Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 239 - 11. desember 2006 ] Fleyr-SÍ 3-0 (26- 24. 25-21, 25-21) Fleyr nærkast heiðurs­ merkjum Við sigri á SÍ í meistaradeildini hjá monnum hevur Fleyr lagt seg undir liðini á Fram á triðja plássi. Sigusvanda havnarfelagið nærkast nú heiðurs­ merkjunum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nú er endaspælið byrja, og hetta gevur bæði Fleyr og SÍ ein nýggj­an møguleika at spæla seg upp til trý tey bestu. Gongdin hjá teimum báðum hevur ikki verið tann besta í grundspælinum, og tá ið grundspælið var liðugt lógu tey á ávika­vist fjórða og fimta plássi. Nú eru stigini tó hálverað, og tí var umráðandi hjá báðum at fáa ein sigur í vikuskiftinum, tá hesi bæði liðini brustu saman í Havn. Tað var tó Fleyr, sum var oman á henda dag­ in. Fyrsta settið vann havnarliðið 26-24, og so vóru teir komnir í gongd. Í øðrum setti dró Fleyr aftur longra stráðið, og hesa ferð vunnu teir 25-21. Nú sá ikki gott út hjá SÍ, sum skuldi vinna restina av settunum, um teir skuldu hava ein sigur við vestur til Sør­vágs. Men so bleiv ikki. Triðja sett endaði eisini við 25-21 sigri til Fleyr. Við sigrinum hevur Fleyr lagt seg undir lið­ina á Fram, og nú nærk­ast teir av álvara heiðurs­merkjum. Ronaldo vil verða heimsins besti Portugisiski spælarin Cristiano Ronaldo ætlar sær at gerast heimsins besti fótbóltsspælari. Hann viðurkennir, at hann framvegis hevur nakað eftir at læra og avrika, áðrenn hann kann kalla seg heimsins besta spælara, men hann hevur sett sær hetta mál. - Síðani eg var ein smádrongur, havi eg miðja eftir at gerast heimsins besti vongspælari, men nú eri eg til reiðar at taka eitt stig longur. Eg vil verða heimsins besti spælari og vinna Gylta bóltin, sigur Ronaldo, sum spælir fyri Manchester United, við News of the World. Sheva heldur fram í Chelsea Í summar skifti ukrainski álopsspælarin Andrej Shevchenko, sum Føroyar sleppa at spæla ímóti næsta ár, til enska felagið Chelsea. Higartil hevur tað tó ikki gingið meira enn næstbest hjá Sheva í Chelsea, og søgur hava gingið um, at hann fer aftur til Italia at spæla fyri gamla felag sítt AC Milan. Men hetta avsannar høvuðspersónurin sjálvur. - Eg havi ongar trupulleikar við, at felagið keypir nýggjar spælarar í javuar. Eg verði verandi her. Eg hevði eisini truplar tíðir i Milan onkuntíð, men eg gevi ikki upp, sigur Shevchenko við enskar fjølmiðlar. Eftir at hava verið aftanfyri 0-2 megnaðu fulgfirðingarnir at venda dystinum til egnan fyrimun FLOGÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Gongdin hjá ÍF hevur verið sera góð í ár. Teir hava ligið á odda alla kappingini, og undan dystinum ímóti Fram høvdu teir bert tapt tann eina dystin, tá teir máttu lúta í Klaksvík fyri Mjølni. Hevur gongdin hjá ÍF verið góð í ár, so kunnu vit ikki siga júst tað saman um Fram. Vónirnar vóru góðar undan kappingini, men teir hava ikki heilt livað upp til tær í grundspælinum. Hetta var tó fyrsti dystur í endaspælinum, so nú hevði Fram ein møguleika at venda keðiliga gongdini, og við einum sigri kundu teir minka um munin niður í eitt stig upp til ÍF. Fram leyp avstað Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at Fram hevði lagt sær hetta í geymað, tí teir byrjaðu sum eitt satt ódnarveður. Í fyrsta settinum løgdu teir bragdliga fyri, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir vunnið seg fram um ÍF. Sum settið leið øktu teir bara um leiðsluna, og ímóti endanum var greitt, at ÍF fór ikki at fáa Fram aftur. Fyrsta settið vann Fram trygt 17-25. Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama. ÍF tóktist tó vera heldur betri við hetta settið, men allíkavæl sá út til, at Fram vildi held­ ur meir. Úrslitið av øðr­um setti gjørdist 20-25, og nú sá ikki gott út hjá odda­ liðnum, sum helst skuldi vinna dystin fyri ikki at enda undir óneyðuga stór­ um trýsti. So vaknaði ÍF Um ÍF ætlaði sær nakað í hesum dystinum, so skuldu teir vinna restina av sett­ unum. Gongdin hevði verið betur í øðrum setti hjá ÍF, og hetta bygdu teir víðari á í triðja setti. Her fekk ÍF betru byrjanina, og nú tóktust teir vera oman á. Mitt í settinum høvdu teir vunnið seg fram um Fram, men munurin var ikki so stórur, Móti endanum gjørd­ ist tó greitt, at hetta settið fóru fuglfirðingarnar at vinna, og Fram fekk heldur ikki ÍF aftur. Úrslitið av triðja setti gjørdist 25-20 til heimaliðið, og nú var ÍF komið í gongd. Í fjórða setti koyrdi ÍF á. Nú høvdu teir veruliga funnið stevið, og hetta sett­ ið fekk Fram ikki eitt bein til jørðina. ÍF snøgt sagt hølvaði teir av. Javnbrótari mátti tí til fyri at finna ein vinnara, og ÍF tóktist vera betri fyri til javnbrótaran. Teir høvdu vunnið síðstu tvey settini, og nú høvdu teir veruliga fingið gongd á spælið. ÍF legði eisini betri fyri í fimta settið, og mitt í settinum høvdu teir vunnið seg nøkur stig fram um. Fram royndi av øllum alvi at berja seg inn aftur í dystin, men skjótt var greitt, at teir høvdu ikki kreftirnar at koma aftur. ÍF var aftur nógv betra liðið í fimta settið, sum endaði við einum tryggum 15-9 sigri til ÍF. Sostatt megnaði ÍF at venda einum hóttandi tapi, og at enda vunnu teir 3-2 ímóti einum væl kempandi Fram-liðið, sum í stórum pørtum av dystinum líktist einum greiðum vinnara. Við sigrinum varðveitir ÍF oddasessin, meðan Fram ikki tykist hava stórar møgu­leikar í FM-stríðnum long­ur. Kyndilskvinnur vunnu greiðan sigur á StÍF, og vissaðu sær tí sætið í FM- endaspælinum í Sunset-kappingini kvinnuhondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kyndil og StÍF hava í alt heyst kappast um seinasta plássið millum tey fýra ovastu, sum skulu spæla um FM-endaspælið í kvinnu­­hondbólti. Fyrra upp­ gerðin millum liðini enda­ði við javnleiki, og tó at bæði hava gjørt nakað um seg síðani, so stóð alt púrasta opið undan seinnu innan­ hýsis uppgerðini. Tá hendan stóð á skránni sunnudagin, var talan fyri tað heilt nógva um ein sera javnan dyst. StÍF var liðið, sum byrjaði dystin, men sum minuttirnir gingu, so kom Kyndil alt betri við. Serstakliga við góðum spæli frá Linu Andriulyte og Randi Wardum á bakkun­ um, meðan Anja Heinadóttir var sera trygg á strikuni. Og Kyndil helt eisini fast um góðu taktirnar eft­ ir steðgin. Tær byrjaðu mest sum alt fyri eitt at toga seg longur upp, og tað gekk illa hjá StÍF at svara aftur. Um miðjan hálvleikin tóktist eisini avgjørt, og tá StÍF so heldur ikki skoraði seinastu 10 minuttirnar, gjørdist talan av álvara um stórsigur. Kanska var hesin í meira lagi, tá hugt verður at dystinum sum heild, men tað mundu tær í Kyndli nú ikki leggja tað heilt stóra í. Málið hjá teimum fyri árið hevur verið, at tær skulu spæla um heiðursmerki, og fyrsta treytin fyri hesum var so luttøkan í FM-enda­ spælinum. Har sleppur StÍF so ikki á hesum sinni, men liðið hevur tó væl og virðiliga prógvað, at grundsetningurin er hin rætti. Seinastu tvey árini hava tær støðugt roynt at bygt eitt nýtt lið upp, og úrslitið av hesum arbeiði hevur verið heilt sjónligt í fleiri dystum í ár. ÍF-Fram 3-2 (17-25, 20-25, 25-20, 25-12, 15-9): ÍF vendi dystinum Kyndil-StÍF 36-26 (17-17): Kyndil í endaspælið Kyndil-Stjørnan 37-26 (17-17) Málskjúttar Kyndil: Lina Andriulyte 13(5), Randi S. Wardum 11, Anja Heinadóttir 8, Brynhild Klein 2, Barbara Egilstrøð 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Bjørg Syderbø 1 StÍF: Ninna K. Johansen 10(1), Rebekka Justinussen 5(2), Poula D. Olsen 4, Malan Petersen 2, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Bára B. Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 3 Útvísingar: Kyndil 3, StÍF 4 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum FAKTA Fram hevði leingi eitt sera gott tak á, men fuglfirðingar fingu við góðum stríðsvilja prógvað, at enn skulu teir eiga oddasessin í deildini savnsmynd