mánadagur 11. desember 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 239 - 11. desember 2006 ]
Millardir til Chelsea
Russiski eigarin av enska felagnum Chelsea tryggjar
nú felagið í nógv ár frameftir. Roman Abramovich,
er til reiðar at leggja góðar 5,5 milliardir krónur í ein
grunn, sum skal hjálpa til við rakstrinum av Chelsea.
Síðani Abramovich keypti Chelsea í 2003, hevur hann
lagt fleiri milliardir krónur í felagið. Tað sigst, at sonur
Roman skal yvirtaka leiðsluna av felagnum, tá ið hann
verður nóg gamal. Arkady er 12 ára gamal.
Liðformaður troyttur
av fótbólti
Um vikuskiftið spældi danska felagið Brøndby seinasta
dystin í ár. Nú fara spælararnir í feriu í fimm vikur, áðrenn
fyrireikingarnar til seinnu hálvu av superliguni byrja aftur.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Brøndby í ár, og
liðformaðurin Per Nielsen ætlar sær at halda fullkomiliga frí
frá fótbólti næstu tíðina.
- Nú havi eg fingið feriu, og tað eri eg glaður fyri. Eg ætli
mær ikki at hugsa ella tosa um fótbólt næstu fimm vikurnar,
sigur 33 ára gamli Per Nielsen við bold.dk
Tær vóru
betri fyri
Egil Steintórsson, venj
ari hjá VB, var rættiliga
avkláraður, tá hann
varð biðin um at gera
viðmerkingar til dystin
móti Neistanum.
- Vit fylgja væl
við teimum fyrstu 20
minuttirnar ella so,
men so gongur galið.
Vit gera nøkur mistøk í
álopinum, og tað revsar
Neistin við nøkrum
kontra-álopum, og so
var ikki hugsingur um
at koma aftur í aftur hjá
okkum.
Dysturin merkir eftir
øllum at døma, at VB
endar á triða plássinum
í grundspælinum, og
tað er í sjálvum sær
nakað, sum Egil er væl
nøgdur um.
- Tekur tú útgangs
støði hjá okkum, har
stór útskifting var á
liðnum, so er hetta heilt
ok. Men tað skerst ikki
burtur, at tað kennist
keðiligt, at vit hava tapt
tveir av heimadystum
okkara. Vit hava kanska
bestu
áskoðararnar
í landinum, og tí er
tað altíð keðiligt at
tapa á heimavølli. Hin
vegin eru júst góðu
áskoðararnir eisini ein
positivur trupulleiki hjá
okkum, tí fleiri av ungu
spælarunum mugu læra
at spæla við trýstinum,
sum hetta gevur.
KÍF førdi stóran part
av dystinum, tá teir
møttu VÍF í bestu
mansdeildini. Móti
endanum vendi VÍF
tó dystinum, og síðstu
løtuna var sigurin
ikki í vanda.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heimaliðið úr KÍF fekk
betru byrjanina ímóti odda
liðnum. Frá fyrsta bríksli
sást týðiliga, at KÍF ætlaði
sær stig í hesum dystinum.
Teir stríddust um hvønn
bólt, og ikki gekk lang tíð,
so høvdu teir vunnið seg
nøkur mál fram um VÍF.
Um miðjan fyra hálvleik var
støðan 8-4 til KÍF, og serliga
gav verjan hjá heimaliðnum
vestmenningum
stórar
trupulleikar. Eisini hóast
hendan viknaði nakað, tá
Rógvi Weihe mátti út eina
løtu.
Munurin
restina
av
hálvleikinum lá um tvey
ella trý mál, men í síðsta
minutti fangaði Ingi Olsen
bóltin frá kollfirðingum,
og so kundi hann minka
um munin niður í bara eitt
mál.
Móti endanum av hálv
leikinum noyddist málverjin
hjá VÍF Dejan Lacok av
vøllinum við einum knæ
skaða. Hann hevði leikt
ein góðan dyst í málinum,
men vestmenningar eiga
tveir góðar málmenn, og í
staðin kom Eli Müller inn
í málið.
10 minuttir vendu
dystinum
KÍF var eisini liðið, sum
legði betur fyri í seinna
hálvleiki. Hesin var bara
7 minuttir gamal, so hevði
KÍF økt um leiðsluna upp
í 18-15, og KÍF tóktist
hava fult tamarhald á støð
uni hesa løtuna. Men so
prógvaði VÍF veruliga,
hví teir eru oddalið. Teir
fingu glið á álopsspælið,
samstundis sum verjan
og málverjin fingu fatur
á skjúttunum hjá KÍF,
og næstu 10 minuttirnar
skoraði VÍF sjey ferðir,
meðan KÍF einki mál fekk.
Nú var dysturin vendur
fullkomiliga á høvdið, og
knappliga var VÍF á odda
18-22.
Næstu løtuna økti VÍF
enn meir um leiðsluna,
og tá seks minuttir vóru
eftir vísti talva 21-27, men
so fekk KÍF aftur gongd
á spælið. Næstu tríggjar
minuttirnar minkaðu teir til
25-28, men tá KÍF brendi
eitt mótálop við góuðm
tveimum minuttum eftir, so
var dysturin í roynd og veru
avgjørdur. Við sigrinum
– sum var tann sætti á rað -
varðveitti VÍF oddasessin.
Neistin vann
trivaligan sigur í
Vági, har rennisterku
gestirnir runnu VB
sundur og saman
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan gjørdist ikki um tann
spennandi oddadystin, sum
mong høvdu roknað við,
tá Neistin vitjaði í Vági
sunnudagin.
Bæði
VB
og Neistin hava higartil
víst, at Stjørnan ikki skal
taka nakað fyri givið í
landskappingini, og við
oddasessinum í grund
spælinum í eygsjón, høvdu
báðir partar nógv at spæla
fyri.
Mistøkini revsað
Fyrstu góðu løtuna bendi
alt eisini á eina spennandi
uppgerð. Bæði liðini løgdu
nógva orku í verjupartin, og
fyrstu 20 minuttirnar gekk
alt rættiliga javnt fyri seg.
Hjá Neistanum ráddi
fyrst og fremst um at hava
gott tak á Daivu Toumaite,
og hennara leiklutur varð
fyri tað nógva eisini av
markaður.
Og tá helst besti spælarin
í landinum so eisini byrjaði
at gera mistøk, vóru Neista
kvinnurnar skjótar at taka
av. Kontra-álopini fóru
sendandi oman móti VB-
hálvuni, og longu undan
steðginum hevði Neistin
sett seg tungt á dystin.
Tað gav teimum bláu
neyðuga friðin yvir spælið,
og
seinni
hálvi
tímin
gjørdist tí fyri tað nógva
hampuliga róligur. Neistin
hevði ikki fyri neyðini at
overva seg, men tær hildu
støðugt fast um leiðsluna,
sum var vunnin.
Og so kundu tær veruliga
sláa sigurin fastan seinastu
løtuna. Í mun til flestu av
hinum liðunum, so hevur
Neistin sera góða breidd í
hópinum, og tað gav at bíta,
tá orkan hjá VB var um
at ganga undan. Soleiðis
fekk VB einki mál seinastu
10 minuttirnar, har Neistin
veruliga sementeraði sig
urin.
Oddasessur
uttan týdning
Við stigunum vann Neistin
seg upp á oddasessin í
grundspælinum, og sálarliga
hevur hetta heilt víst stóran
týdning. Spurningurin er
tó, hvat hetta kann nýtast til
í praksis, tí í verandi skipan
hava hvørki grund- ella
endaspæl tað heilt stóra upp
á seg. Fyrst og fremst, so
ræður um at verða millum
tey fýra ovastu fyri jól, og
so er um at raka dagin,
tá avgerandi hálvfinalurnar
og møguliga finalan standa
á skránni.
Tí var tapið sum so eingin
vanlukka hjá VB, men hetta
prógvaði tó, at liðið enn
hevur nakað at arbeiða við.
Tað er tó ein trupulleiki,
tá berandi kreftirnar á
liðnum ikki rigga optimalt,
tí tað eru hesar, sum yngru
spælararnir skulu lena seg
uppat.
VB-Neistin 18-31 (10-17)
Málskjúttar
VB: Daiva toumaite 7, Ivana Ljubjeic 4(1), Teresa Joensen
4(1), Jóna Thorsteinsson 2, Una Egilsdóttir 1(1)
Neistin: Nioleta Radu Hansen 15(2), Katja Eigeman 4,
Heidi Maria Akselsen 4, Ása á Neystabø 3, Unn Kragesteen
3, Maria Dahl 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: VB 4, Neistin 3
Útvísingar: VB 1, Neistin 2
FAKTA
KÍF-VÍF 27-30 (13-12)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 9, Daniel Rapa 9 (2), Mirko Milenkovic 4,
Gert Hansen 2, Teitur Joensen 2, Rógvi Weyhe 1
VÍF: Ingi Olsen 5, Áki Olsen 5, Regin Joensen 4, John
Zachariassen 4, Agnar Joensen 4 (1), Áki G. Olsen 3, Sámal
Joensen 3, Sjúrður Poulsen 2
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 1
Dómarar: Kristian Joensen & Kartin Joensen
FAKTA
VB-Neistin 18-31 (10-17):
Kontra-álopini søktu VB
KÍF-VÍF 27-30 (13-12):
Enn ein sigur til VÍF
Tað vóru verjurnar og kontra-spælið, sum vóru avgerandi, tá
Neistin vann stórsigur í Vági
Mynd: Áki Bertholdsen