Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 9 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Uttan mannarættindi og rættartrygd verður eingin trygd og eingin framburður Kofi Annan Stutt sagt Leita eftir drápsmanni Bretska løgreglan ber ótta fyri, at ein hópdrápsmaður ger um seg. Tær seinastu vikurnar eru tríggjar skøkj­ur funnar myrdar har suðuri í landinum, og løgreglan hevur illgruna um, at drápsmaðurin var tann sami í øllum trim­ um førunum. Allar kvinn­ urnar vóru naknar,. tá tær vórðu funnar, men tað vóru eingi tekin um, at tær høvdu verið fyri kynsligum ágangi, sigur løgreglan. Sunnudagin varð uppaftur ein kvinna funnin deyð, men løg­ reglan veit ikki, um hetta morðið hevur nakað við hini trý at gera. Smuglaðu vápn Fýra bretskir hermenn hava viðgingið, at teir hava verið við til at smugla vápn úr Irak við tí fyri eyga at selja tey. Hermenninir, sum komu fyri ein krígsrætt í gjár, játtaðu, at teir høvdu smuglað bæði vápn og lóður úr Irak, tá teir vóru hermenn har. Sambært ákæruvaldinum vóru tað tveir av hermonnunum, sum smuglaðu, men hinir báðir eru ákærdir, tí teir vistu um smuglingina, men boðaðu ikki frá tí. Stokkut gleði 29 limir í einum vedd­ ingarklubba í belgiska býnum Mouscrois vóru ovur­fegnir seinasta fríggja­kvøld. Drigið varð um 27 milliónir evrur í spælinum Euro Million, og tá avtornaði, vóru tølini hjá klubbanum drigin. Sostatt høvdu limirnir vunnið 900.000 evrur ella góðar seks mió. krónur í part. Men gleðin gjørdist stokkut, tí tað vísti seg, at ein kvinna, sum skuldi fylla veddingarseðilin út fyri klubban, hevði brúkt onnur tøl enn tey, sum klubbin altíð plagdi at brúka. Hini vóru í øðini, og ein teirra sigur við BBC, at hon fer ongantíð at fyrigeva kvinnuni. Nýggjársaftan leggur Kofi Annan frá sær sum ST-aðalskrivari. Í gjárkvøldið fekk USA eina seinastu heilsan frá honum Í einari merkisverdari røðu fanst Kofi Annan at amerikanska uttanríkis­ politikkinum, og hann kom við ábendingum um, at eftir hansara tykki hevur USA tveitt fleiri kjarnuprinsipp fyri borð í landsins bardagan ímóti altjóða yvirgangi. - Altjóða stovnar fáa ikki gjørt nógv, um USA heldur seg uttanfyri, segði Kofi Annan, og hann helt fram: - Mannarættindi og rætt­ artrygd hava avgerandi týdning fyri altjóða trygd og framburð, men tað letur seg ikki gera, uttan at USA heldur seg til síni prinsippir - eisini í bardaganum ímóti yvirgangi, segði Ann­ an og sipaði til, at aðrar amerikanskar stjórnir hava lagt stóran dent á manna­ rættindini. Hann endaði røðu sína við at endurgeva nøkur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Harry Truman: - Eingin tjóð kann tryggja seg sjálva við at royna at hevja seg upp um allar aðrar. Misnøgd Røðan hjá fráfarandi ST- aðalskrivaranum fekk ikki góð móttøku í Washington. - Eg hevði vónað, at hann fór at tosa um tað, sum vit hava avrikað í samstarvi, segði Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, sum helt, at Kofi Annan átti at brúkt røðuna til okkurt annað. Hon helt, at tað finnast mong dømi um, hvat ST og USA hava fingið av skafti við at samstarva, og hon segði seg harmast um, at Kofi Annan ikki brúkti røðuna til at tosa um tað. Norðurkoreanska stýrið hevur funnið ein nýggjan hátt at útvega ríkiskassanum útlendskt gjaldoyra. Stýrið í Pyongyang gong­ ur nú nýggjar leiðir fyri at fáa fatur á útlendskum gjaldoyra. Tann seinasta loysnin er at senda fólk til Evropa at arbeiða eftir sáttmálum, ið mest líkjast trælakorum. Eitt nú arbeiða fleiri hundr­að norðurkoreanar á ídn­aðarverksmiðjum í Kekkia og Pólandi, men tey arbeiða og búgva undir øðr­ vísi viðurskiftum enn teirra starvsfelagar, skrivar týska tíðarritið Der Spiegel. Eitt nú búgva teir norðurkoreonsku arbeiðsmenninir fyri seg sjálvar, og fara teir út fyri dyr, hevur ein umboðsmaður fyri myndugleikarnar í heim­ landinum alla tíðina eftirlit við teimum. Alment verður sagt, at teir norðurkoreonsku ar­beiðs­menninir arbeiða eft­ir lóg­ligum sáttmálum, men evropeiskir manna­rætt­ indafelagsskapir halda uppá, at norðurkoreanararnir fáa bara ein lítlan part av løn­ini sjálvir. Megin­ part­urin verður sendur myndugleikunum í Pyong­ yang. Sambært Der Spiegel hava teir norðurkoreonsku arbeiðsmenninir í Evropa fingið at vita, at avdúka teir sannleikan, verða teirra næstringar sendir í arbeiðs­ legur. Norðurkorea sendir trælir til Evropa Kofi Annan hevur lítið gott at bera USA, nú hann leggur frá sær Kofi Annan gav ilt av sær útlond