Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 239 - 11. desember 2006 ] Fyri fyrstu ferð í fleiri ár varð skipað fyri Grand-Prix kapping. Eftir spennandi endaumfar, har umdystur skuldi til, stóð Martin Poulsen at enda sum vinnari Talv tíðindaskriv 28 telvarar tóku lut, tá finalan í Grand-Prix varð telvd í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag leygardagin. Talan var um triða umfar, og undan hesum lá Carl Martin Nolsøe Samuelsen best fyri í kappingini, har Martin Poulsen, Rani Nolsøe og Finnbjørn Vang tó vóru í hølunum á hon­ um. Trilvandi favorittar Tað var tó í nógvar mátar so sum so við avrikunum hjá favorittunum. Allir høvdu teir ein rættiliga óstøð­ugan dag, har summir av oddafiskunum púra ó­væntað taptu fyri telvar­ unum við væl lægri rating. Avgerandi fyri enda­ støð­una varð tó, at Martin Poulsen megnaði at basa Carl Eli í teirra talvi, har báðir telvararnir vóru í tíðar­neyð. Tað bar við sær, at Martin at enda skuldi hava javnleik móti Finn­ bjørn Vang, men hetta eydn­ aðist tó ikki. Finnbjørn vann talvið, og so gjørdist neyðugt við snartalvi til at avgera GP-heitið. Her var Martin tann stinn­ ari, og við tryggum 2-0 varð tað soleiðis hann, sum fekk heiðurin av at gerast Grand Prix vinnari í talvi 2006. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur » Tað vísir seg, sum skal tað gerast spennandi hjá okkum« Bent Djurhuus, StÍF Ratingvirðislønir Umframt at fremsti telvarin í kappingin fær heitið, Grandp Prix meistari, verða eisini sonevndar rating- virðislønir lætnar. Hetta eru virðislønir til teir telvarar, sum hava staðið seg best í mun til rating-talið. Og tær virðislønirnar fullur hesa ferð soleiðis: 1750-2000 Haldur S. Johansen 1500-1749 Margar Berg 1250-1499 Herborg Hansen 1001-1249 Einar Gregersen & Vagnur Dam 1000 Rúni Tindskarð Jacobsen Endaliga støðan Nr Telvari Rating stig 1 Martin Poulsen 2306 20,5 2 Finnbjørn Vang 2109 20,5 3 Carl Eli N. Samuelsen 2247 19,0 4 Rani Nolsøe 2041 19,0 5 Haldur S. Johansen 1962 17,5 6 Margar Berg 1559 11,5 7 Hjalti Toftum Jógvansson 1476 9,0 9 Heiðrikkur Jacobsen 1483 8,5 10 Høgni Egilstofr Nielsen 1250 8,5 Sir Alex Ferguson heldur ikki, at nakað er til hindurs fyri, at Ryan Giggs kann seta met sum tann spælarin, ið hevur spælt flestar dystir fyri Manchester United Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá grannauppgerð var í Manchester leygardagin, fór walisiski Ryan Giggs um ein ein marknastein á fótbóltsleið síni. Talan var nevnliga um dyst nummar 688 hjá Giggs fyri reyðu devlarnar, og tað er tað næst mesta, sum nakar spæl­ari hevur spælt á Old Traf­ford. Sama tal rakk Bill Foulkes, og nú er tað bara Sir Bobby Charlton, sum stendur ovarligari á listan­um. Charlton spældi 759 ferðir fyri Manchester United. Men stendur tað til venj­ ara felagsins seinastu 20 árini, Sir Alex Ferguson, so fer Giggs eisini at taka hetta metið. - Tað er avgjørt ein veru­ ligur møguleiki fyri, at Ryan eisini fer at taka met­ ið hjá Charlton. Kanska noyðist hann at broyta spæl­ ið nakað, soleiðis at hann fer longur inn á vøllin at spæla. Seinastu 15 árini hevur hann runnið oman og niðan eftir síðulinjuni, og bara tað er í sjálvum sær ótrúligt. Eg haldi so ikki, at eg havi sæð nakran spælara, sum støðugt hevur nýtt so nógva oku í Premier League, sigur Ferguson. Og enn tykist eingin vandi fyri, at kviki walisin skal missa sítt pláss á liðnum. - Hann hevur jú framvegis evnini at hava avgerandi ávirkan á dystirnar. Sum so nógvir spælarar av sínumk slag, so kann hann ikki renna og dribla alla tíðina. Men tá hann er í rætta lagnum, er Ryan knúsandi fyri mótstøðuna. Ryan Giggs í eyðkenda stílinum í sínum dysti nummar 688 fyri Manchester United Martin vann grand-prix talvið Av teimum 51 telvarunum, sum tókuk lut í Grand Prix-kappingini, stóð Martin Poulsen ovastur, tá øll umførini – og umdystur – vóru telvd Mynd: www.faroechess.com Giggs kann taka metið