týsdagur 12. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 240 - 12. desember 2006
tíðindi
Flogræðsla
ávirkar
føroysku
luttøkuna
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyski GBOB fyri
skiparin og trummu
leikarin í Deja Vu eru
somikið illa raktir av
flogræðslu, at teir ikki
tordu á flog til London.
Jón Tyril føroyski fyri
skiparin av GBOB er
eftir í Føroyum, nú Deja
Vu eru farnir til London
at kappast um heitið
vinnari av Global Battle
Of The Bands, $100.000
og eini heimsumfatandi
konsertferð. Jón greiður
frá, at orsøkin til, at hann
ikki er í London, hvørki
er manglandi hugur ella
ov stór arbeiðsbyrða í
sambandi við fyriskipan
av
G!Festivalinum,
men flogræðsla. Jón
var staddur í London
í oktober, tá flogfarið
hjá Atlantic Airways
fórst í Stord í Noregi,
og fleyg til Føroyar eftir
dagin eftir vanlukkuna.
Á ferðini heim kendi
Jón fyrstu ferð ræðsl
una fyri at flúgva, og
henda ræðsla var sera
ring. Síðan tá hevur Jón
arbeitt við at koma seg
yvir ræðsluna og hevði
til síðstu løtu ætlanir
um at fara til London.
Men tá fráferðardagurin
upprann, var ræðslan
tíanverri enn somikið
ring, at hugsingur ikki
var um at fara á flog, tí
settist Jón aftur.
Men Jón er ikki einasti
limur í ferðalagnum, ið
ikki vildi á flog. Eisini
trummuleikarin í Deja
Vu, Rúni Højgaard sett
ist aftur. Hetta hendi
tó ikki í Føroyum sum
hjá Jón men í Kastrup.
Deja Vu hava seinastu
dagarnar vant til finaluna
í Danmark. Rúni valdi tí
ístaðin at fara við tokið
og skipið til Onglands
og kom til London í
morgun, meðan restin av
bólkinum kom í gjár.
Tá vit fingu orð á
Jón Tyril í telefonini sat
hann við hús í Gøtu og
lurtaði á alnetinum eftir
teimum 24 bólkunum, ið
Deja Vu skulu kappast
við. Hóast hann ikki er í
London eru vónirnar um
eitt sannførandi føroyskt
úrslit góðar:
- Um eg skal døma
eftir demo-upptøkunum,
ið bólkarnir hava lagt á
netið, so eru vónirnar
góðar, sigur Jón og held
ur fram
- Demoin hjá Deja Vu
er nógv meira professio
nell enn flest allar hinar.
Sosialurin
er í London
Í sambandi við, at finalan
í The Global Battle Of
The Bands verður hildin
í The London Astoria
í kvøld, er Sosialurin
í London. Í blaðnum í
morgin verður frásøgn
frá finaluni, har vit frætta
hvussu leikur fer, tá Deja
Vu kappast við bólkar úr
24 øðrum londum.
Vónin er, at Deja Vu
eins og Marius verður
millum teir bestu 6, ið
eru teir bólkarnir, ið man
fær at vita støðuna hjá.
Einki verður sagt, um
hvør er á 7.-25. pláss, so
tí er at vóna at bólkurin
verður millum teir seks
fremstu. Deja Vu hevur
í føroysku finaluni megn
að at vunnið á finalist
inium í fjør Marius, tí
eiga vónirnar at vera
rættiliga góðar um, at
bólkurin megnar at fáa
eitt gott úrslit.
nud
Góða úrslitið í
føroysku finaluni í
The Global Battle
Of The Bands hevur
fingið bólkin at halda
fast í somu spæliskrá í
heimsfinaluni
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fi
Deja Vu er í góðari venjing,
tá bólkurin í kvøld fer á
pall í London Astoria, í
GBOB finaluni. Seinastu
dagarnar hevur Deja Vu
verið í venjingarlegu í
Keypmannahavn, har bass
leikarin Rógvi býr.
- Vit spæla, tey somu
løgini, sum vit spældu í
føroysku GBOB finaluni,
greiðir Rógvi frá, tá vit
hitta hann og sangaran
Flóvin Viderø í London í
gjárkvøldið.
Framførslan av løgunum
Wake You Up og Reckless
var somikið sannførandi í
Mentanarhúsinum í Fugla
firði, at bólkurin vann á
Marius, sum í fjør fekk
eitt deilt 6. pláss í heims
finaluni. So hetta tykist
sum ein skilagóð avgerð.
Flóvin, Rógvi og vin
maðurin Rólant brúktu
kvøldið í London til eitt
sindur av sight seeing,
meðan restin av limunum,
ið vóru komnir vegin
fram hvíldu seg heima á
hotellinum. Teir tykjast
at hava ein undurfullan
avslappaðan hugburð um
finaluna. Ringt er at veruliga
avlesa hvørjar kenslurnar
eru, men tað tykist, sum
um bólkurin hvílur í sær
sjálvum.
Seinasta
árið
hevur Deja Vu spælt nærum
hvørt vikuskiftið, antin
sum bólkur ella sangararnir
báðir saman. Teir hava stóra
rutinu, so tað er veruliga
ikki so stór orsøk til alt ov
nógv hóvasták.
Stóra rutinan er eisini
nakað, ið onkur av hinum
tónleikarunum í GBOB
finaluni hevur lagt til
merkis. Tá vit hitta limirnir
í íslendska bólkinum Perla,
spyrja teir í øllum førum
dúgliga um stóru rutinuna
hjá Deja Vu. Perla er ein
spildur nýggjur bólkur, teir
hava spælt saman síðan mars,
og GBOB finalan verður 5.
framførslan hjá bólkinum.
Teir eru tó allir royndir
tónleikarar, og kunnu við
sínum progressiva rokki
gerast ein jalig uppliving,
í øllum førum eru teir stak
dámligir.
Lutakastið um
raðfylgjuna, ið
bólkarnir spæla á
GBOB finaluni í
London, hevur givið
Deja Vu eitt 6. pláss,
væntandi er hetta eitt
sera gott pláss
GBOB
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lutakastið um raðfylgjuna
í GBOB heimsfinaluni
endaði væl fyri Deja Vu.
Bólkurin verður 6. bólkur
á pallin í kvøld. Hetta
kunngjørdu fyriskipararnir
á fundi fyri luttakararnar í
gjárkvøldið. GBOB finalan
verður hildin í víðagitna
spælistaðnum mitt í London,
The London Astoria. Hon
fer av bakkastokki umleið
kl. 19.00 og Deja Vu fer eftir
ætlan á pallin kl. 20.00. Tá
skuldu áskoðararnir verið
hitaðir upp, og samstundis
eru oyrini hjá áskoðarum
og dómarum enn rættiliga
frísk. Tað var ein sannroynd
í fjør, at tá síðstu bólkarnir
fóru á pallin var bikarið hjá
áskoðarunum langt síðan
fult. Tí er tað gleðiligt, at
Deja Vu ikki endaði millum
síðstu bólkarnar.
Um
miðnáttarleitið
fer GBOB vinnarin í fjør
Kopek úr Írlandi á pallin at
framføra nøkur løg, meðan
dómsnevndin ger av hvørjir
bólkar manna tey fremstu
seks plássini.
Raðfylgjan,
ið
spælt
verður í kvøld er hendan:
Deja Vu spæla tað sama umaftur
Klokkan
Bólkur
Land
19.00
Silver
Niðurlond
19.12
House Of Ghosts
Serbia
19.24
Cody
Danmark
19.36
Svet Boogie Band
Hvíta Russland
19.48
Sixteenth Solid Spread
Spania
20.00
Deja Vu
Føroyar
20.12
Amplify
Týskland
20.24
Blind Friday
Írland
20.36
Perla
Ísland
20.48
Nuumak
Italia
21.00
Flare Odds
Japan
21.12
The Moving Pictures
Svøríki
21.24
Electric Co.
Meksiko
21.36
Bizali
Ongland
21.48
Crescendo
Teiland
22.00
De Ja Groove
Avstralia
22.12
Senit
Noregi
22.24
Bolshoy Kush
Russland
22.36
Heavy Mojo
USA
22.48
Millenium
Moldova
23.00
Estrella
Skotland
23.12
Lonehill Estate
Suður Afrika
23.24
Etwas Unders
Ukraina
23.36
Ninja Pigeon
Wales
23.48
The Broken Hearted
Kanda
00.00
Kopek
Vinnari í fjør, Írland
Deja Vu verður 6. bólkur á pallin
Limirnir í Deja Vu vóru vælnøgdir við lutakastið
Rógvi og Flóvin brúktu
mánakvøldið í London
til at síggja eitt sindur
av London, m.a. eitt
víðagitið graffitti
listaverk í Camden