týsdagur 12. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 12. desember 2006
tíðindi
Hans Petur í
Brekkunum er settur
sum nýggjur leiðari
í Føroyingahúsinum
í Keypamannahavn.
Hans Petur er kanska
fyrst og fremst
kendur sum dugna
ligur tónleikari, men
nú skal tónleikarin
royna seg sum leiðari
Nýggjur leiðari í
Føroyingahúsinum
Rókur Jákupsson Jakobsen
(rokur@sosialurin.fo)
Fyrr í ár, gjørdist greitt, at
virkandi leiðarin í Føroy
ingahúsinum, Martin Fjall
stein, segði seg úr starv
inum. Sostatt skuldi maður
koma í mans stað, og hesin
maður er nú funnin.
Starvið varð lýst leyst í
oktobermánað. Sambært
heimasíðuni hjá Føroya
húsinum komu 9 umsóknir
inn. Talan var um 2 kvinnur
og 7 menn.
Heimasíðan skrivar, at
allir umsøkjarar eru dám
ligir og áhugaverdir, men
vísur á, at bert tann eini
kann setast. Og valið fall á
33 ára gamla havnarmannin
Hans Petur í Brekkunum.
Hann tekur við starvinum
frá 1. februar komandi ár.
Og Hans Petur er greiður
í síni talu – Hetta er eitt
dreyma arbeiði, sigur hann.
Saxofonin skift út
við skrivaraborðið
Nýggi leiðarin hevur bú
leikast í Danmark í eini 13
ár. Hans Petur varð útbúgv
in á Musikkonservatoriin
um í Århus í 2000, og
hevur síðani undirvíst á
eftirskúla í Danmark sein
astu árini. Eisini hevur
hann verið virkin sum tón
leikari, har hann millum
annað hevur gjørt um seg
í bólkunum Take Off og
Brekku Brothers. Vit fingu
orð á Hans Petur, og tað er
eyðsæð, at hann fegnast um
nýggja starvið.
Føroyingahúsið
stóran týdning
– Eg havi leingi gingið við
tankanum um, at hatta er eitt
avbera spennandi starv. Í
míni tíð í Danmark, havi eg
ofta verið inni á gólvinum,
bæði sum tónleikari og
sum vitjandi, og mær hev
ur altíð dámt andan í hús
inum. Líka síðan eg var
smádrongur, havi eg skipa
fyri tiltøkum. Sostatt eri eg
ikki heilt óroyndur sum fyri
støðumaður.
– Tá ið so starvið varð lýst
leyst, ivaðist eg ikki eina
løtu; eg søkti beinanvegin.
Føroyingahúsið hevur stór
an týdning fyri føroyingar í
Danmark. Hetta er eitt hús,
sum loyvir øllum framat.
Her skal verða rúm fyri
nógvum ymiskum virksemi,
og eg ætli at røkja húsið
eftir hesari hugsjón.
– Tá ið eg skrivaði mína
umsókn, ímyndaði eg mær,
hvussu skilið hevði verið,
um
onki
Føroyingahús
var. Tá skilti eg, at eg
hevði verið millum teirra,
ið
saknaðu
eitt
slíkt
hús. Sostatt haldi eg, at
Føroyahúsið hevur stóran
týdning fyri føroyingin í
Danmark. Húsið hevur ikki
bara mentanarligan týdn
ing. Tað hevur eisini stóran
praktiskan týdning. Hetta
er eitt stað, har ið fólk,
føroyingar sum útlending
ar, kunnu venda sær, um
tey hava eitthvørt ivamál.
Ongin kollvelting
Hvussu fer tað at merkjast,
at tú er nýggjur leiðari í
húsinum?
– Eg ætli mær ikki
at koma inn sum ein
hvirluvindur og kollvelta
alt. Brúkarin av húsinum
fer sostatt ikki at merkja
so nógv til nýggja leiðaran
beinanvegin. Men eg havi
sjálvandi nógv hugskot
og ætlanir, sum eg ætli at
føra út í verkið, men hetta
kemur meiri at síggjast og
merkjast í framtíðini.
Tað er ongin loyna, at
Hans Petur er tónleikari,
men Hans Petur vísur aftur,
at Føroyingahúsið nú fer at
verða tónleikahús burturav.
– Eg eri ikki settur sum
tónleikari. Eg er settur sum
leiðari, og skal røkja øll
áhugamál, sum húsið áður
hevur rikið. Men tónleikur
in liggur mær nær, og tískil
kemur hann altíð at hava
nógv rúm í húsinum, sigur
Hans Petur.
Á heimasíðuni hjá Føroy
ingahúsinum stendur at
lesa, at fráfarandi leiðarin
ynskir Hans Petur hjartaliga
tillukku, og ynskir honum
góða eydnu við nýggja
starvinum.
Heimasíðan
skrivar, at húsið skal brynj
ast til avbjóðingar sum
liggja fyri framman, og
tað eru hesar, sum nýggi
leiðarin skal lofta.
Nýggjur leiðari settur í Føroyingahúsinum
NORA stuðlar
Norrøna Atlantssamstarvið NORA hevur gjørt av at játta
tíggju verkætlanum tilsamans 2,3 mió. krónur í stuðuli, og
fimm teirra hava samband við tilfeingið í havinum. Ein
skal kanna skaða á hummara, ein skal kanna livilíkindini
hjá gággu, og um tað ber til at veiða gággu til matna, ein
skal kanna møguleikarnar at vinna evnið astaxanhin úr
rækjuskeljum, ein skal menna samstarv millum nýskapan,
og tann fimmta skal menna kunnleikan um kóp.
Spyr um skúlar
Løgtingskvinnan Heidi Petersen vil nú hava at vita frá
Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, nær arbeiðið at
byggja nýggjan fiskivinnuskúla í Vestmanna byrjar, og
nær skúlin verður liðugur. Hon vísir á, at eftir upprunaligu
ætlanini skuldi skúlin verða liðugur í ár. Hon vil eisini
hava at vita, nær farið verður undir at byggja skúladepilin
í Hovi, og hvussu nógv hann er dýrkaður samanborið við
upprunaligu ætlanina at byggja í Vági.
Kaldbaksvegurin
verður ikki stongdur,
soleiðis sum
Landsverk annars
hevur boðað frá.
Bjarni Djurholm
hevur tosað við
Landsverk, og saman
við teimum fer hann
at finna eina loysn
SAMFERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Henda loysnin inniber,
at ferðslan kortini ikki
verður leidd til og frá Havn
eftir
Oyggjarvegnum,
sum annars hevði verið
einasta alternativið, um
Kaldbaksvegurin stongdist.
Við Útvarpið í morgun
segði Bjarni Djurholm,
at hann hevur tosað við
Landsverk og saman fóru
teir at finna ein loysn
upp á nevnda trupulleika.
Helst verður hetta við at
leggja eina vegøksl rundan
um, at arbeitt verður.
Bjarni Djurholm segði, at
túsundtals bilar koyra til
og frá Havn dagliga, og
at hesir ikki allir vóru
skøddir til at ferðast eftir
Oyggjavegnum.
Bjarni Djurholm visti
ikki sjálvur av, at Lands
verk ætlaði at steingja
Kaldbaksvegin frá í dag at
rokna og fram til fríggja
dagin. Men síðani hann
fekk boðini hevur hann
tosað við Landsverk og
avtalað, at ferðslan eisini
komandi
dagarnar
til
og frá Havn, verður eftir
Kaldbaksvegnum.
Kaldbaksvegurin ikki stongdur kortini