týsdagur 12. desember 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2006
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Útvarpið ger stundum nógv
burtur úr teimum álitum, sum
ymsu tingnevndirnar skriva
eftir lokna nevndarviðgerð.
Soleiðis var eisini, tá trivn
aðarnevndin hevði skrivað
álit í málinum, sum Tjóð
veldisflokkurin hevði lagt
fyri tingið, um at taka av
lægstu
fyritíðarpensión.
Soleiðis at tey, sum í dag
fáa lægstu fyrtíðarpensión
skulu fáa eina hægri veit
ing.
Hetta er aðru ferð í hes
um valskeiðnum, at Tjóð
veldisflokkurin hevur lagt
hetta mál fyri tingið, men
valdi meirilutin í trivn
aðarnevndini enn eina ferð
at mæla tinginum til ikki at
taka undir við tí. Hetta eina
mest tí landsstýrismaðurin,
Hans Pauli Strøm er meira
enn altráður at fáa málið
felt. Fyrst og fremst tí talan
er um tjóðveldisuppskot.
Meirilutin í trivnaðar
nevndini skrivaði drúgt
álit, har HPS mundi eiga
millum 90 og 95% av orð
unum. Sum umbering og
sum eina roynd at flyta
fokus, hevur HPS lagt eina
ætlan um at fáa fólk við
lægstu fyritíðarpensión út á
arbeiðsmarknaðin. Til tess at
røkka hesum endamáli skal
Arbeiðsmarknaðardeildin á
Almannastovuni styrkjast.
Tá ein fer í holt við at spinna
ein enda um eitthvørt, tá
kunnu nógv og vøkur orð
fella. Soleiðis var eisini við
álitinum hjá meirilutanum
í
trivnaðarnevndini
í
nevnda áliti. Og um ikki
Útvarp Føroya las álitið hjá
meirilutanum á tamb. Ikki
bara einaferð, men fleiri
ferðir.
Minnilutin, tvs Tjóðveld
is- og Miðflokkurin skriv
aðu eitt minst líka langt
álit, sum meirilutin gjørdi.
Í tí álitinum varð skrivað,
at man sjálvsagt tók und
ir við, at førleikaskerd
skulu sleppa út á føroyska
arbeiðsmarknaðin. Hin veg
in skrivaði minnilutin, at
hann illa dugdi at síggja
sambandið ímillum at fáa
førleikaskerd út á arbeiðs
marknaðin og so tað at
sýta okkara allar lægst
løntu eina hægri veiting.
Og minnilutin skrivaði eis
ini um, at fólk, sum høvdu
verið inni í nevndini í sam
band við viðgerðina, høvdu
mælt til, at gjørt verður
sum í Danmark 2005. Har
valdi man at hækka veit
ingina til teirra, sum fáa
lægstu
fyritíðarpensión
við umleið 30.000 krónum
árliga. Hetta uttan at pilka
við avlamisstigan. Minni
lutin vísti eisini á, at tað
eru gott fimmhundrað før
oyingar sum fáa lægstu
avlamispensión. Talið fer at
hækka, tí Almannastovan
hevur biðið um fleiri pengar
til at avgreiða umsóknir,
sum tey ikki hava megnað
at avgreitt higartil.
Hesi gott fimmhundrað
fólkini eru sjálvsagt ymist
fyri. Nøkur eru væl gift við
hjúnarfelaga, sum hevur
góða inntøku, onnur eru
bæði gift og hava hampuliga
inntøku umframt, onnur
eru ógift men forvinna so
mikið, at tey klára seg. Men
ein stórur partur av hesum
fimmhundrað
fólkunum
hava púrt einki annað enn
lægstu fyritíðarpensión at
liva av. Og tá lægsta ikki
er meira enn nakað oman
fyri fimmtúsund krónur um
mánaðin, so er ikki torført
at ímynda sær, hvørjari
støðu tey eru í.
Sleppa ikki út á
arbeiðsmarknaðin
Tá Hans Pauli Strøm tosar
um at fáa tey, sum fáa
lægstu fyritíðarpensión út
aftur á arbeiðsmarknaðin,
so tosar hann ikki um teir
fyritíðarpensionistar, sum
eru ringast fyri. Um hann er
greiður yvir tað ella ei, ja,
tað kann ein ikki siga nakað
um við vissu. Vónandi veit
landsstýrismaðurin
ikki
hvat hann tosar um í hes
um føri. Tí ger hann tað,
telist hann millum kaldastu
kynikararnar í hesum land
inum.
Teir fyritíðarpensionistar,
sum bara hava pensiónina
at liva av, eru fólk sum
antin eru niðurslitin (m.a.
sjómenn í 50’unum og
60’unum), sum eru illa fyri
sálarliga, sum hava eitt hvørt
psyko-somatiskt at dragsast
við, ella eru tey oyðiløgd av
onkrari misnýtslu. Felags
fyri hesi fólkini er, at antin
kunnu tey ikki fara út á
arbeiðsmarknaðin, ella eru
tey so óstøðugt arbeiðsmegi,
at eingin vil hava tey. Tí
er tað umsonst av bæði
landsstýrismanninum og
meirilutanum í trivnaðar
nevndini at sýta teimum, sum
fáa lægstu fyritíðarpensión
eina hægri veiting við til
vísing til, at arbeitt verður
við at fáa hesi fólkini út á
arbeiðsmarknaðin.
Vit í minnilutanum taka
sum sagt fult undir við,
at so nógv førleikaskerd,
sum til ber sleppa úr á
arbeiðsmarknaðin.
Men
skulu vit gera eina leysliga,
men uttan iva eftirfarandi
meting, so sleppa hægst
fimmti fólk við skerdum
arbeiðsførleika út á arbeiðs
marknaðin komandi tvey,
trý árini. Og tá er talið høgt
mett. Millum hesi fimmti
eru millum fá og eingi av
teimum, sum hava størsta
tørvin á einari hækkaðar
veiting. Tí eru bæði orð
og ætlanir hjá samgonguni
í hesum málið beinleiðis
uttanumtos.
Er Útvarpið tendensiøst
Ein situr og hugsar um,
hvussu tað kann bera til,
at ein almennur og óheftur
fjølmiðil kann hava so ten
densiøsan atburð. At tey
lesa álitið hjá samgonguni
á tamb, meðan álitið hjá
minnilutanum bert verður
lýst í einum setningi. Og
tann setningurin var, at
minnilutin tók undir við
uttanum tosinum hjá meiri
lutanum. Ikki eitt orð um
alt tað, sum minnilutin vísti
á. Nevniliga, at málið snúði
seg um at hjálpa okkara
allar lægst løntu, og at
tey átøk og ætlanir, sum
meirilutin vísti á, ikki fóru
at gagna okkara allar lægst
løntu.
Nú kennir ein ikki or
søkina til hesa ótrúligu
viðgerð. Kanska hevur
tíðindaskrivarin ikki havt
stundir at lesa meira enn
meirilutaálitið. Kanska hev
ur tíðindaskrivarin hildið
álitið hjá meirilutanum
verið so spennandi, at tað
ikki var neyðugt at gera
nakað burtur úr tí hjá minni
lutanum. Kanska hevur
tíðindaskrivarin fatað álitið
hjá
minnilutanum
sum
grenj. Men kanska hevur tíð
indaskrivarin medvitað vilja
sett meirilutan og harvið
samgonguna í gott ljós. Vit
kundu hildið á við at gitt,
men tíðindaskrivarin hevur
í hvussu væl vitað, at eingin
lurtari fór at vera førur fyri
at gjøgnumskoða ella at
vera atfinningarsamur. Ein
falt tí eingin hevur nóg gott
innlit til tess.
Líka mikið um orsøk
in er gáloysni, dovin
skapur, tíðartrot ella ten
densiøsitetur, so er her tal
an um bæði villeiðandi og
beinleiðis óregluligan jour
nalistikk. Kann tað vera so
galið, at ávís tíðindafólk í
Útvarpinum velja at stuðla
samgonguni heldur enn
okkara lægstløntu?
Er Útvarpið tendensiøst
tingmaður
Finnur
Helmsdal
Ivaleyst mest umtalaða mál
í okkara fjølmiðlum í ár man
vera tað um tilverurættindi
teirra samkyndu her á
landi, og nú komið er fram
til tað, at avgerð skal takast
á tingi, loyvi eg mær hetta
lítla íkast til orðaskiftið.
Eftir mínari sannføring
byggir náðileysa mótstøðan
móti at loyva hesum minni
luta av okkara landsmonnum
og –kvinnum eina lítla
lógarorðing teimum til
viðurkenningar og rættar
verju á skammiligan dupult
moral.
Væl er tað so, at umstøður,
har bara fólk av sama kyni
eru saman, t.d. á kost
skúlum ella eitt nú innan
hertænastu, kunnu elva til
bráfeingis samkynd; men
vísindaliga er tað váttað,
at umleið 5 % av allari
mannaættini eru fødd við
hesari tilelving. Hetta er
eitt frávik frá norminum,
men ikki nøkur sjúka, sum
tú skalt royna at lekja t.d.
við bønarhaldi.
At ástarlívið er meira
enn nøring - eitt heiti sum
okkara tingmenn í sínari tíð
so býttisliga og tvísiðakent
settu á lærugreinina seksu
alundirvísing -, tað vita
øll tilkomin og somuleið
is, at tokki og kynsligt
samband millum menn
iskju heldur sær væl út
um barnsburðaraldur. Tí
er tað burturvið, at frómir
framherjar við gudiligari
grundgeving og við Gamla
Testamenti á lofti soleiðis
leggja alla orku í fáa
fyribyrgt, at hesum okkara
medmenniskjum skal unnast
viðurkenning til eina tilveru
saman sambært teirri tráan
og trongd til eymleika, sum
eisini teimum eru íborin frá
móðurlívi.
Ólavur
Hátún
Ókristiligur kristindómur
viðmerkingar
Áhugaverdar greinar um
Christian Ludvík Johnnesen
Í Sosialinum hósdagin og fríggjadagin prenta vit eina
greinarøð um Christian Ludvig Johannesen, sum Hansus
Kamban hevur skrivað.
Christian Ludvig Johannesen var kendur lærari, bæði í
Føroyum og í Danmark røkti hann lærarastarv. Hann var
eisini ein teirra, ið kallaði inn til jólafundin í tinghúsinum
í 1888, sum gjørdist ein varði fyri tjóðskaparrørsluna.
Hann skrivaði eisini saman við Joen Poulsen »ABC og
lesingarbók« í 1891.
Av misgávum varð partur av greini prentað í blaðnum
í gjár, men hósdagin og fríggjadagin ber til at lesa
greinarnar í fullari longd.
Fyrilestur eftir
Hanus Kamban
FYRRI PARTUR
Rundkirkjan í Horne
Horne kirkja, í bygdini Horne á
hálvoynni Horne Land, ikki langt
frá Fåborg sunnalaga á Fyn, er
sjáldsom, við tað at hon í sínum
upprunaskapi er ein av Danmarkar
sjey gomlu rundkirkjum, og tann
einasta á Fjóni við hesum sniði.
Tann upprunaliga rundkirkjan,
sum í dag er miðjan á Horne
kirkju, varð bygd í 12. øld, í
romanskum stíli, og teir óvanliga
sterku og bulvirkisligu múrarnir
bera boð um, at hon varð bygd
í eini tíð, tá kirkjan eisini kundi
vera skjól og verndarvirki móti
álopum frá eitt nú vendiskum
sjórænarum sunnanífrá.
Fert tú inn í kirkjuna, sært tú uppi
á loftinum eina stórmansbalkong,
ein svala, sum hevur verið tilhald
hjá greivanum á staðnum, Bille-
Brahe, og húski hansara. Har
uppi á loftinum, haðani hann sá
niður á prestin og prædikastólin,
hevði greivin enntá sín egna,
privata náttpott, sum í dag er til
skjals sum ein, gaman í heldur
eyðmjúkur, kirkjugripur.
Ein virdur lærari
Í hesi kirkju savnaðist ein vetrar-
dag í 1935, neyvari tilskilað
tann 3. februar hetta árið, stór
mannfjøld at fylgja einum goml-
um lærara, Christian Ludvig
Johannessen, til hansara seinasta
hvíldarstað. Vit gita, at í hesum
fylgi vóru starvsbrøður, vinir og
kenningar úr Oreby á Lollandi,
har tann farni hevði undirvíst í
meira enn ein mansaldur, umframt
tey avvarðandi hjá seinnu konu
hansara, sum var úr Horne. Men
fyrst og fremst vóru har savnað
Johanne, kona Christian Ludvig
í seinnu giftu, dóttir teirra, og
børnini hjá honum í teirri fyrru
giftuni. Við jarðarferðina talaði
tann elsti sonurin, sum æt Gustav.
Ein jarðarferð er altíð í ávísan
mun tignarlig, men lítil ivi er
um, at í hesum føri hevur hon
verið meira grípandi enn vanligt.
Tí saknur var í hesum manni, og
eftirsjón í hansara fótafari.
Men hvør var hesin maður?
Um hetta eri eg biðin at siga
nøkur orð, og tað fari eg at
royna, út frá tí avmarkaða tilfari,
sum eg havi havt atgongd til.
Fyrilesturin er soleiðis skipaður,
at eg fyrst við fáum orðum fari
at greiða frá Christian Ludvigs
lívi og starvskós, síðani fari at
royna at lýsa Christian Ludvig
sum undirvísara og menniskja,
og endiliga til seinast ætli at siga
eitt sindur um hansara týdning í
einum føroyskum, mentanarligum
samanhangi.
Tíðliga faðirloysingur
Eins og Christian Ludvig varð
borin til gravar nær sjónum, var
hann eisini borin í heim nær havi-
num. Men inngangin til hansara
lívsdag finna vit tó í stórbærari
náttúru og í kargari korum, enn
Horne hálvoyggj hevði at bjóða.
Hann varð føddur inni á Toftum
tann 4. apríl 1862. Pápi hansara,
Johannes Lydersen, róði út og var
ikki múgvandi maður. Mamman,
Marin Malena Heinadóttir, var úr
húsinum á Brúnni í Norðragøtu.
Í hjúnalagnum vóru fýra børn,
elstur var Jóan Hendrik, síðani
kom Sunneva Fredrikka, síðani
Christian Ludvig, og tað yngsta
var dóttirin Katrina Súsanna. Hús-
ini, tey búðu í á Toftum, róptust í
Tøðuni ella Niðri í Tøðu.
Stutt eftir at Christian Ludvig
var fyltur átta ár, misti hann
faðir sín. Tann 30. apríl 1870 var
ein skaðadagur, sum hevði við
sær mannfall ymsastaðni í Før-
oyum. Veðrið var gott á morni,
men seinni brast hann á av land-
nyrðingi norðan við stormi og
kavaroki. Ið hvussu er fimm bátar
gingu burtur henda dagin, tveir
frá Gjógv, tveir úr Skúgvi, og
Túnubáturin av Toftum, sum æt
Duen. Millum teirra, ið sjólótust
við hesum báti, var pápi Christian
Ludvig, Johannes Lydersen.
Jóhannes í Saltnesi
Stutt eftir hetta fingu Føroyar, við
tí kanska størsta framstiginum í
okkara mentanarsøgu í 19. øld,
á fyrsta sinni eina almenna skúla-
skipan. Nøkur ár frammanundan,
frá 1845 til 1854, hevði verið
ein bráðfeingis skúlaskipan, og tá
hevði Johannes Petersen, sum var
pápi Fríðrik Petersen, verið lærari
á Nesi, á Toftum, á Glyvrum, í
Søldarfirði og í Lamba. Men nú,
í 1871, varð skúli aftur settur á
stovn, og Johannes Petersen, sum
nú var næstan 60 ár, tók við aftur
sum lærari í Nes sókn.
Christian Ludvig fer nú, níggju
ára gamal, í skúla og hevur
Jóhannes í Saltnesi til lærara. Og
sagt verður, at trý ár seinni dugdi
hann bæði Birchs bíbliusøgu og
Balslevs lærubók og umframt
tað mong hundrað ørindir úr
kvæðaútgávuni hjá Peder Syv og
Katekismus í sangi eftir Petter
Dass. Eingin ivi er um, at hesin
fátæki toftadrongurin hevur verið
bæði vitugur og næmur.
Um hetta mundið var V.U.
Hammershaimb prestur á Nesi,
frá 1862-78, og frá 1867 var hann
eisini Føroya próstur. Aðrastaðni
frá vita vit, at Hammershaimb
hevði ta serligu gávuna at eggja
nomum ungfólki til lærdóm og
at kveikja í teimum áhuga fyri
heimligum
mentanargripum.
Christian Ludvig tykist at hava
verið ein av teimum unglingum,
sum er farin at blóma, ernaður
upp av tøðuni og vardur av tí
milda fleyrinum frá Vensil prósti.
Svimjing
Christian Ludvig gekk fyrst í real-
skúla í Havn í hálvtannað ár. Í
1879 fór hann á læraraskúla og tók
føroyskt læraraprógv í 1881. Eftir
at hava starvast eitt skifti á m.a.
skrivstovuni hjá sorinskrivaranum
í Havn, fekk hann frá 1. januar
1883 arbeiði sum annarlærari í
almúguskúlanum í Havn. Í 1885
fór hann til Danmarkar, hann
gekk á Schmidts Seminarium á
Vesturbrúgv frá mars 1885 til
september 1886 og tók danskt
læraraprógv, sum er dagfest 2. juni
1886. Hann fer nú aftur at virka
sum lærari í Kommunuskúlanum
í Havn, har tað kann hava verið
honum til gagns, at hann nú eisini
hevur prógv í sangi, tónleiki og
fimleiki.
Týðiligt er, at ferð er á hesum
manni, og framfýsni, og okkurt
bendir á, bæði at hann hevur lært
dreingir at svimja, og at hann, tó
uttan úrslit, hevur roynt at fingið
smíð inn í skúlan sum lærugrein.
Eina mynd av hesum partinum av
hansara gerningi fáa vit í einum
sangi, sum varð yrktur til hansara,
tá hann fór úr Føroyum, og sum
stóð í Føringatíðindum í oktober
1892. Fyri fyrst fari eg at taka
uppaftur trý ørindir úr hesum
sangi:
Allan fimleika mann honum
dáma;
tí í Válgaravík hann mundi
bláma;
hann so ofta í brimsøltu bylgju
av skúlapiltum hevði gott fylgi.
Ja, har leikaði í stóra
Hoydalshyli,
sum hjá ryssu mann spæla
sær fylið,
teir kunna bæði svimja og kava,
ja, framundir sum kópur og æða.
Alskyns handaverk vildi hann
fremja;
men hann má seg yvir løgtingið
gremja;
nakað “sløjdsnakk” teir vildu ei
hoyra,
teir potaðu ikki burt úr oyra.
Til Danmarkar
Á heysti, tann 12. september, 1892
fer Christian Ludvig til Danmark-
ar fyri aðru ferð. Hann verður
nú lærari í bygdini Hillested,
vestan fyri Maribo á Lollandi,
og er eina tíð, frá 1. oktober
1892 til 6. september 1893,
vikarur fyri læraran har, Thomas
Frederik Jóns Johannsen, sum var
fólkatingsmaður. Síðani er hann
annarlærari í sama skúla.
Nakað aftaná flytir hann og
verður frá 20. apríl 1894 lærari
í Oreby norðan fyri Sakskøbing,
somuleiðis á Lollandi. Lærara-
bókin upplýsir, at hann eisini
var lærari hjá børnunum á harra-
garðinum Orebygaard, har hann
eisini røkti bókasavnið. Og Christ-
ian Ludvig virkar eftir hetta í
Oreby í 38 ár, líka til hann leggur
frá sær tann 4. apríl 1932, sjeyti
ára gamal.
Christian Ludvig var tvær ferð-
ir giftur. Fyrra kona hansara,
Cornelia, var dóttir læraran í
Hillested, áðurnevnda Thomas
Frederik Johannsen. Tey fingu
fimm børn, sum itu: Gustav,
Gudrun, Asta, Ragnhild og Turid.
Cornelia doyr í desember 1910,
meðan nøkur av børnunum enn
eru smá. Tann 24. august 1913
giftist Christian Ludvig uppaftur
Christian Ludvig Johanness
Christian Ludvig Johannessen, helst saman við eini dóttur
nessen (1862-1935)
við Johanne Nørrelund, sum
var úr Horne, dóttir Karen og
Christoffer Nørrelund, sum var
múrarameistari. Við henni fekk
hann dótrina Lisu, sum var fødd
í 1914, og sonin Peter, føddur í
1920.
Mong álitisstørv
Christian Ludvig fekk nógv av
skafti uttan fyri sjálvt lærara
yrkið, og arbeiðssamur, virdur
og dámdur sum hann var, fekk
hann eisini mong álitisstørv latin
upp í hendur. Hann virkaði í
kirkjuráð og hjálparkassa, gjørdi
saman við Prior presti (og seinni
prósti) eitt stórt arbeiði fyri
Sakskøbings
sunnudagsskúla,
virkaði í KFUM, og hann var
eisini álitismaður og umboð í tí
danska lærarafelagnum. Honum
dámdi væl súkkluna, og av og á,
kanska einamest á sumri, saðlaði
hann hjólhestin og ferðaðist runt
í Danmark og helt fyrilestrar um
Føroyar og um føroyska mentan.
Hetta eru í stuttum tey data,
ein kann hefta at lívinum hjá
Christian Ludvig Johannessen.
Eg ætli mær nú at royna at siga
eitt sindur um Christian Ludvig
sum undirvísara og menniskja.
Her kunnu vit allarfyrst staðfesta,
at hann er eitt framúr gott dømi
um teir møguleikar, sum við teirri
almennu skúlaskipanini buðust
eisini næmingum, sum komu úr
fátækum korum, og at hann somu
leiðis er eitt ikki minni gott dømi
um ein, sum megnaði at brúka
hesar møguleikar. Hann hevði
heilhugaður kunnað tikið undir
við R.C. Effersøe, tá ið hann
yrkir:
maður skal smíða sær lagnuna
góða
við teimum evnum, sum skaparin
gav
Smíð sum lærugrein
Tað skínur somuleiðis av øllum
upplýsingum, at Christian Lud
vig er vitugur, nærlagdur og
at hann alla tíðina tráar víðari.
Hann gongur í realskúla og tekur
síðani fyrst føroyskt og so danskt
læraraprógv. Á Læraraskúlanum
fær hann heili fimm ug, í donskum,
søgu, skriving, natúrsøgu og
enskum. Miðalpróvtalið er sera
høgt, “framúr dugnaligur”. Á
læraraskeiðinum hjá Schmidt á
Vesturbrúgv fær hann átta mg
og fimm mg+, hesi seinnu próv
tølini í danskari mállæru og bók
mentasøgu, søgu, landalæru,
natúrlæru og sangi. Har er miðal
talið mg.
Sum vit síggja, er Christian
Ludvig ein, sum alla tíðina
leggur seg eftir at vaksa um sín
førleika, á skeiðinum í Keyp
mannahavn við at taka prógv
í nýggjum lærugreinum sum
starvslæru (praktikk), námsfrøði
(pedagogikk), natúrlæru, tekning,
sangi, tónleiki og fimleiki. Eg
havi longu nevnt, at hesin ungi
lærarin tykist at hava lært dreingir
í Havn at svimja, og at hann
royndi at fáa smíð inn í skúlan í
Havn sum lærugrein.
Barnsins tokki
Sum menniskja er Christian Lud
vig vinsælur, mildur og skemt
ingarsamur, og hann kann eisini
enntá hava verið sjarmerandi.
Hetta gjørdi, at hann, hvar hann
kom, var avhildin og virdur av
foreldrum og elskaður av sínum
næmingum. Til skjals eru tvey
brøv úr Havn, sum bera prógv
um hetta. Í øðrum av hesum
brøvum, sum er dagfest tann 11.
september 1892, dagin fyri ta
endaligu fráferðina til Danmarkar,
siga foreldur og næmingar frá síni
“stóru sorg” um, at skúlin missir
sín besta lærara. Hitt brævið,
við næminganna nøvnum undir,
er ein heilsan send á vári 1895
saman við eini gávu, í sambandi
við at Christian Ludvig giftist.
Orsøkina til henda tokka finna
vit tó ikki bara í hansara vinsælu
medferð, men kanska ikki minni í
hansara serliga undirvísingarhátti.
Sagt verður um Christian Ludvig,
at hann hevði ein persónligan máta
at undirvísa uppá. Hetta kann
merkja, at hann sum undirvísari
hevur verið livandi, kanska eisini
stuttligur.
Men vit eiga eisini at hugsa
um, at mangir lærarar í hansara
tíð vóru autoriterir, hildu uppá
makt og myndugleika, og at
mangir eisini brúktu harðskap.
Christian Ludvig sigur sjálvur,
at hann vildi fáa hesa gjónna
millum pultin og næmingin burt
ur. Og hann tykist at hava dugað
at havt skil í skúlatímunum við
natúrligum
myndugleika
og
við góðsku til næmingin. Sagt
verður um hann, at hann gjørdi
orðatakið hjá Fríðriki Sjeynda,
eitt sindur broytt, til sítt egna
tiltak: Barnsins kærleiki – mín
styrki. At hetta eydnaðist honum
skilst av hesum ørindi í tí sangi,
eg fyrr havi nevnt:
Við børn er hann frálíka góður
og ongantíð óndur ella óður;
hann kann teirra ólótir temja
fyriuttan teirra kroppskinn
at lemja.
Tann innari sálargróðurin
Skulu vit nú royna at savna brotini
í myndini, so tykist Christian
Ludvig at hava verið dømi um
ein lærara, sum var modernaður
og langt undan síni tíð. Hetta
saman við hansara liðiliga lyndi
kann hava verið við til at geva
honum styrki í tí mótgangi, hann,
sum tey flestu okkara, ikki slapp
undan í sínum lívi. Sum longu
nevnt misti Christian Ludvig
konuna í 1910, og hann misti
eisini ein ungan son.
Men so svárt hetta má hava
verið, hevði hann gávuna og
tann innara sálargróðurin, sum
gjørdi hann føran fyri at lata
kærleikan spretta eina ferð aftrat.
Hann var so heppin, at ein ung
kvinna, Johanne Nørrelund, sum
áður nevnt ættað úr Horne, kom í
húsið hjá honum at tæna og vera
hansara barnaflokki í móður stað.
Kærleiki birtist millum tann tá
næstan fimti ára gamla læraran
og gentuna, sum var 18 ár yngri
enn hann. Tey giftust, sum longu
nevnt, í august 1913.
Vísdómur
Eitt tað minniligasta hugtakið í
grikskari mentan og heimspeki
er hybris, sum vit vanliga umseta
til “hugmóð”, á latíni “superbia”.
Í hesum hugtaki liggur goymdur
óttin fyri at líta ov nógv á eins
egnu megi, at loypa framav, í upp
blástum errinskapi at undirmeta
mótstøðu ella mótgang. Um Christ
ian Ludvig kendi hetta orðið, veit
eg ikki, men eingin ivi er um,
at hann kendi sjálvt hugtakið,
sum er ein meginlind í hansara
kristnu lívssjón, og sostatt kunnu
vit siga, at hann kanska var ein
vísur maður. Vit síggja hetta m.a.
í hesum broti úr einum brævi,
sum er dagfest tann 9. desember
1895, og sum hann skrivaði til sín
næming J.H.O. Djurhuus:
Vorherre har givet dig fortrinlige
Evner, men af den, der har faaet
meget, skal der ogsaa fordres
meget, lad dette være Dig en
Spore til stadig Fremgang. Det
er herligt at kunne være mellem
de første, ypperste, men det inde
holde en Fare, Faren for at blive
hovmodig, at ville sætte sig paa
den høje Hest og se ned paa
dem, som mindre formaae. Kære
Jens! Vogt Dig for den Fristelse,
bed Vorherre bevare hos Dig et
ydmygt Sind! Naar alt kommer til
alt have vi intet at hovmode os af;
thi vi have intet af os selv.
(framhald)
Oreby skúli
Marin Malena
Heinadóttir, mamma
Christian Ludvig, ættað
av Brúnni í Norðragøtu
Horne kirkja
Fyrilestur eftir
Hanus Kamban
SEINNI PARTUR
Føroyskt sum lærugrein
Og so komi eg til ta seinastu
flónna
í
hesum
fyrilestri,
Christian Ludvigs leiklut í før
oyskum mentanarligum endur
reisingarverki. Christian Ludvig
var ein av teimum níggju, sum
í desember 1888 kallaðu inn til
tann nú gitna og nógv umrødda
jólafundin, sum, plaga vit at siga,
var inngangur til eina heimliga
føroyska tjóðskaparrørslu. Úr
hesum fundi spruttu í fyrstu syftu
Føringatíðindi, tað fyrsta blaðið,
sum var skrivað á føroyskum,
Háskúlin, tann fyrsti skúlin, har
føroyskt var føst lærugrein, og
har kenslumálið var føroyskt, og
annars, í víðari merking, tann
tjóðskaparliga grund, sum vit
framvegis byggja á.
Tað er tó týðiligt, at Christian
Ludvig er ikki tað vit í dag rópa
hugmyndafrøðingur, málamikil
talsmaður, nei, hann er ein sum
virkar á ítøkiligan, praktiskan
hátt. Tá ið Jógvan Poulsen í
1891 fyrireikar ta fyrstu føroysku
stavingarbókina, fær hann Christ
ian Ludvig at hjálpa sær at
evna til lesistykkini í hesi lítlu,
slóðbrótandi bók, sum hevur heitið
Förisk ABC og Lesingabók.
Í almúguskúlanum í Havn tek
ur Christian Ludvig sær fyri at
geva næmingum undirvísing í
føroyskum frammíhjá, uttan fyri
ta vanligu skúlatíðina. Hann er
sostatt millum teir fyrstu lær
ararnar í Føroyum, sum hava
undirvíst í føroyskum í okkara
skúla. Millum teirra, sum lærdu
føroyskt hjá honum, kunnu verða
nevnd Maria Mikkelsen og J.H.O.
Djurhuus. Bæði settu sær sjónsk
spor í okkara bókmentum.
Sjónleikur
Tá ið kallað varð inn til jólafundin,
var Christian Ludvig 26 ár og
sostatt í bestu árum. Og øll líkindir
eru til, at hesin lívsglaði og vinsæli
unglingin hevur virkað við lív og
sál í tí gróðri, sum nú tók seg upp.
Sjónleikurin, sum var byrjaður
aftur í Havn í 1846, og sum
ivaleyst fekk fastari undir føti, tá
ið Thorshavns Skuespillerselskab
varð stovnað í 1855, sneiddi sein
ast í áttatiárunum um eina nøv, við
tað at fólk nú fyri fyrstu ferð fóru
at spæla sjónleik á føroyskum.
Tann kanska fyrsti føroyski sjón
leikurin hevði heitið Veðurføst og
var eftir Sannu Helenu Paturs
son úr Kirkjubø. Christian Lud
vig hevði ein leiklut í hesi fram
førslu, og sæst vinstrumegin á
einum sjáldsomum fotografii av
framførsluni. Hann spældi eisini
í einum øðrum leiki, Kelduferðini
eftir Ludvig Holberg, og hevði
har leiklutin sum Ørvur. Eisini av
hesi framførslu er ein fotomynd,
har vit síggja hansara eyðkenda,
eitt sindur skarpleitta andlit. Um
hetta verður soleiðis sagt í sang
inum í Føringatíðindum:
Allar kunstir hann roynir at
uppala;
hann kann fáast komediu at
spæla;
hann er bæði sjógvur og nykur
og sum “Ørvur” er hann býttur
og kvikur.
Stríð um skriftmálið
Heldur ikki í tí mest umrødda
stríðsmálinum, sum var frammi í
hesum árum, lá Christian Ludvigs
partur eftir. Sum ivaleyst mongum
kunnugt legði Jakob Jakobsen, ið
seinni gjørdist doktari, í 1889
fram eitt uppskot til eina heilt
nýggja føroyska stavseting, sum
bygdi á fonetiskar reglur. Hetta
uppskot, sum kendist fremmant
og sum, noyðast vit at siga í dag,
ikki var serliga heppið, hevði við
sær stórt og drúgt klandur.
Hóast teir ikki tóku undir við
hesum fonetiska skriftmáli, hildu
mangir limir í Føringafelag, og
millum teirra eisini Christian
Ludvig, kortini, at tann gamla
stavsetingin eftir V.U. Hammers
haimb kundi og átti at verið gjørd
eitt sindur lættari.
Í ta nevnd, sum varð sett til at
evna til eitt nýtt, umbøtt frábrigdi
av Hammershaimbs stavseting,
var Christian Ludvig valdur.
Umframt hann sótu í nevndini V.U.
Hammershaimb, Jakob Jakobsen,
Jørgen Hammershaimb, Johan
Christian Olsen, Chr. Bærentsen
og Fríðrikur Petersen. Christian
Ludvig var, saman við Johan
Olsen, helst valdur í nevndina av
teirri grund, at hann hevði royndir
sum lærari og sum ein, ið hevði
undirvíst í føroyskum.
Kanska besta uppskotið
Uppskotið hjá hesi nevnd fekk
navnið Broyting, tað varð lagt
fram á heysti 1895 og er kanska
besta uppskot til eitt føroyskt
skriftmál, sum higartil hevur sæð
dagsins ljós. Men hóast Jakob
Jakobsen skrivaði síni kendastu
verk við hesi stavseting, vann
hon ikki frama. Eg kann nevna
nakrar av fyrimununum við hesi
stavseting:
i og y verða bæði til eitt tekn:
fyrra i
í og ý verða til eitt tekn: fyrra í
hj verður skrivað sum kj, tá ið
úttalan er kj; kjá
hv og kv verða til: kv; kvalur
rn verður til dn, fá ið úttalan er
dn; badn
ll verður til dl, tá ið úttalan er
dl: fjadl
Eyðkent fyri hetta uppskot er,
at tað varðveitir tað vakra og
bæriliga í Hammershaimbs stav
seting, at tað er so mikið nær
fornmálinum, at ein føringur við
hesi kjølfestu framvegis hevur
møguleika at lesa fornsøgurnar
á upprunamálinum, men at tað
samstundis er modernað og spegl
ar aftur ta ljóðligu myndina í
nútíðarføroyskum. Skuldi hetta
uppskot verið brúkt í dag, átti tað
helst at verið broytt nakað, eitt nú
so at ðini í øðrum lýsingarhátti (í
sagnorðum) og bundnum sniði (í
hvørkikynsorðum) stutt og greitt
vórðu tikin burtur. Her er ein
spurningur, sum tann nýggja mál
stevnunevndin kundi tikið upp,
um hon hevur dirvi til tað. Eg
vísi til grein eftir Eivind Weyhe
(Sosialurin nr. 74, 18. apríl 1996).
Suðurjútland
Komin til Danmarkar fekk Christ
ian Ludvig helst so mikið fullan
føvning av uppgávum bæði av
skúlaligum og øðrum slag, at
hansara arbeiði fyri føroyskari
mentan tá var at kalla av. Kortini
helt hann fram at hava eitt ávíst
samband við føringar, sum vóru
búsettir niðri, teirra millum
Mariu Mikkelsen, Gudmund
Bruun, Hans David Joensen og
eisini Axel Bergh, ið var sonur
tann gamla skúlastjóran á real og
læraraskúlanum, Louis Bergh.
Einastaðni verður sagt um
Christian Ludvig, at hann hevði
ein serliga livandi áhuga fyri
Suðurjútlandi. Hetta kom ivaleyst
av, at fyrri verpápi hansara, Thom
as Frederik Johannsen (1832
1910), var úr Gundeby á hálv
oynni Angel í Norðurslesvík,
millum Flensborg fjørð og ánna
Schlei, á donskum Slien. Sum
longu nevnt sat hesin maður á
fólkatingi, tvey tíðarskeið, og var
umboð fyri Høgra.
Bróðir verpápa hansara var
tann kendi suðurjútski blaðstjórin
og politikarin Gustav Johannsen
(18401901), sum tvey tíðarskeið
umboðaði Suðurjútland í tí týska
ríkisdegnum. Gustav Johannsen,
sum var tiltikin talari og við síni
heitu og bráðu medferð skuldi
hava serligar gávur til nema við
hjørtuni á fólki, stríddist fyri
danskari mentan og donskum tjóð
skapi í Suðurjútlandi.
Eftir eru nakrir ósvaraðir spurn
ingar, sum kunnu vera viðkomandi,
ella kanska nettupp ikki eru tað.
Hvørja hugsan mundi Christian
Ludvig hava um tann skilnað,
sum kom í Føroyum, serliga eftir
at vit frá 1906 fingu politiskar
flokkar? Og hvørja hugsan mundi
hann hava um danskan politikk?
Tá ið Christian Ludvig kom
til Danmarkar, hevði Estrup enn
valdið, hann upplivdi at síggja
Høgra missa teymarnar, hann
upplivdi somuleiðis, at Danmark
í 1901 við sýstemskiftinum fekk
Christian Ludvig Johanness
Christian Ludvig Johannessen. Høgrumegin tann seinna konan Johanne Nørrelund
nessen (1862-1935)
parlamentarismu og gjørdist eitt
fullborið fólkaræði, og at nýggir
flokkar, fyrst og fremst Teir
Radikalu og Javnaðarflokkurin,
fóru undir at umskapa Danmark
til eitt modernað ríki, við sosial
lóggávu, vaksandi javnstøðu og
somu atgongd fyri rík sum fátæk
til vitan og útbúgving.
Eitt modernað menniskja
Vit fáa fyribils ikki svar upp á
hesar spurningar, hóma bara nakrar
ábendingar. Um seg sjálvan sigur
Christian Ludvig í einum brævi
til ta seinnu konuna: “Du ved, jeg
er en frisindet Mand”. Og í brævi,
sum var lisið upp, tá ið hann fór
til gravar, skrivar prósturin Prior
í Sakskøbing: “Han var ingen
Partimand, hverken politisk eller
kirkelig”. Niðurstøðan tykist
vera, at um Christian Ludvig
kanska helst ikki vildi sessast í
nøkrum bási, so var hann helst,
í síni medferð, í síni lívssjón, í
síni leitan eftir kunnleika og, ikki
minst, í sínum máta at umgangast
børn og næmingar, eitt út í æsir
modernað menniskja.
Bílætið við fótalagið
Christian Ludvig Johannessen
legði frá sær tann dagin hann
fylti sjeyti, tann 4. apríl 1932.
Hann flutti nú til Horne á Fyn,
haðani tann seinna konan var
ættað. Eftir at hann í 1892 var
farin úr Føroyum, vitjaði hann
ongantíð heim aftur. Hetta tykist
serliga at hava volt systur hansara
Fredrikku í Havn sorg. Fredrikka,
sum nú var einkja, longdist so
sárliga eftir at síggja beiggjan
aftur.
Nógv bendir á, at nú tann gamli
lærarin í Oreby var givin, vóru
eisini kreftirnar uppi. Serliga
tykjast beinini at hava svikið,
Christian Ludvig gjørdist lamin,
og nakað eftir at hann var komin
til Horne, legðist hann í songina.
Nakað eftir at hann var farin úr
Føroyum, hevði hann frá sínum
næmingum í Havn fingið sendandi
eina gávu, eitt bílæti tikið av
børnunum, í Quillinsgarði, har
skúli tá eina tíð varð hildin. Nú
hann legðist á songina, kom henda
myndin at hanga við fótalagið hjá
honum. Um hetta skrivar Maria
Mikkelsen:
Hann goymdi allar dagar minni
um tey og ynskti teimum væl at
fara, - og so leingi tað hevur rivað
fyri eygunum á honum, hevur
hann vitjað aftur í Quillinsgarð.
Ættin
Til seinast nøkur fá, og leyslig,
orð um ættina hjá Christian
Ludvigi í Føroyum. Jóan Hendrik
giftist við Jóhonnu Malenu, og
tey settu búgv Niðri í Tøðu á
Toftum. Tey fingu fýra synir,
Michael, Lýðir, Jóhan Hendrik
og Jóhannes. Døturnar vóru fýra:
Elsebeth (Ebba), Sunnuva, Sigrid
og Malena.
Sunneva Fredrikka giftist til
Havnar, við Guttajensi. Tey
búðu á Húsabrúgv, og húsini
stóðu við síðuna av húsunum hjá
Bakar Hansen. Av teirra mongu
børnum kann ein nevna Johannes,
Christian (Kisan) og Hjalmar.
Hesi Guttesenfólkini bera m.a
orð fyri at vera songnom og at
hava tónlistarligar gávur, og sum
dømi kann verða nevnt, at tríggj
ar kendar, ungar føroyskar sang
kvinnur, Lena Andersen, Sigrið
Rasmussen og Maria Guttesen
eru av hesum fólkinum.
Um Katrinu, ta yngru systrina
hjá Christian Ludvig, fáa vit eitt
sindur at vita í bók, sum er
komin út fyrr í ár og hevur
heitið Uppsitarahjúnini Birita og
Kjalnes Petur.
Katrina fór á ungum aldri at vera
í húsinum hjá Biritu og Kjalnes
Peturi í Kollafirði. Tá ið tey fluttu
til Havnar í 1887, fór Katrina
við teimum. Í 1905 giftist Maria,
dóttir Kjalnes Petur, við Hans
Jacob Lindberg í Syðratoftum í
Trongisvági. Katrina fór nú suður
til teirra, og sum hon hevði verið
dadda hjá børnunum hjá Kjalnes
Peturi, helt hon fram sum dadda
hjá børnunum hjá Mariu og Hans
Jacob Lindberg. Um hetta verður
soleiðis greitt frá:
Katrinu dámdi sera væl at lesa.
Hon tók sær serliga av Poul
Johannesi (Lindberg), sum hon
forgudaði. Hon lærdi hann bæði at
lesa føroyskt og danskt og skriva
og rokna, so at hann var sera
langt frammanfyri javnaldrarnar,
tá hann endaliga slapp í skúla
sum 7 ára gamal.
Katrina, av børnunum rópt Dadd-
an, doyði í 1916 og liggur jarðað í
kirkjugarðinum í Øravíkarlíð.
Jørðeplið
Eg fari at enda henda fyrilestur við
at lesa upp eitt av lesistykkjunum
í abcbókini hjá Jógvani Poulsen
og Christiani Ludvig Johannes
sen. Brotið er nr. 23 og ljóðar
soleiðis:
Í fjör fekk hasin drongurin eitt
jörðepli frá pápa sínum, tað var
so ógviliga stórt; hann goymdi
tað til várs; tá ið tey veltu, skar
hann tað sundur í tólv bitar og
setti teir niður. Nú hevur hann
fingið ein heilan kannubara upp
aftur av tí. Hevði tú fingið tað, so
hevði tú ivaleyst steikt tað strax;
men tað vildi hann ikki gera, tí
fekk hann nú so nógv eplir aftur
fyri hitt eina eplið.
Henda lítla søgan er í grundini eitt
frábrigdi av líknilsinum í Nýggja
Testamenti um talentirnar. Og um
merkismannin Christian Ludvig
Johannessen kunnu vit siga, vís
andi til hesa søgu (sum hann
kanska sjálvur hevur skrivað), at
hann stokti ikki sítt epli, men
skar tað sundur, setti bitarnar
niður og fekk afturfyri upp í
fullan kannubara av eini grøði,
sum ikki bara mettaði øll sum
kendu hann, men sum fyrst og
fremst veitti teimum hundraðtals
næmingum, sum fóru gjøgnum
hansara hendur, nakað av tí lýggja
undanvindi og tí tokkafleyri, sum
hann, tann gávuríki, men fátæki
faðirloysingurin, hevði ognast av
samveruni við sín gamla lærara
Jóhannes í Saltnesi og við tann
milda
vælvildarmannin
V.U.
Hammershaimb.
Viðmerking: Hesin fyrilestur
varð skrivaður eftir áheitan
frá Fornminnisfelagnum í Nes
Kommunu og hildin á Svanga-
skarði leygardagin tann 18. nov.
í ár. Nakrar fáar upplýsingar,
eitt nú um børnini hjá Chr. L.
Johannessen, havi eg ikki fingið
eftirkannað nóg gjølla. Við hesum
fyrivarni verður fyrilesturin al-
mannakunngjørdur.
H.K.
Tey leikandi í ”Veðurføst” eftir Sannu Helenu Patursson. Aftast vinstrumegin frá: Chr. Ludv.
Johannessen, Jóannes Patursson, Mina Mortensen, Siggert Patursson, Gulak Jacobsen, Jens Olsen og
Jens Evensen. Fremst f.v.: Sanna Helena Patursson, Søren Müller, Petra Olsen, Sigrid Niclasen og
Amalie Joensen.
Christian Ludvig Johannessen