týsdagur 12. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2006
7
tíðindi
Tvøroyrar Býráð
leggur nú til brots
og er farin undir
fyrireikingar til
at byggja bæði
nýggjan skúla, nýggja
svimjihøll og nýggjan
fótbóltsvøll
Útbyggingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Býráð ætlar rætti
liga at leggja seg í seðlarnar
tey næstu árini.
Býráðið hevur akkurát
samtykt
fíggjarætlanina
fyri næsta ár og tað er ikki
smávegis útbyggingar, ætl
anin er at fara undir.
Serliga á mentanarøki
num,
ætlar
Tvøroyrar
Býráð at taka stór tøk tey
næstu árini.
Sostatt hevur Tvøroyrar
Býráð næsta ár samtykt at
seta pening av til at fyrireika
at byggja bæði nýggjan
skúla, nýggja svimjihøll og
nýggjan fótbóltsvøll.
Í eini tvey ár hevur ein
arbeiðsbólkur
fyrireika
nýggjan skúla og næsta ár
hevur kommunan so sett
500.000 krónur av til at
fyrireika at byggja nýggjan
skúla.
Tíðin farin frá
skúlanum
Borgarastjórin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, sigur, at
nú er tíðin farin frá skúl
anum á Tvøroyri, sum
varð bygdur fyri 30 árum
síðani.
Nú á døgum skulu skúla
bygningar verða soleiðis,
at tað eisini ber til hjá
rørslutarnaðum at ferðast
ótarnað í teimum. Men
skúlin, vit hava, er alt annað
enn vinarligur í so máta, tí
har eru tær beru trappur.
Tí hevur býráðið í eina
tíð hugsað um at byggja
nýggjan skúla og næsta ár
verður so av álvara farið
undir
fyrireikingarnar
og peningurin, sum er
settur av, skal brúkast til
projekteringar og annað í tí
sambandi.
Av tí at so lítið kjøt er
á ætlanini enn, vita tey
í løtuni heldur onki um,
hvussu stórur og dýrur ein
nýggjur skúli verður. Men
ætlanin er nú at arbeiða
miðvíst við ætlanini.
- Tað verður mett at vera
rættiliga dýrt at nútím
ansgera skúlan og tí hugsað
við meiri um at byggja
nýggjan skúla, men heilt
endalig avgerð er ikki tikin
um tað enn.
Hann sigur, at endar tað
við, at nýggjur skúli verður
bygdur, verður hann helst
bygdur inni í Trongisvági,
har smábarnaskúli er framm
anundan og so verða báðir
skúlarnir tengdir saman.
Hvat skúlin úti á Tvøroyri
skal brúkast til, er støða
ikki tikin til.
- Men tað húsið er hósk
andi til øll møgulig endamál,
bara ikki til skúla.
Vilja tosa um samstarv
Kristin Michelsen sigur, at
í hesum sambandi hugsar
Tvøroyrar býráð um at seta
seg í sambandi við aðrar
kommunur í Suðuroy at
tosa um skúlaviðurskiftini.
Býráðið
hugsar
fyrst
og fremst um Hvalba og
Fámjin, sum samstarva við
Tvøroyri frammanundan,
men hugsað verður eisini
um aðrar kommunur.
- Talan kann verða um
at økja um samstarvið á
skúlaøkinum og at saman
sjóða skúlaskapin í Suðuroy
meiri, so at vit fáa meiri
nyttu
burturúr
teimum
ymsu skúlunum, sigur Krist
in Michelsen.
Men enn er hetta alt ov
leyst til at siga meiri um
enn.
Nýggjur ítróttardepil
Næsta ár hevur Tvøroyrar
Býráð eisini samtykt at
brúka 500.000 krónur til at
fyrireika arbeiðið at byggja
nýggjan ítróttardepil við
nýggjum fótbóltsvølli og
nýggjari svimjihøll.
Og tað er alt sum talar
fyri, at nýggi ítróttardepilin
eisini verður bygdur inni í
Trongisvági, har skúlin er.
Borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at tað er greitt, at
gamli vøllurin á Sevmýri
verður ikki góðkendur
nógv ár afturat og tí er
neyðugt at gera nýggjan
fótbóltsvøll.
Hann vísir eisini á, at
svimjihylurin á Tvøroyri er
40 ára gamal og er illa farin
og tí er eisini neyðugt at
byggja ein nýggjan.
Men hvussu stórur hann
verður, veit hann ikki.
Nú skal ein arbeiðsbólkur
arbeiða víðari við hesum
ætlanunum.
Borgarstjórin sigur, at tað
er neyðugt hjá Tvøroyrar
Kommunu at fara undir
hesar útbyggingar, tí á hes
um økjum er Tvøroyrar
Kommuna afturútsigld, tí
vit hava ongan góðkendan
vøll og svimjihylurin er í
vánaligum standi.
Hann sigur, at tað er eisini
ætlanin at tosa við aðrar
kommunur um samstarv
um hesa ætlanina at byggja
nýggjan ítróttardepil. Men
akkurát, hvat eitt møguligt
samstarv skal fevna um,
dugir hann ikki at siga
beint nú.
Binda land og kommunur
Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, og Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum, eru á einum máli um,
at landið og kommunurnar eiga at gera eina bindandi
avtalu um, hvussu nógvir pengar skulu brúkast um
árið. Landsbankastjórin hevur sagt, at avtalan eigur at
umfata bæði rakstur, íløgur og skatt, og tað heldur
landsstýrismaðurin eisini. Bárður Nielsen sigur eisini,
at greiðar reglur skulu áseta, hvat er rakstur, og hvat er
íløga.
Pensjonistar ótolnast
Felagið hjá teimum føroysku pensjonistunum, Landsfelag
Pensjonista, vil nú hava landsstýrið at síggja til, at
føroyskir pensjonistar fáa somu sømdir sum teirra donsku
javnaldrar. Landsfelagið minnir landsstýrið á eina avtalu,
sum landsstýrið og stjórnin gjørdu í 1987, og sum sigur,
at tann tøka pensjónin skal vera tann sama í Føroyum sum
í Danmark. Kortini hava danskir pensjonistar meiri tøkan
pening yvir enn teir føroysku, sigur LP.
Tvørafólk leggja seg í seðlarnar
Søkt verður eftir
námsfrøðingi
Til Dagrøktina í Nes kommunu verður søkt eftir
námsfrøðingi at arbeiða, 40 tímar um vikuna, til
eina 1 ára gamla gentu, at byrja 15. januar 2007 ella
eftir avtalu.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður
hjálparfólk sett fyribil sí eitt ár.
Arbeiðið umfatar:
• at fara við gentuni til fysioterapeut og
ergoterapeut
• at stuðla gentuni í spæli saman við øðrum
børnum
• at stimbra og annars geva henni ein innihaldsríkan
dag
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,
pedagogurin í skala 1117 og hjálparfólkini í skala
69.
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og møguligum
viðmælum, skulu verða Nes kommunu í hendi
innan 10. januar 2007 kl. 12.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.
448462 ella 565020 og tosa við Katrin Poulsen
døgrøktarleiðara.
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo · nes@nes.fo
Her inni við skúlan
í Trongisvági, hevur
Tvøroyrar Býráð stórar
ætlanir og næsta ár
verður farið undir
fyrireikingar til at
byggja bæði nýggjan
skúla og ítróttardepil.
Hetta er neyðugt, tí
Tvøroyri er afturútsiglt
á hesum øki, sigur
borgarstjórin