Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 239 - 11. desember 2006 - Marknaðarstøðan hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt seinastu árini. Frá at vera einsamalt á føroyska marknaðinum er Føroya Tele nú ein fyritøka í kapping við aðrar veitarar. Hóast fyritøkan øll árini hevur lagt stóran dent á at veita viðskiftafólkunum so góðar tænastur sum til ber, so hevur kappingin við sær, at vit mugu spenna okkum enn meira út og renna enn skjótari segði nýggi stjórin, Kristian Davidsen á samkomu fríggjadagin. Stjóraskifti Jan Müller jan@sosialurin.fo Kristian Davidsen beyð mongu gestunum, við­ skifta­fólki og starvsfólki væl­komin í Klingruna í sambandi við, at Andras Róin hevur lagt frá sær, og hann sjálvur tekur við. Hann takkaði í røðu síni fyri álitið, sum nevndin hevur sýnt sær, nú hon hevur sett seg í starv á Føroya Tele. Hann vísti á, at tað er við spenningi og stórari virðing fyri uppgávuni, at hann fer undir hesa avbjóðing, og hann ivast onga løtu í, at við dyggum stuðli frá øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum á Føroya Tele, fer framtíðin at verða bæði spennandi og gevandi. Menningin Nýggi Føroya Telestjórin segði, at menningin á tele­ økinum gongur við rúkandi ferð, og sera nógv er hent hesi seinastu árini. Og hann helt fram: - Skrúva vit tíðina aftur til fyrst í 90’unum, so var fartelefonin nakað, sum bara ávis vinnulívsfólk kundu loyva sær at hava. Internetið var eitt nærum ókent fyribrigdi, og so seint sum í 1995 skal Bill Gates hava sagt, at “The Internet is dead”. Hann fekk tó ikki heilt rætt, og nú 10-12 ár seinni kunnu vit staðfesta, at nærum hvørt barn í skúlaaldri gongur við fartelefon, eins og internetið er vorðin ein vanligur partur av føroysku heimunum. Byrjanin Sjálvur væntaði nýggi stjór­ in, at menningin, sum vit hava upplivað á teleøkinum seinastu árini bara er byrj­ anin upp á nakað nógv størri. - Vit uppliva í løtuni eina samanrenning millum tað, sum vit í dag kenna sum vanlig telefon, sjónvarp og inter­net. Á Føroya Tele arbeiða vit støðugt við at menna netið út til før­ oysku húsarhaldini, og í framtíðini fara vit óivað at fáa allar hesar tænasturnar úr einum og sama stikki í vegginum. Fartelefonin, sum vit kenna hana í dag, fer óivað at verða avloyst av eini eind, sum fer at veita kundanum enn fleiri og øðrvísi tænastur enn tær, vit kenna í dag. Øll hesi viðurskifti fara at skapa eina aðra virðissamanseting hjá okkara kundum, og tað merkir, at inntøku­grund­ arlagið hjá Føroya Tele eisini fer at broytast kom­ andi árini. Marknaðarstøðan Kristian Davidsen nam eisini við marknaðarstøðuna og segði: - Marknaðarstøðan hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt seinastu árini. Frá at vera einsamalt á føroyska marknaðinum er Føroya Tele nú ein fyritøka í kapping við aðrar veitarar. Hóast fyritøkan øll árini hevur lagt stóran dent á at veita viðskiftafólkunum so góðar tænastur sum til ber, so hevur kappingin við sær, at vit mugu spenna okkum enn meira út og renna enn skjótari. Við hepnari hond og stórum ágrítni hava nevnd og leiðsla saman við starvs­ fólkunum leitt Før­oya Tele gjøg­num hesa ábjóðandi menn­ingar­tilgongd. Út um landoddarnar Í londunum rundanum okk­ um hava fleiri telefyritøkur sum fyrr bara virkaðu á heimamarknaðinum nú vent sær út um landoddarnar at kappast við aðrar fyritøkur á nýggjum marknaðum. Komandi árini ætlar Føroya Tele at leggja enn størri dent á at verða partur av hesum ráki og soleiðis skapa nýggjar inntøkur til fyritøkuna og spennandi upp­gávur til okkara starvs­ fólk. Krisjan Davidsen ynskti annars fráfarandi stjóranum Andras Róin góða eydnu framyvir. – Vit mugu spenna okkum enn meira út Kristian Davidsen, nýggi stjórin í Føroya Tele takkaði fyri álitið og segði seg vilja halda fram við tí góða arbeiði, sum varð gjørt. Mynd Jensk K Vang Feðgarnir báðir, Hjalgrim og Kristian Davidsen, á móttøkuni á Føroya Tele fríggjadagin Nógv fólk var samankomið til móttøkuna Mynd: Jens K. Vang