týsdagur 12. desember 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2006
5
tíðindi
Trygvi Midjord hvakk
við sunnumorgunin,
tá hann sat og fekk
sær morgundrekka.
Hann var júst liðugur,
tá hann brádliga
hoyrdi nógvan vind,
og tá hann hugdi
upp feyk bussur
hansara upp fyri
køksvindeygað
VINDSKAÐI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hvalba: Trygvi Midjord
býr í uppi í Trøðini í Hvalba.
Tað sum verður rópt uppi á
Neystabøð. Hann var farin
tíðliga upp sunnumorgunin.
Klokkan nærkaðist seks, og
Trygvi var júst liðugur at
eta morgunmat og drekka
morgundrekka í køkinum.
Hann var á veg út úr køk
inum eftir jakkanum, tá
hann hoyrir at vindurin vaks
øgiliga nógv og øgiliga
knappliga.
Trygvi vendir eyguni
móti køksvindeyganum og
hevur sera ilt við at trúgva
tí hann sær. Uttanfyri
vindeyga fleyg ein bussur
hansara. Í leysari luft.
– Bussurin feyk upp fyri
vindeygað. Eg renni so
yvir og toyggi meg út í
vindeygakarmin, og síggi at
gamli bilurin verður lyftur
upp um hin lítla bussin
og fer sendandi yvireftir,
fortelur Trygvi Midjord.
Mini-bussurin
tekur
í
yvirkantin
á
einum
samaslag bussi við síðuna
av. Hesin koppar og sam
an fara bussarnir báðir
sendandi einar 15 metrar
yvireftir.
Ongantíð upplivað
líknandi
Trygvi
Midjord
dugir
yvirhøvur ikki at siga,
hvat tað var sum hendi
sunnumorgunin.
Hann
var farin tíðliga upp og
skuldi koyra rutu. Trygva
dámar væl at hava góða
tíð um morgnarnar, og tað
hevði hann eisini henda
morgunin.
– Tað rann mær ongantíð
í huga, at eg ikki skuldi
fara at koyra rutu orsaka
av vindinum. Vit plaga
eisini altíð at hoyra her,
tá ið hvirlurnar koma,
men soleiðis var als ikki
sunnumorgunin. Hvirlan
kom burtur úr púrasta
ongum, og hvarv eisini líka
knappliga, sigur Trygvi
Midjord.
Hann skuldi koyra rutu
klokkan 6.10. Tá klokkan
var góðar tíggju minuttir
í seks, var hann á veg út í
gjøgnum dyrnar, men tá var
tað at hvirlan kom og tók
bussarnar.
– Eg havi koyrt buss í 42
ár, og búð uppi í Trøðini í
30 ár, men aldrin havi eg
upplivað nakað líknandi,
sigur Trygvi Midjord.
– Hetta er slíkt eg bara
havi sæð í sjónvarpinum,
sigur Trygvi og flennir so.
Trygvi Midjord hevur koyrt
buss í 42 ár. Hann eigur tí
fleiri bussar, og í túni hans
ara henda sunnumorgunin
stóð ein stórur bussur, ein
persónbilur og tveir mini-
bussar. Tað vóru hesir báðir
síðst nevndu, sum hvirlan
tók.
Tann eini bussurin hev
ur IRF longu verið eftir,
og verður hann nú burtur
beindur, og hin bussurin
metir Trygvi sjálvur eisini
er vrak.
Kendi seg forfylgdan
Meðan Trygvi stendur í
vindeyganum og eygleiðir
ruðuleikan uttanfyri, sær
hann at hvirlan fer oman
eftir móti einum hoyggj
húsið, hann sjálvur eigur.
Har blásti hvirlan allar
hurðar upp, og síðani hvarv
hon líka knappliga sum hon
kom.
– Eg føldi meg næstan
forfylgdan hesa løtuna, tí
hvirlan gjørdi seg bara inn á
mítt. Fyrst inn á bussarnar og
síðani hoyggjhúsið, áðrenn
hon hvarv, sigur Trygvi
Mortensen skemtandi.
Tríggjar metrar
upp í loft
Henda morgunin ógvusliga
og óvanliga hendingin fór
fram, var Trygvi Midjord í
køkinum. Húsini hjá Trygva
eru í tveimum hæddum, og
køkurin er á ovaru hæddini.
Bussurin
hjá
Trygva
Midjord varð lyftur upp um
alla kjallarahæddina, og
upp fyri køksvindeyga hjá
Trygva. Her er talan um
stívliga tríggjar metrar, ið
bussurin hevur lyft seg.
Trygvi Midjord undrast
stórliga yvir tað, sum honum
var fyri sunnumorgunin, og
aðrir hvalbingar undrast
eisini. Trygvi hevur heldur
onga frágreiðing upp á
tað, men sigur hetta minnir
hann mest um tað, sum
hendi í London herfyri, tá
ein melduródn gjørdur um
seg. Hon vardi í minni enn
ein minutt, men sorlaði frá
hond og gjørdi stóran skaða
á bæði hús og fólk.
Bussurin fleyg uttanfyri køksvindeygað
Nógvar bøkur
Sjáldsama nógvar føroyskar bøkur eru komnar út nú upp
undir jól, og á heimasíðuni hjá Riti og Ráki í SMS ber til at
síggja, hvørjar bøkur eru best umtóktar millum fólk. Í síðstu
viku var Lætt og Leskiligt 2 tann mest selda, bókin um Júst
í Túni var næstmest seld, síðani Skakandi tilburðir, Okkara
Sangbók, Jóan Petur hjá Mouritsi, Lívsbardagi á Kappanum,
Eydnuloysi, Jørundur, Traðkaðu fólkinum slóð, og nr. 10
var var Jana eitt hjartabarn.
Veðrið og vegirnir
Norsku vegamyndugleikarnir eru farnir undir at gera sær
eina mynd av, hvørjar avleiðingar broytingarnar í
veðurlagnum kunnu fáa á vegakervið og ferðsluna.
Myndugleikarnir siga, at meiri avfall, meiri hiti og minni
frost fara at elva til meiri vatn á vegunum og skriðulop. Tí
eru teir nú farnir undir at kanna, um ymsar mannagongdir
skulu broytast, tá vegir verða gjørdir í framtíðini, og um
viðlíkahaldið eisini skal broytast.
Hvalba og London
Trygvi Midjord sigur
sjálvur, at tilburðurin í
Hvalba minti mest um
tað, sum hendi í London
herfyri, tá ein melduródn
kom fullkomiliga burtur
úr ongum og gjørdi stóran
skaða.
Petur Skeel er veður
frøðingur og arbeiðir á
Sosialinum. Hann sigur,
at tað sum hendi í Hvalba
sunnumorgunin,
helst
er nakað tað sama sum
hendi í London. Uttan at
kenna nærri til tilburðin
í Hvalba, so metir hann
talan vera um eina minni
cyklon, har luftin hevur
verið óstøðug og tí koma
hvirlur sum hesar. Petur
Skeel vísir á, at vit hava
havt keðiligt veður í
Føroyum seinastu dag
arnar, og í London hevði
eisini verið keðiligt veður
í fleiri dagar, so tí er væl
hugsandi, at tað er tað
sama sum er hent í bæði
Hvalba og London.
Trygvi Midjord og bussurin sum fór sendandi eftir vegnum, tó ein hvirla brádliga kom og tók hann
Mynd: Áki Bertholdsen
Bussurin kom uppfyri
køksvindeyga, og tað er
vindeyga ovast til vinstru á
húsinum mitt í myndini
Mynd: Áki Bertholdsen