mánadagur 11. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 239 - 11. desember 2006
Maðurin, sum í ár fekk friðavirðsløn Nobels,
hevur við røðu síni sent heiminum ein týdn
ingarmikla boðskap: Muhammad Yunus sigur,
at heimsins leiðarar nú av álvara eiga at fara
í hernað móti fátækradøminum heldur enn at
nýta miliardir til kríggj. Fátæktin er ein tann
størsta hóttanin móti heimsfriðinum, sigur
Yunus. Meira enn ein milliard menniskju
livir fyri minni enn ein dollara um dagin.
Hetta má enda galið. Tað kann ikki vinnast
á yvirganginum við hernaðarligari megi.
Vit skulu fordøma yvirgang, men vit skulu
berja hann niður við at beina fátæktina í
heiminum burtur. Hetta, at USA hevur brúkt
530 milliardir til kríggið í Irak gevur ongan
frið sigur Yunus, og alt bendir á, at hann
hevur rætt í hesum.
Yunus verður nevndur bankamaður teirra
fátæku. Hann, ið er professari í búskaparfrøði,
hevur í heimlandi sínum skapt eina banka
skipan, ið ger tað møguligt hjá teimum fátæku
at lána uttan trygd til at stovna smáfyritøkur.
Skipanin, ið er ein stór succés, er nú útbreidd
til 40 lond. Seinasta landið, ið hevur tikið
smábankaskipan Yunusar til sín er Kina.
Eygleiðarar vænta sær ómetaliga nógv av
hesi skipan. Yunus ætlar at nýta peningin til
eina verkætlan at framleiða ódýrar matvørur,
til eitt eygnahospital og annað vælgerandi
virksemi.
Norska nobelnevndin, sum hevur gjørt av
at veita Yunus friðarheiðurslønina, ger vart
við, at henda avgerð skal skiljast sum, at nú
má ein dialogur fáast við muslimska heimin.
Fáa vit ikki henda dialogin skjótt, kann tað
enda við einum ræðuligum ragnaroki, har
eingin verður vinnari, men øll gerast taparar.
Formaðurin í nobelnevndini ávarar staðiliga
móti tí dæmonisering av muslimska heiminum,
sum er íkomin eftir yvirgangsatsóknina móti
World Trade Ceneter á sinni. Avgerðin er
sostatt eisini ein stuðul til teir moderatu
muslimar, sum virka fyri friði og dialogi í
heiminum. Vónandi fer hetta at geva úrslit.
Sosialurin
Ein álvarsamar
boðskapur
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Fyritøkur og skip verða í
hesum døgum handlað fyri
so nógvar milliónir, at menn
nú eru komnir í rasshaft
av øllum milliónunum, teir
liggja inni við. Tíverri er
tað soleiðis í okkara sam
felag, at eigur tú milliónir,
so føra hesar til ávísa
makt. Tú kanst við milli
ónunum sjálvt fáa okkara
borgmeistara og formannin
í havnarnevndini at spæla
við, sjálvt um hvør Hanus
og Janus eru hart ímóti
ætlanunum, hesir milli
óningar leggja fyri dagin.
Einaferð var tað Skálaborg
á Skálatrøð, nú eitt flótandi
bingjuhotel, sum kemur at
oyðileggja umhvørvið við
Høgukaj, Lágukaj, Müllers
pakkhús, Skeiva pakkhús
og kolbrúnna. Tórshavnar
kommuna hevur brúkt milli
ónir at fríðka um Müllers
pakkhús og gjørt vakrar
gongubreytir – og har
liggur sluppin Westward
Ho við kolbrúnna, sum
júst er umvæld eisini fyri
milliónir, sum eitt prýði
og minni fyri farna tíð.
Tórhavnar havn hevur flutt
smábátar, so Westward Ho
og Norðlýsið kunnu liggja í
vøkrum umhvørvi.
So koma nakrir millión
ingar við hugskotum og tekn
ingum. Og fyrstur at leypa
á leistum í útvarpinum og
lovprísa bingjuhotellinum
er sjálvur borgarstjórin.
“Gott hugskot” siga bæði
borgarstjórin og formaðurin
í havnarnevndini uttan at
nevna eitt orð um gamla
umhvørvið har á leiðini,
sum ikki tolir at missa
útsýnið fyri einum nýmót
ans bingjuhotelli.
Har á leiðini er blivið so
vakurt og friðsælt, og fleiri
og fleiri fólk hava gleði av
hesi vøkru perlu. Kemur
flótihotellið, so verður frið
urin burtur einaferð med
alla.
Tíbetur hevur Bátafelagið
í Havn við 700 limum og
vinnufyritøkur
harðliga
mótmælt
ørvitisætlanini
á Vestaruvág. Ætla milli
óningarnir at byggja sær
flótandi hotel, so er at
fara inn á Sund, tí har er
ovmikið av plássi. Bara
ikki á Vestaruvág.
Róðrarfelagið Knørrur
heldur til í aldargomlum
neysti við Lágukaj. Felag
ið eigur tríggjar kapp
róðrarbátar.
Aldargamla
neystið kann bara hýsa
tveimum bátum, tí má triði
báturin standa í eini bingju.
Felagið hevur í nógv ár
uttan úrslit roynt at fingið
betri
venjingarumstøður
og pláss til bátarnar og
hóskandi bátadrátt.
Munurin millum Róðrar
felagið Knørr og menninar
aftan fyri flótandi hotellið
eru milliónirnar, sum borg
arstjórin og formaðarin í
havnarnevndini síggja fyri
sær.
Menninir aftan fyri hotell
ætlanina siga, at vit eiga
har á leiðini eina perlu.
Ja, vit eiga eina vakra
perlu har á leiðini, sum
fólk eru so fegin um. Men
eitt bingjuhotell má ikki
oyðileggja vøkru perluna.
Vilja menninir sleppa av
við nakrar av milliónunum,
so kunnu teir finna fram
aftur verkætlanina at byggja
eldraíbúðir á Skálatrøð
fram við tí høga beninum.
Ein kærkomin ætlan.
Tað er mín vón, at allir
havnarborgarar, tað veri
seg eisini Bátafelagið og
vinnan við Vestaruvág,
arbeiða við hond og fót
ímóti hotelsætlanini. Ein
sonn katastrofa um vakra
perlan við Vestaruvág skal
oyðileggjast
av
einum
bingjuhotelli. Latið Vestaru
vág fáa frið.
PS Hoyrdi í morgunsend
ingini hósmorgunin ein
av stigtakarunum siga, at
fólk vóru positiv um hotell
ætlanina. Stigtakarin og
undirritaði ganga óivað ikki
somu leiðir, tí eg havi ikki
møtt einum persóni, sum
tekur undir við at byggja
flótandi hotell og oyðileggja
perluna við Vestaruvág.
Eingin virðing fyri Havnini
Í Havn
Hanus
Jensen