Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 240 - 12. desember 2006 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur – Eg vóni, at politikarnir síggja møguleikan í hesum uppskotinum John William Joensen, ábyrgdarfólk fyri samskifti hjá KÍ Klaksvíkingar ætla sær ein nýggjan ítróttarmiðdepil í býnum, soleiðis at teir kunnu samskipa allan ítróttin. Uppskot bleiv lagt fram fyri býráðið leygardagin ÍTRÓTTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo - Vit hava sjey lið í deildar­ fótbólti, meðan vit hava góð 30 lið í yngri deildum, so vit hava virkiliga brúk fyri einum vølli afturat. Hetta sigur John William Joensen, sum er ábyrgdarfólk fyri sam­ skifti í KÍ. Í løtuni hevur KÍ ein fót­ bóltsvøll, eina ítróttarhøll, eina svimjihøll, og so er ein nýggj badmintonhøll á veg. Hetta gevur góð kor til ítróttin í Klaksvík, men nú vil Klaksvíkar Ítrótt­ar­felag byggja eitt nýtt stadion­ øki. Hetta fyri at bøta um umstøðurnar hjá ítrótt­ inum. Í hesum sambandi var fundur leygardagin, har ítróttarfelagið legði fram uppskot fyri býráðið um bygg­ ing og samskipan av einum nýggjum ítróttarmiðdepli, sum ætlandi skal samskipa allan ítróttin á økinum. Gomul ætlan grivin fram aftur Uppskotið um at gera eitt nýtt stadion við síðuna av svimjihøllini er tó ikki nýtt í Klaksvík. Longu í 80’árunum legði Jákup Mikkelsen býráðslimur í Klaksvík uppskot fram um at byggja nýtt stadion á júst hesum stað. Býráðið fór síðani í gongd við at gera kanningar av økinum, men sum tíðin leið bleiv hetta uppskot slept. Seinastu tíðina er upp­ skotið tó grivið fram aftur. Hetta er sjálvandi ikki júst sama uppskot, men KÍ hevur gjørt avtalu við Fuglø arkitektar um at kanna møguleikarnar at gera eitt stadionøki við síðuna av svimjihøllini. Fuglø arkitektar hava eisini kanna møguleikarnar at leggja ítróttarøkið í eitt, soleiðis at ítróttarhøllin, bad­ mintonhøllin og svimji­høllin koma at liggja í einum og sama bygningi við tveimum fótbóltsvallum uttanum. Hetta hevði ikki bara komið ítróttinum til góðar, sigur John William. – Ætlanin hjá okkum er at leggja ítróttarøki í eitt, soleiðis at vit kunnu fáa ein rættan miðdepil, sum kann gerast eitt savningsstað fyri Klaksvíkina. Men eitt sovorðið øki hevði ikki bara komið ítróttinum til góðar. Hetta hevði eisini givið møguleikar at havt fyrilestrar og ymisk tiltøk, og sostatt kundu bæði vinnulív og mentunarlív fingið ágóða av hesum. Umstøðurnar mugu bøtast Vónirnar og krøvini hjá klaksvíkingum hava altíð verið høg til fótbóltsfelagið hjá býnum, og hetta ásannar John William eisini. – Sjálvsagt vera nógvir pengar brúktir uppá For­ mula-liðið hjá KÍ, tí krøv­ ini til liðið eru sera høg, bæði frá nevndini og frá áskoðarunum. Nú hava vit tó sett góðar venjarar at taka sær av øðrum liðum hjá felagnum, og hesir ráða okkum til at venja meir við yngru leikarunum. Skal hetta lata seg gera, so mugu umstøðurnar broytast. Ikki bara fótbólturin skal hava betri umstøður. KÍ-høllin er eisini í ring­ um standi, og hon er eis­ ini upptikin at kalla all­ an dagin. Hetta ger, at korini hjá flogbóltinum og hondbóltinum í bygdini ikki eru av teimum bestu, sigur John William. – Umstøðurnar skulu ikki bara broytast hjá fót­bólt­ inum. Bæði flogbólturin og hondbólturin skulu hava betri kor, tí hetta er av stórum týdningi fyri ítróttin í Klaksvík. Hann leggur eisini afturat, at umstøðurnar til ítrótt í Klaksvík mugu bøtast, so­leiðis at næststørsti býur í landinum skal hava ein møguleika ímóti Havnini. Ætla at gera ein stovn Ætlanin er at fáa ítróttarøkið at vera eitt. Tað vil siga, at ítróttarhøllin, bad­min­ton­høll­ in og svimjihøllini skulu vera í einum og sama bygningi, sum so fer at hava fleiri aðrar hentleikar eisini. Á henda hátt kann ítróttarøkið lættari gerast ein miðdepil, har fólk kunnu savnast. Meiningin er eisini at fáa komandi ítróttarmiðdepilin at virka sum ein stovn, sigur John William. – Í løtuni er ein pedellur í ítróttarhøllini, og nøkur fólk arbeiða í svimjihøllini. Harafturat fer onkur at taka sær av badmintonhøllini, tá hon verður liðug, og í hes­um sambandi er okkara ynski at fáa ítróttarøkið und­ir ein stovn, soleiðis at øll arbeiðsfólkini fáa møguleika at arbeiða saman. Hetta hevði verið gott fyri trivnaðin og hevði uttan iva bøtt um arbeiðslagið. Hetta er sjálvandi lætt­ ari sagt enn gjørt, men hetta er ein dreymur hjá ítróttarfelagnum, ásannar John William. Enn er henda ætlanin bert eitt uppskot, men gerst hetta til veruleika, so er meiningin, at ítróttarmiðdepilin í Klaksvík skal vera liðugur, áðrenn Oyggjaleikirnar koma til Føroya. So kann Klaksvík nevniliga gerast ein enn størri partur av leikunum. – Eg vóni, at politikarnir síggja møguleikan í hesum uppskotinum, tí hetta hevði verið gott fyri ítróttin, ment­ un­arlívið og vinnulívið í Klaks­vík, sigur John William Joensen at enda. Ítróttarmiðdepil í Klaksvík KÍ ætlar at gera eitt stadionøki við síðuna av svimjihøllini. Harafturat er ætlanin at leggja alt ítróttarøkið í eitt, soleiðis at klaksvíkingar fáa ein rættan miðdepil í Djúpumýru