Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2006 13 Olina Niclassen, ættað av Velbastað, andaðist leygardagin 9. desember, 83 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin klokkan 17.00. Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar Kirkju mikudagin klokkan 14.00. Bjarni í Sjúrðagarði, Kaldbak andaðist 10. des­ ember á Landssjúkrshúsinum, 41 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sunnudagin bórust deyðsboðini av Bjarna í Sjúrðagarði, lærara, Kaldbak, sum síðani tíðliga í ár hevur drigist við herviliga sjúku. Bjarni, sum var 41 ára gamal, var úr Havn, sonur Astrid og John í Sjúrðagarði. Hann vaks upp úti í Grønlandi í Havn, í Sløttulíð, og gekk øll barnaárini í Venjingarskúlanum. Teir vóru tveir brøður, Óli Hans, sum er 44 ára gamal, sum er kiropraktor og býr í Svøríki. Mamman Astrid, f. Nolsøe, er ættað úr Vági, og pápin, John, f. Gaard, er úr Havn. Bjarni var giftur við Kirstin Ellings­ gaard úr Sørvági, sum er dóttir Henzar og Ingu Ellingsgaard. Bjarni gekk í trý ár á N. Zahles Seminarium í Keyp­mannahavn og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1993. Hann hevur verið lærari á Dímun frá 1993-95, í Kaldbak oktober-desember í 1995, í Eysturskúlanum janaur-juli í 1996 og síðani 1996 í Tórshavnar Kommunuskúla. Hann hevur verið á ymsum stuttum skeiðum, serliga í støddfrøði og lívfrøði. Við síðuna av lærarastarvinum læs Bjarni eisini sálarfrøði, og tók hann í 2004 prógv frá Danmarks Pæda­ gogiske Universitet sum Cand.pæd. psych. Hann starvaðist eisini sum part­tíðar sálarfrøðingur hjá Ríkis­ umboðnum í Havn. Eftir Bjarna sita børnini: Teitur, Guðrið og Tinni, sum bert er eitt ára gamal. Bjarni í Sjúrðagarði farin Søgan um Norsku Løvu er áhugaverd fyri bæði føroyingar og danir. Síðan bókin »Norske Løve« hjá dansk/føroyska rithøvundanum Bjarna Åkesson Filholm, kom út, hevur hon fingið góð ummæli í donsku fjølmiðlunum Bókaummæli Bókin sigur frá um danska handilsskipið »Norske Løve«, ið fór úr Keyp­ mannahavn í 1707 og um dramatisku ferðina, sum endaði við skipbroti á Lambavík. Um tað spenn­ andi og torgreiddu bjarg­ing­ ina av manning og farmi og um sjóforhoyrið, sum var í Havn. Lektør: Hans Michelsen skrivar m.a. »Filholm belyser sit emne fra mange sider, og han skriver en spændende historie -han har fat i en stor historie«. »Nordjyske« skrivar: »Norske Løve falder i tråd med de fleste af Bjarni Åkesson Filholms bøger. Hann har nemlig en vis forkærlighed for at skrive om skibe«. Blaðið Søfarten og Dan­ mark« skrivar: ”Bogen er nok en beretning om forliset, men den er også et tidsbillede af forholdene i Danmark og på Færøerne for 300 år siden. Den viser også at der var faste, formaliserede regler indenfor søfart og ikke mindst i forbindelse med forlis«. Skipið var lastað við gulli til at keypa kryddurtir og aðrar vørur fyri í Trankebar. Men so langt kom skipið ongantíð. Rithøvundurin hevur roynt at kanna hvat er at finna av lutum frá Norske Løve í dag. Millum lutirnar frá skipinum er ein klokka í Havnar kirkju frá skipinum, men hvar sjálvt vrakið av skipinum er, er enn ein gáta. Tað er »Forlaget Nautilus« sum gevur bókina út. »Norske Løve« er 136 blaðsíður og fæst í bókabúðunum. »Norske Løve« fær góð ummæli Bjarni Åkesson Filholm hevur skrivað bókina »Norske Løve« »Norske Løve – stolt skib, krank skæbne« er ein áhugaverd bók og enn ein brikkur í føroyskari søgu og í danskari sjófarts- og hjálandasøgu Tøkk Hjartaliga takka vit fyri samkenslu, tá kæra kona mín, mamma, omma, systir, vermóður og langomma okkara Fanny Reinert Djurhuus Innan Glyvur fødd Petersen, úr Saltnesi so brádliga varð tikin frá okkum. Takk fyri allan kærleika á ymiskan hátt. Takk fyri ta hjálp, sum veitt varð okkum í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur og kransar og peningagávu til Sjóvar kirkju. Takk fyri vitjan, telefonuppringingar, heilsanir og minningarorð. Takk, Jógvan Fríðiksson, fyri lívgandi vitjanir og hjálp og tey fjálgandi orðini í kapellinum. Stóra tøkk øll tit, ið tóku tykkum av ervinum. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar. Takk Jógvan Fríðriksson og N. P. Danielsen fyri vøkur orð í kirkjuni, og øllum tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað her á jørð. Stóra tøkk til tykkum, ið gjørdu tað møguligt, at tey, ið ikki sluppu inn í kirkjuna, kundu verða undir taki í bussum og øðrum hølum, og hoyra tað, ið sagt varð í kirkjuni. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Oluf og børn við familjum