mánadagur 11. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 239 - 11. desember 2006 ]
Gjørdist
heldur
spennandi
Hóast Bent Djurhuus var
væl nøgdur um, at hann
og StÍF høvdu fingið
tvey stig við sær norður
úr Havnini, so ásannaði
hann, at avrikið fyri tað
nógva ikki var meira
enn næstbesta.
- Eg haldi nú ikki, at
hatta var nakar góður
dystur, og sum so
hevði eg roknað við, at
Kyndil var betri fyri, nú
teir hava vunnið tvær
ferðir á rað. Serliga í
fyrra hálvleiki spæla
vit beinleiðis illa, men
hóast hetta er munurin
ongan tíð størri enn
trý mál. Og tað sigur
væl nakað um, at teirra
spæl heldur ikki gekk
eftir vild.
Tit koma tó fyri tykk
um, og hava eitt skifti
trygga leiðslu. Hvat
hendir, tá tit missa
hesa?
- Tað vísir seg, sum
skal tað gerast spenn
andi hjá okkum. Í veru
leikanum er dysturin jú
lukkaður, tá vit gagn
nýta, at teir eru tveir
í undirtali, og tað fær
okkum kanska at slappa
av. Í øllum førum fáa
teir tvey skjót kontra,
og so eru teir brádliga
við, men tíbetur megn
aði Jakob so at senda
handan seinasta bóltin
inn. Tað gav okkum
stigini, og tað var tað
týdningarmesta í dag.
- Stigini gera so, at vit
hanga í VÍF í oddinum,
og longu um tvær vikur
skulu vit aftur spæla
móti Kyndli. Ta ferðina
í steypakappingini. So
mugu vit hyggja, um
tað eru nøkur mistøk,
sum vit kunnu rætta nak
að upp til tann dystin,
sigur Bent flennandi.
Javnleik uttan Claus
Claus Bech Jørgensen spældi ikki við, tá Blackpool
leygardagin spældi javnleik í triðbestu ensku fótbólts
deildini. Blackpool spældi á heimavølli ímóti
Swansea, og liðini fingu eitt mál í part. Tað vóru tó
spælarar hjá Blackpool, sum skoraðu bæði málini. Í
fyrra hálvleiki gjørdi Dickinson sjálvmál, men sjey
minuttir fyri tíð javnaði Vernon fyri Blackpool, sum
liggur nummar 11 av 24 liðum í deildini. Blackpool
hevur fingið 29 stig fyri 21 dystir higartil.
Inter dregur frá hinum
Inter spældi í gjár dyst í italsku Seriu A. Dysturin
var ímóti Empoli, og Inter vann 3-0. Málskjúttar
vóru Hernan Crespo, Zlatan Ibrahimovic og
Walter Samuel. Við sigrinum dregur Inter frá
hinum liðunum í deildini, og Inter er nú sjey stig
frammanfyri næstbesta liðið, sum er Roma. AC
Milan hevur trupulleikar, og um vikuskiftið spældu
teir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Torino.
11 minuttir fyri tíð brendi Milan brotsspark.
Tað var ikki tað stóra
hondbóltsspælið,
sum eyðkendi dystin
á Hálsi sunnudagin.
Men spenningurin
helt sær til tað
seinasta, tá Jakob
Jónsson sendi
seinasta bóltin í
Kyndils-meskarnar
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í nógvum, nógvum før
um hava Kyndil og StÍF
givið føroyska hondbólts
áskoðarunum nakrar av
bestu hondbóltsuppliving
unum, sum finnast her í
Føroyum. Við støði í ferð
miklum tekniskum spæli
hevur talan tíðum verið um
sannar góðbitar fyri hond
bóltsáskoðaran, og tí mundu
nógv fara spent niðan á
Nabb sunnudagin. Ikki
minst heimaáskoðararnir,
sum eftir tveir Kyndils-
sigrar á rað so smátt vóru
farin at trúgva upp á lið sítt
aftur.
Nógvar villur
Men talan varð nú ikki
um ta stóru hondbóltsupp
livingina. Ein fyrri hálv
leikur við bara 16 málum
kundi kanska bent á gott
verjuspæl, men tað var nú
heldur ikki tað, sum var
atvoldin til hetta.
Skal nakað positivit finn
ast hendan hálvleikin, so var
tað góða málmansspælið,
sum Lars Black og Marian
Cirloganescu sýndu. Í aðrar
mátar var talan um eitt hav
av tekniskum feilum, illa
umhugsaðar skotroyndir og
eini sera lágari leikferð.
Serstakliga gekst illa hjá
gestunum fyrstu løtuna, og
tyrstu 17 minuttirnar fingu
teir bara tvey mál. Lukkutíð
fyri teir hevði Kyndil tað
ikki so øgiliga nógv betri,
og tí fekk StÍF bart seg
upp á javnt við seks málum
seinastu 12 minuttirnar.
Bíðaði til evstu løtu
Málini gjørdust nakað fleiri
eftir steðgin, men tað var
framvegis trupult at finna
nakað serligt hondbóltsspæl.
Liðini bæði fylgdust væl
uppeftir, men um miðjan
hálvleikin tók dysturin eina
avgerandi vend.
Innan fyri eini 20 sekund
fekk Kyndil tvær útvísingar,
og so vaknaðu StÍF og ikki
minst Bárður Danielsen.
Væl stríðandi vongurin
fekk sær fýra kassar á
rað, tá StÍF væl megnaði
at spæla undirmannaðu
mótstøðuverjuna tunna, og
so tóktist alt avgjørt. Ikki
minst, tá StÍF sutt eftir aftur
økti, soleiðis at støðan fimm
minuttir undan dystarloki
var 22-17 í teirra favør.
Kanska hildu strandingar
nú eisini sjálvir, at sigurin
var heima. Í øllum førum
fekk Kyndil tríggjar ferðir
á rað revsað sløsut spæl
frá gestunum, og so varð
brádliga spennandi.
Tá Kyndil so fekk møgu
leikan at javna, tóktist eing
in vilja standa við avgerðini.
Marian hevði tá longu tikið
fýra av fimm brotskøstum,
og tá eingin annar helt sær
til, trein Hans Áki fram
fyri Kyndil. Tað eydnað
ist at javna, men í næsta
álopinum fekk StÍF kortini
svarað aftur. Hetta tá Jakob
sendi inn um nærmara
stólpa. Kyndil royndi at
svara í seinasta álopinum,
men sekundini vóru ov
fá, og so kundu gestirnir
enn eina ferð fegnast um
sigurin.
Ov nógv á fáum
Tað hevur verið sagt fleiri
ferðir um StÍF, at ov nógvar
byrður liggja á herðunum
hjá Finni Hanssyni, og
dysturin hesa ferð var ikki
nakað undantak í so máta.
Finnur
hevði
kanska
ikki sín besta dyst, og tó
at hann fekk sjey mál, so
vórðu hampuliga nógvar
skotroyndir nýttar til hesi.
Men tað er merkisvert,
at løtan, har Kyndil mundi
tikið StÍF aftur, var, tá
teir fóru út at mansverja
Finn. Hóast strandingar nú
høvdu bæði Jakob og Leiv
við aftur í bakk-ketuni, so
tóktist hetta steðga spælin
um fullkomuliga. Og tað er
ein støða, sum StÍF ivaleyst
noyðist at arbeiða við til
komandi dystirnar.
Hjá Kyndli er hinvegin
framvegis nógv arbeiði.
Enn er Høgni Klein ikki
í dystarvenjing, og tað er
kanska fyrsta fortreytin fyri,
at spælið skal hanga saman.
Men fyri tað eigur tað fram
vegis at kunna roknast við
meira enn tí, sum fleiri av
hinum spælarunum sýndu
sunnudagin.
Kyndil-StÍF 22-23 (8-8):
Vánaligt men spennandi
Talan var fyri tað nógva um sera rótut spæl, tá Kyndil og StÍF dystaðust sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-StÍF 22-23 (8-8)
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6(2), Rókur Akralíð
6, Hanus Johansen 5, Hjalti M. Jacobsen 2, Hans Arni
Thomsen 1, Høgni Klein 1, Ken Zachariassen 1
StÍF: Finnur Hansson 7(1), Leivur Justinussen 4, Jakob
Jónsson 4, Bárður Danielsen 4, Andre F. Danielsen 2, Bent
Djurhuus 1, Terji Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 6. StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 6
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum
FAKTA