Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2006 11 Hetta vildi eg sloppið und­ an Dan, men nú ert tú farin at draga meg inn í tína blaðskriving ímóti Óla Ja­­cobsen í samband við felags­formansvalið í Fiski­ mannafelagnum. Hettar gert tú tíverri á ein slíkan hátt, at tað kann skiljast, sum at kílar ella ósemja eru millum Óla sum formann og meg sum næstformann í felagnum. Tí føli eg meg noyddan at svara. Nei Dan, soleiðis er slettis ikki, tvørt­ ur ímóti. Eisini vilt tú halda tað, at Óli brúkar felagið sum sína egnu kiosk. Men Dan, hetta skilji eg sum, at vit allir í felags­ stjórnini eru nakrar bíligar lættisoppanissur. Nei takk, min gode ven Dan! Fiskimenn kenna seg als ikki sleptar upp á fjall Í samband við málið um kryvjimaskinurnar, har tú dregur meg uppí, havi eg bert hesa viðmerking: Soleiðis sum sáttmálin hjá FF er skipaður, er eingin ivi um, at ein og hvør roynd hjá reiðara at fáa manningina at víkja frá sáttmálanum er ógildug, uttan mun til, hvat ið er undirskrivað ella ikki. Tað er sjálvsagt uppgávan hjá formanninum at taka neyðug stig í so máta. Hetta stig varð m. a. tikið við tí brævi, sum varð sent reiðarafelagnum í hesum máli, og sum førdi til, at hesin trupulleiki varð greiddur. Hetta varð gjørt í samráð við umboð fyri manning, sum var partur í hesum máli. FF hevur júst verið í samband við sama umboð fyri manningina, sum vátt­ ar, at hon ikki á nakran hátt følir seg svíktan av FF í hesi søk. Annars er stórt sæð sama manning við enn, so her er eingin illstøða heldur kom­ in burturúr. Skuldi heldur fegnast um framstigini… Tað avgerandi er, at kryvji­ maskinur eru komnar um­ borð á skipini, og at ar­beiðs­ umstøðurnar eru broytt­ar munandi til tað betra hjá fiskimonnum. Her liggur parturin hjá FF ikki eftir, sum tað eisini er víst á í seinasta FF-blaði. Hendan stóra lætta fegn­ ast vit allir um. Eisini um, at hetta varð gjørt uttan at noyðast at gera á sama hátt sum við egningarmaskinuni, at manningin í fyrsta umfari kom at gjalda við niðurskurði av manningarpartinum. Eg loyvi mær at siga, at hetta er takkað veri for­mann­in­um og nevndini í sam­ráð­ing­ artoganini við reið­ara­felagið. Og Dan skal ikki ákæra Óla fyri at umsita FF sum sína egnu kiosk, og harvið óbeinleiðis stjórnina fyri dugnaloysi, ella tað, sum eg kallaði lættisoppanissur. Tú skuldi heldur verið glaður fyri, at vit kláraðu at halda býtisprosentið heldur tað enn at prutla og putla við minni góðum gitingum. Eg havi verið næstfor­ maður í Føroya Fiskimanna­ felag í 20 ár. Tað skal eingin ivi vera um, at eg havi fult álit á Óla Jacobsen sum formanni, og at eg stuðli honum til formansvalið, sum stendur fyri framman. Og, Dan, títt lesarabræv fekk meg at siga hetta al­ ment. Sambært frágreiðing Bú­skaparráðsins fyri 2006 er íløguhugurin og útreiðslurnar hjá kommun­ unum høvuðsvandamál í føroyska búskapinum í løtuni. Kommunurnar kenna sær ikki hógv og yvir­hita búskapin. Við spekula­ tivum útrokn­ingum um hvussu nógv, ið komm­ unurnar nú hava møgu­ leika at skuldarbinda seg fyri uttan góðkenning frá landsstýrinum, mæl­ ir Búskaparráðið til, at kommun­ur­nar í fram­tíð­ini skulu undir felags fíggjar­ karm við landskassan til tess at fáa tamarhald á kommunubúskapinum. Landsstýrismaðurin í fíggj­armálum, Bárð­ur Niel­sen, tók í útvarpstíð­ indunum tráðin upp. Høv­ uðsboðskapurin var, at í kommununum er eingin fíggjarlig stýring, og – enn verri – landið hevur eingi amboð at stýra og tálma kommunalu útreiðslunum við. Kommunusamskipan Føroya ógvast við hesar illgitingar um fíggjarligt ábyrgdarloysi úti í komm­ ununum, og at tað eru komm­unurnar, sum nú skulu hava ábyrgdina av yvirhitaðum føroyskum búskapi. Fyri tað fyrsta er at siga, at øll fíggjarviðurskifti í kommununum eru skipað sambært lógum og regl­ um, sum landsstýrið hevur eftirlit við, og hetta er tað, ið kommunurnar hava at halda seg til. Men tað er rætt, at saml­aðu kommunalu út­reiðslurnar eru hækkaðar síðstu árini. Hetta hongur tó neyvt saman við, at kommunalu uppgávurnar eisini eru vaksnar. Eitt nú er dagstovnaøkið og barnaverndarøkið lagt út til kommunurnar, og kommunurnar hava gjørt sær stóran ómak at skipa og menna hesi øki til at lúka lógarásettu tænastukrøvini bæði við starvsfólki og bygningum. Kommunurnar hava síðstu árini goldið niður skuld og flestu teirra hava nú fingið eitt fíggjarligt rásarúm, sum tær við skyn­semi kunnu brúka til íløgur. Men tað er ikki rætt, at kommunalu íløg­ urnar eru vaksnar munandi undanfarnu árini. Tað er tó samstundis ein sannroynd, at landið áhaldandi áleggur komm­ ununum nýggjar útreiðslur, harav fleiri krevja mun­ andi íløgur innan stutt áramál. Harafturat koma allar tær útreiðslur, sum landið á hvørjum ári slepp­ ur sær undan, og sum kommunurnar tí sjálv­ bodnar noyðast at taka á seg. At tað sostatt ikki er samanhangur mill­um fíggjar- og búskapar­poli­ tikk­in og lóg­gávu­arbeiðið hjá landsstýrinum annars á ymsu málsøkjunum, tað er ikki nakað, ið kann lastast kommununum fyri. Kommunusamskipan Før­oya metir, at tað er ver­andi ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, sum á ongan hátt er fremjandi fyri útreiðslustýringina í kommununum. At fingið hetta greitt og skipað hev­ ur nógv størri týdning fyri føroyska samfelagið heldur enn at binda kommu­nala sjálvræðið niður í ein fíggjarkarm hjá landsstýrinum, ið komm­ unurnar lítla ávirkan fáa á. Tórshavn, 8. desember 2006 Kommunubúskapurin er ikki trupulleikin Stýrisformaður, Komm­ unu­samskipan Føroya Heðin Mortensen næstformaður í Føroya Fiskimannafelag Eyðun Johannesen Vit vilja traðka út í heim, grundað á okkara rætt til frælsi, fólkaræði og javn­ rættindi. Men tað krevur, at vit eisini byggja okkara egna samfelag á fólkaræði, frælsi og javnrættindi hjá øllum persónum og bólk­ um. Tað er treytin fyri einum nútímans og skap­ andi samfelag. Samdist alt við foldina, hvørt við sínar náðir... (Fuglakvæðið) Verið errin og opin. Gangið fatt. Øll tit, sum eru sam­ kynd og øll sum stuðla rætt­ indum hjá samkyndum og øðrum minnilutabólkum, ið ikki hava javnrættindi í samfelagnum. Tykkara tol, og tað tit hava tolt. Okkara dreymar og vónir um broyting. Tað er alt spunnið tógv. Spunnið tógv, ið kann bindast til eygu í tí stóra og marglitta klæði, ið eigur at knýta fólk saman kring allan heim. Eitt klæði, ið er bundið við ymiskum stokkum. Úr ymsum tógvi, ið er spunnið á ymsum snældum og úr ymsum tilfari. Eitt klæði, ið er bundið av summum, ið binda rætt og summum, ið binda rangt. Men har tað, ið sumstaðni verður kallað at binda rætt, aðrastaðni verður rópt at binda rangt. Men alt mannatilfar kann nýtast, tí tað snýr seg um mannavirði. Tað snýr seg um, at hvør hevur rættin at liva og virka og elska. Hvørt við sínar náðir. Frælsi, fólkaræði og javnrættindi Málið um eina lítla broyting í revsilógini hevur tíverri snúð seg um so nógv annað. Men tað snýr seg burturav um frælsi, fólkaræði og javn­rættindi. Og øll tit, sum hava stig­ið fram á torg. Sam­ kynd. Foreldur. Uppskots­ stillarar. Stuðlar og stuðuls­ fyriskiparar. Tit hava giv­ið einum fyrr duldum spurn­ ingi, ítøkilig andlit, sál og hjarta. Tit hava fingið okkum at síggja okkum sjálv við eygunum hjá tí, sum er øðrvísi og at viðgera grundleggjandi frælsis- og rættindaspurningar. Tað er er bæði ein spurn­ ing­ur um eitt føroyskt fólka­ ræði, frælsi í Føroyum og lóg­ar­tryggjað rættindi hjá minnilutabólkum í Før­ oyum, sum vit ongantíð hava tikið greiða støðu til, men hava latið syftast í ongamannalandi. Men mál­ið snýr seg sam­stundis um algildar og alheims spurningar. Tá ið vit taka støðu til frælsi, javnrætt­indi og rættarverju hjá minni­ lutabólkum, taka vit eisini støðu til frælsi, javnrættindi og rættarverju hjá okkum øllum. Tí hvussu kunnu vit vera fræls, um vit ikki sam­ stundis treyta okkum at næstin er frælsur? Hvussu skulu onnur virða frælsið hjá okkum, um vit ikki virða teirra? Hvussu kunnu vit krevja at hava og menna ein sam­ leika, um vit ikki góðtaka og tryggja, at onnur kunnu hava og menna sín sam­ leika? Hvussu kunnu vit tosa um eitt fólkaræði, um vit ikki lógartryggja og lógar­ verja rættindini hjá øllum fólki, ið ikki gera seg inn á onnur? Og hvussu kunnu vit tosa um eitt fjølbroytt og livandi samfelag, um vit vilja koyra tað, sum er øðrvísi inn í skáp og burtur av samfelagspallinum? Fólkaræði er at vera ósamd og ólík Onkur vil vera við, at fólka­ræði snýr seg um at meirilutin ræður, og at tað, sum er mest og líkt, hevur framíhjárætt. Eftir mínum tykki er tað júst øvut. Fólkaræði snýr seg um at vera ósamd og ólík. Fólka­ræði snýr seg um at lógartryggja rættindini hjá øllum persónum og hjá øll­um minnilutum uttan mun til eyðkenni ella frá­ bregði – so leingi tey ikki gera seg inn á rættindini hjá øðrum. Og um vit ikki berjast fyri tí – hóast vit kunnu vera so ósamd sum nakrantíð við okkara næsta og við minnilutabólkar – so er okkara egna frælsi eisini tómt. Tá kunnu aðrir meirilutar taka okkara frælsi burtur við givið høvi. Frælsisstríð og stríð um javnrættindi eru í veru­ leikanum drívmegin í allari heimssøguni. Tað, sum hev­ ur flutt mørk í heiminum, eru ikki pengar og vápn og tøkni. Men stríð fyri frælsi og javnrættindum. Um tað eru tjóðir, stættir, aðrir samfelagsbólkar, kvinnur, fólk við ávísum húðaliti og uppruna, politiskari sann­føring ella trúarbólkar. Tey hava stríðst móti teirri fatan og móti teimum sam­ felagsskipanum, sum hava hildið uppá, at frælsi hjá einum bólki er treytað av, at onnur ikki hava frælsi og javnrættindi. Og øll døpur mein í heimssøguni eru høgd við, at tey, ið sita við valdinum ikki vilja geva framíhjárættindi frá sær til tey, ið krevja javnrættindi. Men tá stríð um javnrætt eru vunnin, hevur tað gjørt øll frælsari. Tá er tað marg­ falda og fjølbroytta skapt. Hóast vit í Føroyum tíbetur hava havt minni ógvis­lig stríð um frælsi og javnrættindi enn vit kenna aðrastaðni í heiminum, so er stríðið tað sama. Stættir, kvinnur, fólk við øðrvísi húðaliti og uppruna, øðrvísi politiskari sannføring og ikki minst trúarbólkar hava upp gjøgnum seinastu øld og enn í dag mugað stríðst fyri javnrættindum og minni­lutaverju. Ger seg ikki inn á frælsið hjá øðrum Sjálvandi skulu tey tryggj­ ast javnvirði og javnrætt. Eins og fólk við ymiskum kynsligum samleika. Tað merkir ikki, at bólkar hava fingið serrættindi ella serlóggávu ella hava gjørt seg inn á rættindini hjá øðrum. Tað merkir heldur ikki, at øll forfylging og vantandi javnstøða er burtur. Tað merkir bara, at øll eru líka fyri lógini og at øll hava krav uppá somu lógarverju í einum fólkaræðisligum rættarsamfelag. Broytingin í revsilógini snýr seg um at øll skulu verjast ímóti at fólk tilvitað eggja til hóttan, háðan ella niðurgering í almenna rúminum mótvegis bólkum, ið hava eginleikar, ið vit øll eru fødd við. Uppruna, húðarlit, tjóðskap, trúgv og eitt kynsligt tilhall. Lóg­ in verjir øll, tí hon nevn­ ir bert grundleggjandi menniskjalig eyðkenni, ið øll hava, men sum sjálvsagt eru ymisk. Hon verjir bæði meirilutar og minnilutar. Lógin ger seg heldur ikki inn á rættindi hjá nøkrum øðrum. Vit vilja traðka út í heim, grundað á okkara rætt til frælsi, fólkaræði og javn­ rættindi. Og vit eiga at stríð­ ast fyri frælsi, fólkaræði og javnrættindum hjá øðrum við í einum fjølbroyttum heimi. Men tað krevur, at vit eisni byggja okkara egna samfelag á fólkaræði, frælsi og javnrættindi hjá øllum persónum og bólkum. Tað er treytin fyri einum nútímans og skapandi samfelag. Í løtuni er myndin hjá umheiminum av okkum tann øvuta. Vit eru øll koyrd í ein bás, vit ikki kenna okkum aftur í. Tað mugu og skulu vit broyta. Og tað fer at eydnast. Um vit semjast øll við foldina. Hvørt við okkara náðir. Hvørt við sínar náðir... Høgni Hoydal Havi fult álit á Óla! viðmerkingar