Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2006 17 tíðindi – Fyrireikingarnar at einskilja FT eru komnar undir land, so nú er ikki langt eftir til endaligu politisku viðgerðina. At vera komin undir land er betryggjandi, men tað er har politisku skerini liggja, so næstu mánaðirnir fara at avdúka, hvussu vit í semju megna at skrúva saman endaliga einskiljingarleistin, har vit samansjóða kapping á fjar­skiftis­ marknaðinum saman við framhaldandi menning av FT segði Bjarni Djurholm, landssstýrismaður á samkomu í Føroya Tele fríggjadagin Stjóraskifti Jan Müller jan@sosialurin.fo Rættiliga fitt av fólki varð komið saman í nýggja og stásiliga bygninginum hjá Føroya Tele fríggjadagin at siga Andras Róin, stjóra farvæl og bjóða tí nýggja stjóranum Kristian David­ sen, vælkomnan. Teirra mill­ um var lands­stýris­maðurin Bjarni Djurholm. Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin til hesa móttøkuna nú Andras Bjarni Djurholm vísti á, at tað krevur sum mann at vera stjóri í FT Sessurin er krevjandi og fer áhaldandi at vera krevjandi eisini nú Kristian Davidsen tekur við. Og hann helt fram: - At vera stjóri í fjar­ skiftisfyritøku krevur, at stjórin er kreativur, innova­ tivur og kanska ikki minst risikovilligur. Samskiftisumhvørvið broytist alsamt, so er tú ikki við, ja so fert tú aftur við borðinum, og tað er treytaleyst. Tí krevst nógv av leiðsluni í FT. Síðani Andras Róin tók við er FT farið frá fortíðini inn í framtíðina. Andras tók við avbjóðingunum og var exponetur fyri teimum broytingum sum hendu síðani. Og tað var mest at rokna sum ein kollvelting. Stovnurin gjørdist til partafelag, og Føroya Tele hevur síðani virkað í kapp­ ing. Broytingin kom í tøkum tíma. Fjarskifti er eyðkent við stórum tekniskum bylt­ ing­um og framburði, sum hevur við sær vaksandi tørv og krøv frá kundunum. Eisini broytist samfelagið alsamt, sum aftur er treyt­ að av menningini av fjar­ skiftisveitarunum. Nú er so næsti leikur fyri framman. Fyrireikingarnar at einskilja FT eru komnar undir land, so nú er ikki langt eftir til endaligu polit­ isku viðgerðina. At vera komin undir land er betryggjandi, men tað er har politisku sker­ ini liggja, so næstu mán­ aðirnir fara at avdúka, hvussu vit í semju megna at skrúva saman endaliga einskiljingarleistin, har vit samansjóða kapping á fjarskiftismarknaðinum sam­an við framhaldandi menn­ing av FT. Rós Landsstýrismaðurin vendi sær beinleiðis til fráfarandi stjóra Andras Róin og segði, at hansara lutur hevur ikki ligið eftir. - Tú hevur megnað, saman við nevnd og starvsfólkum, at borið Føroya Tele ígjøg­num broytingar frá almennum stovni til parta­ felag í kapping. Eisini er tað tær til rós, at føroyska innanlanda- og uttanlandsfjarskiftiskervið er tíðarhóskandi og at javn­ ur streymur av nýggjum tæn­astum til kundarnar hevur verið meginreglan farnu árini. Tíni evni fyri góðari starvsfólkarøkt er ein av orsøkunum fyri succesina. Hetta var serliga sjónligt tá Telefonverkið skifti til partafelag og har tað eydnaðist at fáa øll starvs­ fólkini at vera viðspælara. Ein sólskins­søga. Og ikki minst, so letur tú ein fyritøku til tín eftirmann, har úrslitini árliga aftaná skatt hava ligið um tær hálvthundrað mio kr. Stóra takk fyri tað. Megnaruppgáva Frá fráfarandi stjóranum vendi Bjarni Djurholm sær til nýggja stjóran Kristian Davidsen og segði, at hann hevur nú tikið við hesi megnaruppgáva at standa á odda fyri Føroya Tele. - Eri vitandi um at tú hevur góðar fortreytir at røkja starvið bæði fak­liga og tá tað ræður um leiðslu­ royndir. Sum landsstýrismaður í KT- og vinnumálum ynski eg, at Føroyar er ein nýskapandi og altjóðagjørda tjóð við KT sum drívmegi. Føroya Tele er ein sera týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum at náa hesum málinum. Í altjóða høpi er gongdin tann, at stórur dentur verður lagdur á viðskiftafólkini og at tað serliga eru 3 viður­ skifti, sum gera seg gald­ andi. Viðskiftafólk í dag og framyvir leggja dent á og ynskja ”connectivity”, ”convenience” og ”cost”. Connectivity merkir, at kund­arnir seta fram krav um at atgongd er til fjar­ skifti altíð og allastaðni, ”convenience” merkir at kund­arnir ynskja at tað er hent og høgligt at brúka fjar­skifti, og ”cost” merkir, at prísurin skal vera áhuga­verdur hjá viðskifta­ fólkunum. Teknisku møguleikarnir eru ikki avmarkingin, av­ bjóðingin er at ganga ynskj­ unum hjá viðskifta­fólk­un­ um á møti. Kristian. Eg kenni teg sum ein nærlagdan, ábyrgd­ arfullan og dugnaligan mann. Tí er tað mín sann­ føring, at tú fert at megna at bera tann førningin víðari, sum Andras Róin hevur sett frá sær. Tín vitan og grundsjón er tryggleiki fyri, at FT framhaldandi verður ein spennandi fyritøka í vøkstri. Ein fyritøka sum aðrar kunnu spegla sær í. At enda takkaði lands­ stýrismaðurin Andras Róin við at bera honum tey bestu ynski frameftir, og loyvdi sær at vóna, at hansara vitan og førleiki fer at gagna føroyska sam­ felagnum í aðrar mátar. - Eisini vil eg ynskja Kristian Davidsen hjartaliga tillukku og tey bestu ynski í nýggja starvinum sum stjóri í Føroya Tele. Landsstýrismaðurin kunn­aði um, at umboð fyri Vinnumálaráðið luttekur á altjóða ITU (International Te l e­ c o m m u n i c a t i o n Union) rástevnu í hesum døg­um í Hong Kong, og er fokus serliga á fram­ tíðar­tøknina, á ynskini hjá viðskiftafólkunum og nýggj krøv til fjarskiftis­ lóggávuna. Fyrireikingin av Einskiljing av Føroya Tele undir land Bjarni Djurholm, landsstýrismaður gav fráfarandi og komandi stjóranum blómur Mynd Jens K Vang Tríggir Føroya Tele stjórar. Frá høgru Sólbjørn Jacobsen, Andras Róin og Kristian Davivdsen Mynd: Eirikur Lindenskov