Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 239 - 11. desember 2006 ] ÍF-KÍF 3-1 (25-13, 25-16, 17-25, 25- 15): ÍF heldur odda­ sessin ÍF vann tryggan sigur á KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum. Við sigrinum halda tær fast um oddasessin í bestu kvinnudeildini. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Oddaliðið ÍF tók ímóti KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum sunnu­dag­ in. Undan dystinum lá ÍF fremst í bestu kvinnu­deildini saman við Drátti, meðan KÍF lá á fimta plássi. Um­ráðandi var hjá báðum liðunum at fáa tvey stig. ÍF skuldi royna at halda fast um odda­sessin, meðan KÍF við einum sigri hevði møgu­leika at hála inn á ovaru liðini. Hetta var tó dagurin hjá ÍF. Tvey tey fyrstu settini var einki at snakka um. ÍF var nógv betra liðið, og tær vunnu eisini hesi bæði settini trygt 25-13 og 25-16. Nú mundu nógv vænta, at eitt veruligt sorl lá í luftini, men hesum vildi KÍF ikki hava liggjandi á sær. Tær komu flúgvandi út til triðja sett, og hesa­ ferð vunnu tær tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 25-17. Men so høvdu kvinn­ urnar hjá Íf fingið nokk. Fjórða settið vunnu tær 25-15, og so­statt vann Íf dystin 3-1. Við sigrinum heldur ÍF fast um oddasessin, meðan KÍF bert kann hyggja langt eftir heiðurs­ merkja­­plássunum, sum nú tykjast nakað ómøgu­lig. Ferguson gott eyga á Huntelaar Sir Alex Ferguson, sum er venjari hjá Manchester United, vísir nú áhuga fyri hollendska álopsspælaranum Klass-Jan Huntelaar, sum spælir fyri Ajax. Áður hevur United havt áhuga í spanska Fernando Torres, men ein prísur á 300 milliónir er ov høgur fyri enska felagið. Blaðið News of the World heldur seg vita, at United hevur boðið Ajax 115 milliónir krónur fyri Huntelaar, meðan Ajax fyrr hevur boðað frá, at ungi álopsspælarin verður ikki seldur fyri minni enn 200 milliónir krónur. Málmaður fór í sjokk Málmaðurin hjá enska felagnum Wigan, Chris Kirkland, kom illa fyri í fótbóltdysti um vikuskiftið. Stutt fyri hálvleiksstegðin fekk Kirkland ein brest í høvdið. Hann kom tó fyri seg og spældi fram til stegðin. Í halvleikssteðgin fór hann í sjokk í skiftingarrúminum. - Eini seks ella sjey av okkara fólkum vóru um hann, og tey stúrdu fyri honum, sigur venjarin Paul Jewell. Kirkland varð sendur á sjúkrahús til kanningar, men tað verður sagt, at hann hevur tað gott nú TB gav SÍ teirra fyrsta tap í fýra dystum í trupla heimadystinum í meistaradeildini hjá kvinnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til sannan toppdyst í meistaradeildini hjá kvinnum, tá TB tók ímóti SÍ í fyrsta umfari av endaspælinum. Undan dystinum lógu liðini jøvn á triðja plássi, men munurin up til tey bæði oddaliðini var bara eitt stig. Serliga gongdin hjá SÍ hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Undan dystinum í Trongisvági høvdu tær vunnið tríggjar dystir á rað, so tær skuldu bara royna at halda fast u góða gongdina. Hjá TB hevði hinvegin ikki gingið so væl síðstu dystirnar. Av síðstu trimum dystunum høvdu tær tapt tveir, og seinast máttu tær lúta fyri ÍF á heimavølli. Tær máttu nú royna at fáa gongd á aftur spælið. Munurin ikki stórur fyrstu settini TB hevur fyrr í ár víst, at tær eru sterkar á heima­ vølli. Av fyrstu fimm heima­dystunum hava tær bara tapt ein, og tær byrj­ aðu eisini sum vanligt á heimavølli henda dagin. Tí TB var nevniliga betra liðið í fyrsta setti. Munurin á liðunum var ikki tann stóri, men TB vann sær spakuliga eina leiðslu. Sum settið leið gjørdist greitt, at TB fór at vinna hetta settið, og úrslitið av fyrsta setti gjørdist 25-21 til kvinnurnar av Tvøroyri. Í øðrum setti vendi gongd­in tó. Aftur í hesum settinum var at kalla eingin munur á liðunum, men nú var SÍ tó omaná. Liðini fylgdust allan vegin, og ilt var at meta um, hvat av liðunum fór at draga longra stráðið. At enda megnaðu sørvágskvinnur tó at vinna hetta settið, og úrslitið gjørd­ist 23-25. Nú stóð aftur á púra jøvnum í millum liðini, og líkt var til, at alt kundi henda. Í triðja setti var TB tó aftur sterkara liðið. Tær tóktust vilja meir henda dag­ in, og enn einaferð vunnu tær seg spakuliga fram um SÍ. Móti endanum hevði TB lagt seg eitt sindur fram um, og tær megnaðu at halda leiðsluna. Úrslitið av triðja setti gjørdist 25-21 til TB. Klassamunur Hóast yvirvágina hjá TB í settum, so hevði SÍ alla tíðina verið væl við, og tí kundi roknast við einum spennandi fjórða setti. Men so bleiv ikki. Í hesum settinum var TB nógv betri, og tær stutt sagt vundu burtur úr SÍ. Tær løgdu seg á odda beinanvegin, og sum settið leið øktu tær bara um leiðsluna. Her var stórur munur á liðunum hetta sett­ ið, og tá TB slóg síðsta bóltin í gólvið vísti talvan 25-11 til TB. Sostatt vann TB dystin 3-1. Við sigrinum hevur TB fingið eina dreymabyrjan upp á endaspælið. Enn er bara eitt stig upp til ÍF og Drátt, sum bæði vunnu teirra dystir, men týdningarmest fyri TB var, at tær nú hava lagt SÍ aftur um seg í heið­ ursmerkjastríðnum. Dráttur hevði enn einaferð trupulleikar av einum væl kempandi Mjølnir- liði, men hesa ferð megnaði Dráttur at vinna dystin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Toppur og botnur møttust í dag, tá Dráttur vitjaði hjá Mjølni í meistaradeildini hjá kvinnum. Undan dystin­ um lá heimaliðið aftast við tveimum stigum, meðan gest­irnir úr Drátti lógu javn­ ar við ÍF á fremsta plássi. Fyri knøppum trimum vikum síðani møttust hesa bæði liðini á Giljanesi í seinna innanhýsis dystinum í grundspælinum, og tá megnaði Mjølnir heldur óvæntað at vinna, so nú skuldi Dráttur royna at rista tann dystin av sær. Tað byrjaði eisini væl hjá Drátti. Í fyrsta setti vunnu tær seg fram um, og tær megnaðu at halda leiðsluni allan vegin. Úrslitið gjørdist 21-25. Men í øðrum setti var gongdin vend. Nú var Mjølnir nógv betri, og tær førdu at kalla allan vegin. Tá settið kom at enda hevði Mjølnir vunnið hetta heili 25-17. Jøvn sett avgjørdu Nú sá gott út hjá Mjølni. Tær høvdu vunnið annað settið trygt, og tær tóktist vera hedur betri enn Dráttur hesa løtuna. Í triðja setti var tó aftur javnari. Nú fylgdust liðini at kalla allan vegin, og tey máttu eisini spæla út um tey vanligu 25 stigini. At enda megnaði Dráttur tó at vinna 28-30. Nú fóru liðini undir fjórða sett, og enn einaferð var Dráttur drúgvara liðið. Ikki var munurin stórur, men at enda vunnu tær 21-25. Við sigirnum heldur Drátt­ur fast um oddasessin, meðan Mjølnir enn er at finna á aftasta plássi. Mjølnir-Dráttur 1-3 (21-25, 25-17, 28-30, 21-25): Dráttur basti Mjølni TB-SÍ 3-1 (25-21, 23-25, 25-21, 25-11): TB vann toppdystin TB tók eitt stórt fet í oddastríðnum, tá tær bastu SÍ í fyrstu toppuppgerðini í endaspælinum savnsmynd