Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 240 - 12. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 13. desember. Lucia, deyð umleið ár 300. Ung genta úr Syracus í Sikiloy. Hon var trúlovað heidnum ungum manni, men narraði hann, varð klagað fyri kristnu trúgv sína og tikin av døgum. Siðurin við luciugongum við gentum við tendraður ljósi í hárinum er komin úr Svøríki. Navnið Lucia kemur av latínska orðinum lux, sum merkir ljós. 12. desember 2006 hevði Jógvan Fagraklett 30 ára starvsdag á danska reið­ar­ ín­um Skagerak. Tríati ár eru liðin, síðan Jógvan fór fyrsta túrin við nótabátinum Strømegg, heimahoyrandi í Hirtshals. Fiskað hevur verið eftir sild, makreli og lodnu í Norðurhøvum og Norðsjónum. Jógvan hevur verið á sjón­ um í 42 ár og siglt við seks ymiskum bátum so sum Trio, Grím Kamban og Erik Jalli, áðrenn hann í 1976 fór umborð á Strømegg. Á Strømegg hevur Jógvan verið stýrimaður øll tríati árini. Jógvan er giftur Elly, og tey eru búsitandi í Kolla­ firði, har Jógvan eisini er upp­vaksin. Saman eiga tey tríggjar synir: Virgar, Ann­ finn og Eiler, og átta ommu- og abbabørn. Saman við elsta soninum Virgari, eigur Jógvan eisini bátin Sjódrang, sum teir fiska eftir hummara og royna á Norðhavinum við. Nýggjur Strømegg verður liðugt bygdur komandi summ­ar, og uttan iva verður Jógvan nógv ár afturat har umborð. Tummas Ennistein (Brix), ættaður av Hvítanesi, Streymoy, búsitandi í Hvid­ ovre, hevur 29. november 2006 staðið royndina sum ríkisgóðkendur grann­ skoðari. Tummas hevur tey seinastu árini arbeitt hjá Deloitte í Keypmannahavn. Deloitta er ein av heimsins størstu ráð- og grannskoðarafyritøkum við 120.000 starvsfólkum – av teimum starvast 2.000 í Danmark. Tummas bleiv útnevndur sum Manager hjá Deloitte á sumri 2005. Tummas Ennistein: Ríkisgóðkendur grannskoðari Í dag, týsdagin 12. desember, verður Hans Holm í Havn 70 ár. Hans var í mong ár lærari á Læraraskúlanum. Hans Holm er ættaður av Tvøroyri. Bæði foreldrini, Elsa fødd Øster og Jaspur Holm vóru ættað av Tvør­oyri. Umframt Hans átti tey sonin Karsten, sum hevur búð niðri í mong ár. Hans, sum er uppvaksin á Sevmýri og seinni á Tippinum, tók preliminerprógv í 1952 á Tvøroyri, og í 1955 leyk hann nýmálsligt studentsprógv frá Rungsted Statsskole. Síðani fór Hans undir lest­ur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann tók cand. mag. prógv í geo­grafi og biologi í 1965. Áðrenn hann kom aftur til Føroya, leyk Hans pedagogikum á Vestre Borg­endydskole í Keyp­mannahavn. Hans var vikarur á Før­oya Læraraskúla, Før­oya Studentaskúla og Fróð­skaparsetri Føroya, áðrenn hann 1. august 1966 varð settur í fast starv á Føroya Studentaskúla. Hans varð­ veitti sambandið við Læraraskúlan, har hann 1. august 1969 varð settur í fast starv. Hans fór úr starvinum á Læraraskúlanum í 2000. Síðani tá hevur hann okkurt skifti verið vikarur á Føroya Studentaskúla. Hans er ógvuliga áhugaður í ítrótti, og serliga hondbóltin hevur hann nýtt nógva tíð og orku uppá. Hann spældi við TB, og í lestrarárunum í Keypmannahavn var Hans aktivur í ÍF Føroyar. Tey fjøruti árini, síðani Hans flutti til Havnar, hevur hann verið ógvuliga stórur stuðul í hondbóltinum. Hans var formaður í Neistanum 1966-1976, og inntil nýliga hevur hann verið venjari. Hann hevur stuðlað og hjálpt til á so mangan hátt, eitt nú við at døma nógv í yngru og lægru deildunum. Hans var stjórnarlimur í ÍSF í fleiri ár, og hann royndi seg eisini sum lands­ liðsvenjari. Í 1978 gjørdist Hans for­maður í hondbóltsdeildini hjá ÍSF, og í 1980 varð hann fyrsti formaður í kapp­ingarnevndini hjá Hond­ bóltssambandinum. Hans røkti hesa kravmiklu uppgávuna inntil í 1999. Tey, sum hava innlit í hesi viðurskiftini, siga, at Hans í hesum sessinum uttan samsýning framdi fram­úr arbeiði og var lykla­persónurin, ið legði kappingarnar til rættis. Fyri sítt stóra ítróttarliga arbeiði fekk Hans í 1989 gullmerki frá ÍSF, og í 1999 fekk hann heiðurskross frá ÍSF fyri at hava verið venjari og kappingarstjóri í eitt mannaminni. Hans Holm giftist 6. januar í 1962 við Sólrun fødd Mohr og ættað úr Havn. Børnini hjá teimum eru Leivur (1962), Ingigerð (1965) og Gisleyg (1968). Gisleyg býr í Keypmannahavn, og Leivur og Ingigerð búgva í Havn. Hans eigur fýra abbabørn. Stóra fakliga vitanin og innlitið hjá Hansi er komið føroyingum til góða eitt nú á tann hátt, at hann í bløð­unum og ikki minst í út­varpinum á sínum eyð­ kenda suðuroyarmáli hevur megnað á leikandi lættan og greiðan hátt at sagt frá og greinað rembingar og rørslur kring allan heimin í fortíð og nútíð, sum aftur hava verið grundarlag undir kvalifiseraðum metingum um útlitini fyri framtíðar gongdini. J Hans Holm 70 ár 30 ára starvsdagur Tøkk Øllum tykkum, sum á einhvønn hátt gjørdu 60 ára føðingardagin 11. oktober 2006 ógloymandi, takki eg hjartaliga. Takk fyri gávur, kort, uppringingar og tøkk til tykkum, sum komu inn á gólvið. Harrans signing, við ynskjum um gleðilig jól og gott nýggjár. Bergfinn Joensen við familju Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg á 80 ára degnum. Tøkk fyri vitjan, uppringingar, telegrammir, blómur og gávur. Ein serlig tøkk til børnini við familju, sum gjørdu mær dagin hugnaligan og tey, sum vundu Merkið á stong. Við ynski um eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár. Einar Joensen, Oyndafjørður