týsdagur 12. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 12. desember 2006
tíðindi
Hósdagin var bókin
um Føroya Banka og
Sjóvinnubankan, sum
Jørn Astrup Hansen
og Jóan Pauli Joensen
hava skrivað, løgd
fram í gamla Føroya
Banka í Tórsgøtu í
Havn
BANKASØGA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin var ein hugnalig
samkoma í Tilhaldinum í
Tórsgøtu í sambandi við, at
Føroya Banki gav út bók í
sambandi við 100 ára dag
bankans.
Tað eru teir báðir, Jørn
Astrup Hansen, fyrrverandi
bankastjóri og Jóan Pauli
Joensen, fólkalívsfrøðingur
og rektari á Fróðskaparsetri
Føroya, sum hava skrivað
bókina, sum bæði er søgan
um báðar bankarnar, sum
fyri 13 árum síðani blivu til
Føroya Banka og um Før
oya søgu farnu 100 árini.
Føroya Banki varð stovn
aður í 1906 og byrjaði í Niels
Finsensgøtu í húsunum, har
Simme Musikkhús helt til
í fleiri ár. Men longu sama
árið kundi bankin flyta inn
í nýggju og stásiligu banka
húsini í Tórsgøtu, sum nú
hýsa Tilhaldinum. Tí valdi
bankin at leggja bókina
fram júst í hesum hølum.
Sjóvinnubankin
varð
stovnaður í 1932, og hann
hevði sítt høvuðssæti niðri
í Gongini til hann í áttati
árunum flutti niðan í Hús
agøtu oman fyri SMS, har
Føroya Banki nú hevur sítt
høvuðssæti.
Á samkomuni í Tilhald
inum upplýsti Janus Peter
sen, bankastjóri, at banka
húsini kosta 60.000 kr at
byggja í 1906.
Jørn Astrup Hansen hev
ur skrivað fyrr partin av
bókini, sum snýr seg um
søguna hjá teimu báðum
bankunum.
- Jørn Astrup Hansen hev
ur innlit sum fáur. Tí var
tað so upplagt hjá okkum
at heita á hann um at skriva
hendan partin av bókini,
segði Janus Petersen.
Seinna partin, sum lýsir
Føroya søgu hesi 100 árini,
hevur Jóan Pauli Joensen
skrivað.
- Hesin partur er sera
áhugaverdur, og vit vóna,
at hetta tilfar kann brúkast í
undirvísingini í skúlunum,
segði Janus Petersen.
Bankastjórin tosaði eisini
um nýggju kósina, nú bank
in skal privatiserast. Men
Janus Petersen helt tað var
sera um ráðandi at fortíðin
ikki verður gloymd.
Jørn Astup Hansen segði,
at hetta var hansara máti
at kvittera og takka fyri
sína tíð í Føroyum. Hann
vísti á, at tað eisini er sera
umráðandi, at vit skriva
søguna, meðan vit enn
minnast hanna.
- Tað ber eisini til at
skriva søguna, tá vit øll
hava gloymt hana, men mær
dámar betur hendan mátan,
hóast tað kanska kann
verða eitt sindur subjektivt,
segði hann.
Jørn
Astrup
Hansen
gjørdi eisini greitt, at hetta
var søgan soleiðis sum hann
hevur valt at skriva hana.
Hann vísit m. a. á tíðina
undir øðrum heimsbardaga,
tá Føroyar, sum partur av
danska
ríkinum,
hevði
egnan valuta. Hetta helt
hann
verða
rættuliga
áhugavert
-
og
segði
speiksliga við Bárð Nielsen,
fíggjarmálaráðharra, sum
var hjástaddur, at tað var
tá, at vit skuldu havt ein
landsbanka. Hann segði, at
tað var óhoyrt, at tað bar til,
at ein partur av einum ríki
hevði egnan valuta.
Jóan Pauli Joensen vísti
á, at hann hevur brúkt áður
skrivað tilfar, sum hann
hevur samanskrivað til
bókina eftir egnum høvdi.
Hann helt fyri, at arbeiðið
hevði gingið stak væl, og
at talan í veruleikanum var
um tvær bøkur í einari.
Hann segði, at hetta er
ein bók, sum øll skulu
kunna lesa.
- Hon er kanska eitt
sindur politisk. Nógv er
slíkt, sum kemur aftur, eitt
nú tað, at føroyingar hava
dugað so illa at tikið støðu,
segði hann.
Jóan Pauli Joensen vísti
eisini á, at tað var sera
áhugavert at skriva um,
hvussu føroyingar hava
livað og hvussu teir hava
búð.
Alt í alt helt Jóan Pauli
Joensen, at talan var um
eina góða bók, sum er eitt
gott yvirlit yvir Føroya
søgu í 20. øld. Men hann
gjørdi kortini greitt, at hann
ongantíð var heilt nøgdu
við eina bók - og tá eigur
man heldur ikki at vera!
Bankasøga og Føroyasøga út í bók
Høvundarnir báðir, Jóan Pauli Joensen og Jørn Astrup Hansan práta við Árna Hansen, sum
eisini varð kendur sum Árni í Bankanum. Pápi hansara, Petur Sofus Hansen, var bankastjóri og
familjan búði í bankahúsunum í Tórsgøtu
Janus Petersen, bankastjóri og Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, sum í nógv ár hevur verið
nevndarlimur í Føroya Banka. Jógvan Jespersen eigur sín stóra leiklut í bókini, sum hann hevur
redigerað. Eisini hevur týtt tað, sum Jørn Astrup Hansen hevur skrivað til føroyskt
Janus Petersen, bankastjóri,
tá bókin um bankarnar í 100
ár varð løgd fram á samkomu
í gamla Føroya Banka í
Tórsgøtu, har Tilhaldið nú er
Myndir: Jens Kristian Vang