Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 239 - 11. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin 1. desember 2006 var móttøka á Føroya Realkreditstovni, ella Real­in­ um, í sambandi við, at Gunn­ bjørg Rubeksen, sum hevur starvast á stovninum í gott 35 ár, legði frá sær sum 67 ára gomul. Undir móttøkuni vóru fam­ ilja, vinir og mong av teimum sum dagliga samstarva við Realin komin saman fyri at heilsa upp á Gunnbjørg, nú hon gevst á stovninum. Óli Heinesen, stjórnarlimur, og Osmund Justinussen, um­ boðsnevndarlimur í Real­ inum, hildu røðu fyri henni. Gunnbjørg hevur arbeitt undir fleiri ymiskum stjórum. Hetta hevur sjálvandi sett stór krøv til starvsfólkini. Realurin og prísráðið høvdu skriv­stovu saman í mong ár. Realurin hevði 50 ára stovn­ingardag í fjør, so Gunn­­bjørg hevur verið á stovn­­inum meginartin av tíð­ini, stovnurin hevur verið til. Sum tað varð sagt undir móttøkuni hevur Gunnbjørg altíð verið eitt álitisfólk. Hon var eisini sjálv verið virk­ andi leiðari á stovninum eitt tíðarskeið. Gunnbjørg, f. Jacobsen, er ættað av Skála, og er gift við Hendriki Rubeksen, politisti. Tey eiga døturnar Lisu og Honna, og barnabørnini eru 6 í tali. Gunnbjørg arbeiddi sum skrivstovukvinna hjá P/F Poul Hansen í fleiri ár. Eitt tíðarskeið, meðan Hendrik lærdi til politist, arbeiddi hon eisini á skrivstovu í Danmark. Gunnbjørg Rubeksen: Lagt frá sær á Realinum Óli Heinesen, stjórnarlimur í Realinum, handar Gunnbjørg Rubeksen ein málning, hjá Zacharias Heinesen av Oyndarfirði, sum gávu frá stovninum Gunnbjørg saman við manninum Hendriki Rubeksen og ommusynunum Rógva og Hanus Starvsfólk á Realinum, f.v.: Leivur Michelsen, dagligur leiðari, Elvira Poulsen, Gunnbjørg Rubeksen og Egil Simonsen, sýnsmaður F.v.: Elvira Poulsen, Sólvá Dam, einkjan eftir Atla Dam, sála, sum var dagligur leiðar á Realinum, og Gunnbjørg Rubeksen Gunnbjørg og Birgir Simonsen, fyrrverandi sýnsmaður hjá Realinum Osmund Justinussen, umboðsnevndarlimur í Realinum