal tryggja, at tey
ungu gerast før fyri at
útbúgva seg víðari, soleiðis
at tey kunnu liva og virka
í einum alsamt meira
altjóðakendum heimi.
– Fólkaskúlin verður skip
aður sum eitt liðiligt og
fjøltáttað læru-, menningar-
og undirvísingarumhvørvi.
Bólkurin sigur, at skiftið
frá barnagarði til fólkaskúla
skal verða so trygt sum
møguligt,
og
tí
eigur
barnaøkið at verða lagt til
Mentamálaráðið.
– Samstundis verður
tað sama ráð, sum kemur
at hava ábyrgdina fyri
menningini hjá barninum
– frá smábarnaaldri til
viðkomandi sum vaksin fer
út á arbeiðsmarknaðin.
Strategibólkurin leggur
upp til, at børnini fara í
skúla um 6 ára aldur, og
eftir 10 ára skúlagongd
verður hildið fram í 3 ára
miðnámsskúla, har øll hava
rætt til útbúgvingarstuðul
eftir 10. flokk. Eftirskúli
eigur eisini at verða settur
á stovn, sum skal stimbra
framhaldandi útbúgving.
- Landið verður skipað
í seks skúlaøki og eina
meginfyrisiting,
og
í
hvørjum øki verður sett
á stovn ein økisfyrisiting,
sigur strategibólkurin.
Soleiðis fáa
vit eitt betri
skúlaverk
Ein partur av strategibólkinum saman við (f.v.) Bjørt Samuelsen, kunningarráðgeva, Katrin Apol, Annika Sølvará, Jan Mortensen
og Olaus Jespersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lægri skattur í Hovi
Næsta á skulu skattgjaldararnir í Hovi rinda minni í skatti
enn í ár. Bygdarráðið í Hovi hevur samtykt at lækka
skattin, so hann fer úr 22 prosentum í 20 prosent eftir
ársskiftið. Samstundis er avgjørt at hækka barnafrádráttin
500 krónur, so hann verður 3.500 krónur fyri hvørt barnið.
Hovs kommuna væntar at fáa 3,1 mió. krónur í skatti
næsta ár. Íløgurnar verða 1,5 mió. krónur, sum ætlanin er
at brúka til nýggja vatnleiðing.
Bókasøla heldur fram
Tiltakið at selja kristiligar bøkur og fløgur í Miðlon í Havn
í síðstu viku eydnaðist so væl, at stigtakararnir hava gjørt
av at halda fram hesa vikuna afturat. Asia-toymið, sum
stendur fyri tiltakinum, hevur havt umleið 350 bøkur og
fløgur til sølu í Miðlon, og í dag er ein nýggj vøra komin
í handilin. Tað er kristiliga spælið Manna, har fólk kunnu
kappast um at svara 5.880 ymsum bíbilskum spurningum.
Spælið minnir um Trivial Persuit.
Petur Petersen, sum er for
maður í strategibólkinum fyri
útbúgving, hevði framløguna á
Hotel Hafnia í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nakað av fólki við tilknýti til skúlaverkið og onnur vóru við á visjónstorginum um útbúgving
Mynd: Vilmund Jacobsen