mánadagur 11. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 11. desember 2006
13
Bjarni í Sjúrðagarði, Kaldbak, andaðist 10.
desember á Landssjúkrshúsinum, 41 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Anni Højgaard, døttir Hjørdis og Arna Højgaard,
Toftir, andaðist leygarkvøldið á Glostrup
Sjúkrahúsi, 50 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri bróðir okkara
Jóhannes Jacobsen
Kollafirði
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarandi
Bernhard, Anna og Kada
Dagurin í morgin
12. desember. Epimachus, deyður umleið ár 250. Kristin
maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið
Decius keisari ráddi.
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at min kære
Anni
og okkara elskaða dóttir og systir
andaðist á Glostrup Sjúkrahúsi leygarkvøldið
50 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni í Útvarpinum.
Keith, Hjørdis, Arni, Jógvan
og Sigvør við familju
Tey, ið vilja minnast Anni Højgaard, kunnu lata eina
gávu til Føroya Felag móti Krabbameini.
Í sínum starvi
sum málarar
málaðu Poli Mohr
Poulsen og Bárður
Vestergaard seinasta
fríggjadag húsini hjá
borgarstjóranum í
Havn íklæddir sum
jólamenn
Jólamenn
Tá vit settu okkum í sam
band við teir til tess at
finna útav, hvør orsøkin
er til løgna málarabúnan,
søgdu teir m.a. “Nú hevur
tað verið tosað so nógv
um, at veðurlagið broytist.
Vit vilja við hesum vísa á,
at veðurlagið er ikki tað
sama, sum tað hevur verið.
Boðskapurin hjá okkum er,
at vit skulu øll virka fyri,
at útlátið verður minkað,
sigur Poli. Sum málarar
merkja vit væl broytingarnar
í veðurlagnum. Bara tað
at vit kunnu byrja at mála
hesa ársins tíð, sigur alt.
Vit byrjaðu at mála longu í
februar í ár, og tað er eisini
óvanliga tíðliga” sigur Poli.
Eg plagi ikki at luttaka í
almenna kjakinum, men eg
vil fegin fáa ein boðskap
fram í hesum førinum, sigur
Poli, sum viðgongur, at fólk,
sum hava koyrt framvið,
hava hugt sera nógv eftir
teimum.
Jólabúnin verður tó ikki
fasti málarabúnin hjá teim
um báðum.
Jólamenn málaðu
Poli Mohr Poulsen og Bárður Vestergaard málaðu í síðstu húsini hjá borgarstjóranum í
Tórshavnar komunu, Heðini Mortensen, í Jónas Broncksgøtu, íklæddir sum jólamenn
Mynd: Jens Kristian Vang
Í spurnarkappingini hjá
Gunnari Nolsøe “á Quizt
inum” í útvarpinum leygar
kvøldið 9. november, vóru
fleiri av spurningunum í sam
band við bilar og ferðslu.
Luttakarar vóru eisini fólk
sum hava við bilar og ferðslu
at gera. Jón Kragesteen,
leiðari á Ferðslutrygd, og
Sofus Hansen, bilbyggjari,
kappaðust móti Janusi
Haraldsen, blaðmanni á
Dimm alætting, og Magnusi
Gunnarsson, blaðmanni
á Sosialinum, sum báðir
skriva um bilar.
Úrslitið varð 16-18.
Blaðmenninir á Dimm
u
og Sosialinum vunnu við
tveimum stigum.
Bilar á Quiztinum
Luttakararnir í
spurnarkappingini
f.v.: Jón Krage
steen, leiðari
á Ferðslutrygd,
Janus Haraldsen
frá Dimmalætting,
Magnus Gunnars
son frá Sosialinum,
og Sofus Hansen,
bilbyggjari. Sofus
tók við musikalsku
avbjóðingini og
framførdi ein sera
vakran sang