Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 239 - 11. desember 2006 tíðindi Fríggjadagin søgdu tey farvæl og væl­ komin í høvuðs­ deildini hjá Føroya Tele. Tá var samkoma í sambandi við stóraskiftið, nú Kristian Davidsen hevur tikið við sum stjóri, og Andras Róin hevur lagt frá sær. STJÓRASKIFTI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Skipað varð fyri hugnaligari móttøku við tónleiki og sangi í Klingruni – høv­ uðsdeildini hjá Føroya Tele hósdagin. Nevndarformaðurin í Før­oya Tele, Hákun Stein­ grímsson segði nøkur orð eins og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum og høvuðsper­són­ arnir báðir. Hákun Steingímsson vísti á, at tey skuldu markera eitt nýtt tíðarskeið í felagnum. Vit skulu siga einum stjóra farvæl og bjóða ein­ um stjóra vælkomnum. Andras hevur valt at fara aðrar leiðir, og Kristian hev­ ur játtað at tikið yvir eftir hann, segði Hákun Stein­ grímsson. Síðani takka hann Andrasi fyri tíðina: - Tú hevur longu verið her í 11 ár, og ikki kann sigast annað enn, at tað ahva verið 11 hendingarík ár. Eg pástóð á 100 ára veitsluni, at hetta hava ver­ ið tey endingaríkastu 11 árini í søgu felagsins, og tað vil eg gjarna endurtaka, segði hann. - Fjarskifti sum orð var ikki til fyri 11 árum síðani. - Fjarskifti sum málsøki er yvirtikið - Fjarskiftismarknaðurin er liberaliseraður, og mono­ polið er burtur. Kapping er á øllum økjum - FarIce kaðalin er lagdur - Felagið hevur bygt hesi snotuligu húsini, sum so hevur verið við til at savnað felagið bæði so og so. Hákun Steingrímsson helt, at tað var kanska ikki so løgið, at Andras nú vildi royna nýggjar leiðir, men segði, at hann kortini fór at verða saknaður. - Vit fara serliga at sakna: - tíni evni at síggja tingini øðrvísi - tín máta at fylgja egnum sannføringum, hóast tær onkuntíð gingu móti streyminum - tína rættvísiskenslu - tín ikki-snobbuta fasong - og ikki minst – og tað er mín persónligi favorittur – tíni evni at provokera. Tað er neyðugt til tíðir, og vit vera absolut fátækari uttan tey, eingin ivi um tað! Síðani takka Hákun Stein­ grímsson Andrasi Róin fyri tíðina og beyð nýggja stjór­anum vælkomnum. Hann segði, at hóast nógv fundarvirksemi, høvdu tey í nevndini eina rímuliga lætta uppgávu at finna ein nýggjan stjóra til Føroya Tele. - Eg haldi, at yvirskriftin í Dimmalætting aftan á at navnið varð al­manna­ kunngjørt í veru­leik­an­ um segði alt: »Skraddara­ seymaður stjóri til Før­oya Tele«, og vit eru púra samd, segði Hákun Stein­ grímsson. • Kristian Davidsen er sivilverkfrøðingur • hevur HD innan organisa­ tión • drúgvar leiðsluroyndir frá Ericsson • royndir sum stjóri á Strand­ferðsluni • og so hevur hann arbeitt fyri Føroya Tele fyrr Við hesum helt Hákun Stein­grímsson, at vit ikki kundu siga annað enn, at maðurin er sjálvskrivaður til starvið. - Kristian, nevndin kenn­ ir seg heilt trygga við at leggja dagligu leiðsluna av felagnum í tínar hendur, og vit ivast ikki eina løtu í, at tú ert førur fyri at loysa stóru uppgávurnar, ið liggja fyri framman, og at vit fáa eit tgott samstarv framyvir, segði Hákun Steingrímsson og yngsti honum tillukku og góða eydnu við starvinum. Ein ikki-snobbutur stjóri og ein skraddaraseymaður stjóri... Hákun Steingrímsson, nevndarformaður, saman við fráfarandi stjóranum, Andras Róin, og nýggja stjóranum, Kristian Davidsen Mynd: Jens K. Vang Kristian og Andras saman við konunum Mynd: Eirikur Lindenskov Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti, á móttøkuni Mynd: Jens K. Vang Nógv fólk vóru við til móttøkuna í Klingruni Mynd: Jens K. Vang