Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 3 Torført er at síggja nakað ávíst mynstur í úrslitinum av Pisa- undankanningini, men nógv bendir á, at skúlarnir í mið­ staðarøkinum hava klárað seg betur enn teir í útjaðaranum Útbúgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóast øll kunnu vera samd um, at fleiri fyrilit eiga at verða tikin, tá úrslitið av Pisa undankanningini verður viðgjørt, so skerst ikki burtur, at føroysku skúl­ arnir í miðal liggja millum 337 og 423 stig, og at skúlarnir í toppinum liggja í miðstaðarøkinum. Vit hava ringt runt til all­ar skúlastjórarnar á skúl­ unum, sum tóku lut í Pisa- undankanningini, fyri at kanna hvat skoðsmál teir fingu í miðal. Vit fingu ikki orð á skúla­stjórarnar á Sandi, Tvøroyri og á Giljanesi, og skúlastórin í skúlanum við Ósánna vildi onki upplýsa. Sum myndir teknar seg í løtuni, kundi nógv bent á, at bestu skoðsmálini eru at finna í meginøkinum, meðan útjaðarin er verri fyri. Støddfrøði best Sjálvsagt er stórur almennur áhugi fyri miðalúrslitinum hjá einstøku skúlunum. Flestu skúlastjórarnir hava kunnað lærararnar, sum sjálvsagt eru sera forvitnir eftir at hoyra úrslitið, og onkur hevur eisini kunnað næmingarnar. Eitt sum gong­ ur aftur á nógvum skúlum er, at úrslitið er betri í stødd­ frøði, meðan lesingin og náttúrulærugreinarnar hála miðaltalið niður. Úrslitini her á landi liggja væl lægri enn altjóða miðaltalið, sum er 500. Nógvir stjórar søgdu, at úr­slitið kom ikki óvart á teir, hvørki tað á teirra skúla ella hjá landinum sum heild. Allir søgdu seg taka úrslitið í álvara og semja var um, at nú er bara at taka úrslitið til eftirtektrar og at líta frameftir. Onkur vildi vera við, at nú er ikki at missa móti. Skarar framúr Í kanningini finna vit úr­slitini í lærugreinunum: støddfrøði, alisfrøði og lesing. Onkur skúli hevði framúr góð skoðsmál í ávísari lærugrein. Eitt nú fekk Tofta Skúli 458 stig í støddfrøði og Argja Skúli 454 stig í somu lærugrein. Vestmanna Skúli fekk 436 stig í lesing. Ólavur Winther, skúlastjóri í Vestmanna segði millum annað, at tey brúka bókasavnið nógv og at bókavørðarnir gera eitt gott arbeiði á skúlanum. - Sum heild hava vit góðar lærarar her á skúlanum, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu fleiri tímar til serligan tørv, so allir hesir góðu lærararnir sluppu til arbeiðis, sigur Ólavur Winther. Hava annað mál Viðvíkjandi úrslitinum av Pisakanningini vildi onkur stjóri vera við, at metingin av føroyska skúlanum sig­ ur ov lítið, og hann vildi vera við, at Pisa-kanningin var sum at venja flogbólt, men at skula til kapping í kurvabólti. Stjórarnir um: Kommunuskúlin 423 Venjingarskúlin 419 Tofta Skúli 415 Argja Skúli 415 Vestmanna 415 Fuglafjarðar skúli 407 Runavíkar skúli 407 Felagsskúlin á Oyrabakka í miðjuni Eysturskúlin í miðjuni Vágs Skúli í miðjuni Klaksvík Skúlin á Ziskatrø 387 Stranda Skúli 387 (segði seg liggja 5. niðast) Sørvágs Skúli 370 Klaksvík Skúlin við Ósánna vil onki upplýsa Sandoyar Meginskúli Ikki at treffa Tvøroyra Skúli Ikki at treffa Skúlin á Giljanesi Ikki at treffa Sambært útvarpinum var lægsta talið 337 FAKTA Eitt sum gong­ur aftur á nógvum skúl­um er, at úrslitið er betri í stødd­ frøði, meðan lesingin og náttúru­ lærugreinarnar hála miðaltalið niður Tilvildarlig mynd tíðindi