mánadagur 11. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 239 - 11. desember 2006
Orðaskifti um ein alterna
tivan flogvøll sum hevur
tikið seg upp seinastu tíð
ina hevur lítið við veru
leikan at gera, tá tað snýr
seg um at niðurgera ver
andi flogvøll.
Sum vit øll eru greið
yvir, so eru Føroyar eitt
oyggjaland við firðum og
sundum og við høgum
fjøllum, sum ger at óan
sæð hvar tú leggur ein
annan flogvøll, so slepst
ikki undan meira og minni
ógvusligum
turbulensi
alla staðni.
Taka vit tildømis Skorð
hæddina og Glyvursnes
undir einum so slepst ikki
undan ógvusligum turbu
lensi, tí við innflúgving
skal flúgvast rúma tíð yvir
fjøll og firðir við turbu
lensi, ið er líka ringur ella
verri enn Mykinesfjørður.
At tað so í fullum álvara
verður tosað um, at eitt
samfelag við 48.000 íbúgv
um skal hava ein alterna
tivan flogvøll við øllum ið
hartil hoyrir, eins og eina
milliarda íløgu, ja tað má
sigast at vera langt úti.
Tá ein so hugsar um
samferðslunetið, sum ikki
hevur sín líka í heiminum
hvat kostnaði viðvíkir og
vit harafturat kunna ferðast
úr einum enda í annan,
har 85% av fólkinum býr,
ja ta er eingin ivi um at
Føroyar koma í Guinness
metbókina, sum tað land
ið ið byggir flogvallir
alt eftir hvussu vindurin
blæsir, og tá haldi eg, at
Svínoyggin er nógv tað
besta alternativið til ein
framtíðar flogvøll.
Frank
DAvidsen
Svínoyggin eitt
alternativ
Vit, ið eru blivin gomul,
sum minnast aftur í 20.
og 30. hvar sambandið
við amtmanni á odda var
einaráðandi í Føroyum og
hvar allur handil og fiskasøla
gekk einans gjøgnum dansk
ar grossistar.
Prísurin var altíð í botni
fyri fisk. Tá hesir grossistar
høvdu
skúmað
róman,
fingu teir at síggja, hvussu
nógv teir vildu av við til
føroyingar, soleiðis minnist
eg hetta. Eg minnist eisini,
tá tað hoyrdist at danski
statsministarin
Stauning
skuldi koma til Føroyar,
hvussu fólk tosaðu og settu
sína vón til at hann fór at
gera okkurt so tað bleiv
liviligari. Tað bleiv alt annað
enn liviligari í Føroyum
aftaná at Stauning hevði
verið í Føroyum. Eg haldi
fyri vist, at Stauning var
íbirtarin til tann føroyska
javnaðarflokkin, sum ikki
hevur roynst nakað betur
enn sambandið. Liviligari
hevur hann ikki gjørt tað
í Føroyum. Tá so lítið og
einki fekst fyri fiskin hvar
skuldi so pengarnir koma
frá. Eg kendi nógv, sum
høvdu havt við skip at
gera, sum blivu fláaði inn á
skinnið og húsvill, eg visti
eisini um børn, sum gingu
grátandi svong. Tá so fólk
blivu rakt av tuberklum,
sá svart út. Okkara kendi
málari S. J. Mikines bleiv
so rørdur av øllum sum
doyðu, at hann tók pensilin
í hond og málaði tann kenda
málningin »Gravarferð«.
Men hvørki sambandi ella
javnaðarflokkurin
fingu
eyguni upp hvar feilurin
lá. Tað skuldi kom at vísa
seg í 1940 tá vit sluppu av
við danir.
Vit eru nú í 1939, vit
komu heim í oktober
mánaði frá Grønlandi og
fiskiskapurin hevði verið
hampuliga góður, men tá
landað bleiv, fingu vit ikki
meira enn 33 oyru fyri
kilo. Tá liðugt var at landa
fiskin, bleiv skipið fortøjað
og alt bar á tað borðið, at
skipið fór undir hamarin,
men í 1940 kom ein
íslendskur útgerðamaður,
hann gjørdi skipið út um
várið við toskagørnum og
um heystið gjørdi hann
aftur skipið út at sigla við
ísfiski til Bretland. Skip
og manning høvdu góðan
sáttmála og samarbeiðið
var sera gott og vardi alt
kríggið. Vit vóru í Íslandi tá
vit hoyrdu at týskurin hevði
spasera óhindraður inn í
Danmark. Og somuleiðis
var tað positiva hent, at
bretar høvdu ávarað før
oysk skip um ikki at flagga
við donskum flaggi. Amt
maðurin stríddist saman við
sambandinum ímóti, men
endin varð, at amtmaður
og sambandi máttu bíta í
ta súra eplið. Og soleiðis
bleiv tað føroyska flaggið
góðkent
av
Bretlandi,
soleiðis minnist eg tað.
Tjóðskaparrørslan
var
ógvuliga sterk undir kríg
num, tað kom týðiliga fram,
at fólkið hevði innstilla seg
til at klára seg sjálvt. Vit
kendu heldur ikki til nakað
annað. Nú vóru vit fyri
einaferð skuld sloppin úr
tí donsku spennitroyggjuni
og teimum donsku grossist
unum. Alt kom at síggja
ljósari út aftaná týskurin
hevði hersett Danmark
í 1940. Bara spell at vit
føroyingar ikki tóku landið
aftur í 1940, sum danir
høvdu roynt í gjøgnum
nógv hundrað ár at tiltuska
sær. Amtmaðurin Hilbert
átti at verið handtikið og
frásettur í 1940. Rættast
hevði verið at havt hann
sitandi í húsarrest, tí hann
var ein meinbogi fyri okkara
merki. So skuldi vit latið
umheimin vitað, at Føroyar
var
ein
sjálvstýrandi
republikk.
Kríggið var av í 1945
og Føroyar slopnar burtur
úr tí hungurstíð, sum ta
danska kongaríkið má bera
alla ábyrgd av. Nú galt
tað um at vera varin, so
vit ikki aftur endaðu í tí
donsku spennitroyggjuni,
men hvat gera okkara løg
tingsmenn - kríggið var
ikki meira enn avhasað tá
nógvir løgtingsmenn fóru
bløðkandi til Danmarkar.
Hesir løgtingsmenn gingu
sum býttlingar og mólu
í Keypmannahavn. Tað
hevði verið nógv betri, um
teir sótu á reyvini heima.
Fíggjarliga vóru vit endiliga
blivnir væl fyri, men so
skjótt hesir býttlingar seta
fótin á danska jørð hava
teir fingið okkum í somu
støðu sum í 20. og 30.
Aftaná langar og drúgvar
samráðingar høvdu danir
gjørt sítt egna uppskot sum
alt løgtingið tók undir við.
Dagurin var eisini settur til
14. september 1946. Tað
galt loysing ella danska
uppskotið. Nú hoyrdist
at okkara maður Jóannes
Patursson var deyður 2.
august 1946. Tað kom okk
um loysingarfóki illa við,
tí longu tá var álitið á hini í
flokkinum fokið, men tross
alt vann loysingin við 5.638
atkvøðum móti danska upp
skotinum sum fekk 5.454
atkvøður. Kort aftaná val
ið hoyrdi eg danska stats
ministarin Knud Kristensen
hvar hann ynskti okkum
tillukku og vónaði hann,
at vit komu at skiljast sum
vinir. Eg trúgvi ikki at
nakar í loysingarflokkinum
hevði nakað ímóti tí, men
vit vildu ikki koma aftur
í somu støðu sum í 20.
og 30. har vit vóru eitt
tilafturskomið hjáland í tí
danska ríkinum.
Nú rotta Kristian Djur
huus, Petur Mohr Dam
og aðrir suðuroyingar seg
saman til at fáa danskt
krígsskip til Føroyar til
at niðurberja okkum sum
lógliga høvdu valt loysing.
Eisini fingu teir ta donsku
regeringina í sín part og tann
danska, hálvdeyða kong
Kristian. Ein stór skomm
fyri ta danska kongahúsið,
at stinga okkum í ryggin,
ið høvdu valt fríheitina.
Kongurin hevði ongan rætt
til at blanda seg í okkara
sakir og serliga ikki aftaná
at loysingin hevði vunnið
valið. Nú vóru vit leysir
av tí danska kongaríkinum.
Ein so elendig tingmanning,
sum sat á løgtinginum aftaná
14. september haldi eg ikki
fanst verri í allari verðini.
Har var bara eitt ljós, og tað
var Jákup í Jákupsstovu.
Hann visti, at nú galt sam
anhald. Hinir allir vóru
stórir landasvíkjarar. At
Jákup ikki verður mintur
hvønn 14. september, er
besta prógvið um, hvussu
langt við síðuna av vit eru.
Somuleiðis at løgtingið og
landsstýrið hevur útihýst
okkara kæra merki, størsta
dag hjá okkum, sum enn
eru á lívi, 14. september.
Skammi tykkum, at vera
so stórir landasvíkjarar,
hvat rakar tað okkum, um,
nakrir danskir prinsar og
ein donsk dronning hava
føðingardag? Somuleiðis
nær og hvar danir halda
sín grundlógardag. Einki av
hesum viðkemur mær. Hatta
misbrúka okkara løgting og
landsstýri okkara merki til,
syrgiligt! Trýss ár eru farin
afturum síðani vit valdu
fríheitina, men enn eru vit
lítið frægari enn í 1939.
Hvar er okkara pass?
Løgting og landsstýri hava
roynt at lagt allar mein
bogar fyri at Føroyar ikki
skulu blíva kendar úti í
verðini. Passið skuldi fylgt
við merkinum, sjálvandi.
Dánjal J. Thomsen spyr í
Dimmu
um
føroyingar
hava sagt seg úr tí danska
ríkinum, ja, tað gjørdu vit
tann 14. september 1946.
At Føroyar ikki bleiv skrá
sett sum republikk líka
aftaná fólkaatkvøðuna í
1946, hevur kostað okkum
dýrt. Nógv órudduligt fór
fram aftaná fólkaatkvøðuna
í 1946 og serliga tá Andrass
Samuelsen bleiv kroystur
niður yvir heysarnar á okk
um sum løgmann. Tað mest
náttúrliga hevði verið at
fólkið hevði valt ein forseta
og ikki løgmann. Løgting og
landsstýrið hevur í langa tíð
møsnað um visiónir, men
einki er gjørt fyri at bremsa
teimum mongu donsku
drepandi forðingunum. Tað
sum hendan samgongan
hevur havt at bjóða okkum,
er at vit fara í grøvina sum
tilafturskomnir
danskir
kolonistar. Tey, ið hava roynt
at sabotera fólkaatkvøðuna
frá 1946 burdu fyri langt
síðani verið handtikin og
drigin fyri ein dómstól.
Teg burdu verið handtikin ...
Mads Andrias
Fitju
Jóhann Mortensen avsann
ar ikki, at samband er mill
um ÙF og Dan R. Peter
sen. Hann sigur, at Dan R.
Petersen, ikki hevur sam
band til tíðindadeildina.
Tað hevði verði gott, um
Jóhann Mortensen, so hevði
kundi sagt okkum hvat fyri
samband var millum ÚF og
Dan R. Petersen. Tí fari eg
at spyrja Jóhann Mortensen,
hvat fyri samband er ella
hevur verið millum ÙF
og Dan R. Petersen. Also,
hevur Dan R. Petersen havt
nakað við ÙF at gera, eitt
nú nevndar-arbeiði ella so?
Eini ráð til ÚF, tit eiga
at gera sum SVF. Fyri ca 3
árum síðani, var herviligur
ágangur móti sjómonnum.
Tá spurdi SVF, ein av mann
ingini av einum trolara
um viðurskiftini umborð.
Hesin maðurin segði síðani
hvussu støðan var umborð.
Tað var nakað heilt annað
enn tað, “Prognombólkurin
Móti Fiskimonnum” , førdi
fram.
Tað skuldi verði rættiliga
einfalt Jóhann Mortensen.
Jóhann Mortensen avsannar ikki, at samband
er millum Dan R. Petersen og Útvarpið
Jan
Højgaard
Í sambandi við spurningin
sum varð sendur GMF um
alment innlit í FSF og
sum var svaraður ógvuliga
greitt av Sigmundi Poul
sen, løgfrøðingi, sat føroya
fólk eftir við tí fatan, bæði
av innsenda spurninginum
og viðgerðini av spurn
inginum í seini heild at FSF
fær millióna upphæddir
frá tí almenna, men hetta
er ikki veruleiki.
Sambært fíggjarætlanini
hjá FSF fyri 2006 og sum
varð løgd fram á aðal
fundi FSF’s í februar,
er samlaða inntøkan hjá
FSF í ár mett til umleið
18 mill. kr. og av hesum
er samlaði stuðulin frá
landinum 980 túsund kr.
og svarar hetta til umleið
5,5% og er hetta á leið
tað sama sum hevur verið
galdandi seinastu árini.
Við tað at sendingin
GMF ikki gjørdi vart við
hetta beinanvegin, hóast
biðið varð um tað, eru
hesar reglur skrivaðar.
Takk til GMF mann
ingina annars fyri góða
sending.
Við ítróttakvøðu
Viðmerking til góðan
morgun Føroyar í Útvarpi
Føroya mikudagin,
29. november 2006
aðalskrivari í FSF
Ísak
Mikladal
viðmerkingar