Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 239 - 11. desember 2006 ] – Vit vóru betur í dag Eftir dystin fingu vit orðið á Niels Viggo Niclassen hjá H71. Hann var sera fegin um sigurin, men helt at H71 var betra liðið allan dystin, og at sigurin var fult uppiborin. – Eg haldi, at sigurin var fult uppiborin. Sjálvt um 34 mál fara ígjøgn­ um, so stendur verj­an sera væl. Tað hevði stóran týdning, at Halgir var við aftur í dag. Hann spældi fyri tað mesta í verjuni, og hetta vísti seg at hjálpa. Eisini álopið koyrir væl í dag, og eg haldi, at vit eru betri enn teir í øllum fasum av spælinum. Sum heild haldi eg, at vit vístu ein sannan lið­innsats í dag, og nú koyra vit bara á restina av dystunum undan jólum. – Teir vildu meir enn vit Vit fingu eisini orðið á Jón Ludvig hjá Neistanum eftir dystin. Hann var sera skuffaður, men ásannaði, at sigurin hjá hoyvíkingum var uppiborin. – Teir vildu stutt sagt meir henda dagin. Teir vóru meir ágangandi enn vit, og so megna vit slett ikki at steðga teimum í verjuni. Eg haldi, at H71 dugir væl at straffa okkum í hesum dystinum, og hyggja vit yvir allan dystin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta var snøgt sagt ein vánaligur dystur frá okkara síðu. Nú er bara at koma víðari, og ein sigur er krav í næsta dystinum. OB vann aftur á Rosenborg Einaferð var norska felagið Rosenborg mett sum nógv tað sterkasta í norðurlondum, men seinastu vikurnar hevur danska felagið OB vunnið tvær ferðir á Rosenborg í Royal League. Fyrra dystin millum liðini vann OB 5-3, og um vikuskiftið vann OB 1-0 á útivølli í Trondheimi. Einasta málið í dystinum kom eftir 35 minuttir, og tað var Johan Absalonsen, sum skoraði málið. OB heldur fram í kappingini, men Rosenborg kemur ikki víðari frá bólkaspælinum. Holst hevur longt við Lyngby Christian Lamhauge Holst, sum áður hevur spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum, hevur longt sín sáttmála við danska felagið Lyngby. Sáttmálin hjá Holst gongur út á nýggjarínum, men nú eru partarnir samdir um, at Holst heldur fram í felagnum fram til endan av 2008. 24 ára gamli Christian Lamhauge Holst hevur spælt 101 dystir fyri Lyngby, og í hesum dystum hevur hann skorað 63 mál. – Bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin er Holst ein týdn­ing­ ar­mikil spælari fyri okkum í royndini at sleppa upp aftur í superliguna, sigur stjórin Birger Jørgensen. H71 vann ein heldur óvæntaðan sigur í Atlanic Airways deildini , tá Neistin var á vitjan. H71 var tó oman á allan dystin, og sigurin hjá teimum var fult uppiborin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo H71 tók sunnudagin ímóti Neistanum í bestu mans­deild­ ini. Gongdin hjá Neistanum hevur verið stak góð í ár. Fyrsta partin av kappingini lógu teir einsamallir á odda, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið so væl hjá neistamonnum. Undan dystinum ímóti H71 høvdu teir tapt tveir av síðstu trim­um dystunum, men hóast hetta, so var Neistin at finna á einum tirðja plássi í kappingini. Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið av tí besta í ár. Teir fingu eina fína byrjan uppá kappingini, men í síðstu fimm royndunum hava teir tapt hvørja ferð, og tí mátti Neistin metast at vera stórur favorittur at vinna dystin. H71 hevði munin Hetta løgdu hoyvíkingar tó líka í. Frá fyrsta bríksli var týðiligt, at H71 ætlaði sær okkurt henda dagin. Bæði Halgir Dahl Olesen og Heini Bendtse vóru aftur við á besta liðnum, men Halg­ir spældi neæstan bara í verjuni. Sjálvt um H71 tóktist vilja meir, so var munurin ikki tann stóri fyrstu løtuna. Liðini fylgdust upp á 4-4, men so kom gongd á hoyvíkingar, sum fingu trý mál á rað. Nú var støðan 7-4, men spaku­ liga vann Neistin seg inn á aft­ur H71. Løtu seinni høvdu teir vunnið seg upp aftur á 8-8, og so fylgdust liðini aftur í eina løtu. Men tá 20 minuttir fór H71 aftur frá Neistanum. Teir løgdu seg á odda 13-10, og hesa leiðslu megnaðu teir at halda til hálvleiks. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi H71 17-15, og leiðslan var uppiborin. Hoyvíkingarnir vóru meir ágrýtnir og ágangandi enn Neistin, sum til tíðir tóktist hava trupulleikar at slepa fram við verjuni hjá H71, har Halgir og Niels Viggo stýrdu mitt fyri. H71 avgjørdi dystin Sjálvt um Neistin var aftan­ fyri í hálvleikinum, so var munurin ikki størri enn so, enn at teir saktans kundu fáa H71 aftur. Tað var eisini týðilig, at hoyvíkingar vildu sleppa at avgera dystin bein­ an­vegin, tí teir fingu eina sera góða byrjan uppá seinna hálvleik. Tá knappir 10 min­ uttir vóru farnir øvdu teir skorað fimm ferðir, meðan Neistin bert hevði fingið eitt mál, so nú førdi heimaliðið knappliga 22-16. Tá fyrsta korterið var farið aftur um hevði H71 økt um leiðsluna upp í 27-20, og nú tóktist dysturin vera av­gjørdur, tí hoyvíkingar vóru væl betri enn Neistin. Neist­in vildi tó ikki geva skarvin yvir, og nú byrjaðu teir veruliga at stríðast fyri at vita, um teir megnaðu at fáa H71 aftur. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum høvdu teir minka um munin niður í 32- 28, men so sluppu teir ikki longur. Næstu løtuna svaraði H71 aftur, og tá dysturin var liðugur vísti talvan 37-34 til H71, og sostatt fekk liðið úr Hoyvík ein kærkomnan sigur eftir fimm ósigrar á rað. Sum heild var sigurin hjá H71 fult uppiborin. Teir førdu frá fyrsta bríksli, og teir tóktust eisini at vilja nógv meir enn Neistin henda dagin. Við sigrinum hevur H71 lagt seg undir liðina á KÍF á fimta plássi, og við spælinum og viljanum teir vístu ímóti Neistanum, so er ikki óhugsandi, at teir kunnu leypa hvøkk á fleiri onnur lið seinni í kappingini. Hjá Neistanum kom ósig­ ur­in illa við. Hetta var næsta tapið á rað, og teir hava líka sum mist flogið síðstu dyst­ irnar, Teir eru eisini farnir nøkur stig aftur um hini bæði oddaliðini, so nú er umráðandi hjá Neistanum at finna spælið fram aftur, sum teir vístu fyrstu umførini. H71-Neistin 37-34 (17-15): H71 setti Neistan uppá pláss Tað var góður styrkur hjá hoyvíkingum, at Halgir Dahl Olesen aftur var á vøllinum. Ikki minst, tí stríðsvilji hansara altíð er framúr Mynd: Álvur Haraldsen H71-Neistin 37-34 (17-15) Málskjúttar: H71: Esbern Patursson 10 (1), Niels Viggo Niclassen 9 (2), Halgir Dahl Olesen 4, Bjarni Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 3, Heini Bendtsen 3, Janus Sørensen 2, Poul K. Dam 2 Neistin: Tróndur Kragesten 10 (2), Blagoje Buha 5, Áki Mørk 4 (1), Carl Herup Olsen 4, Helgi Michelsen 3, Dann Thorleifsson 3, Birgir Poulsen 2, Roar Dalsgarð 1, Jugoslav Djumic 1 Brotsløst: H71 4, Neistin 4 Útvísingar: H71 2, Neistin 4 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA