týsdagur 12. desember 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 240 - 12. desember 2006
vinnusíðurnar
– Tað skal gerast
lættari at byrja
av nýggjum eftir
húsagang, og vinnu
lóggávan og aðrar
lóggávur, sum
hava týdning fyri
umstøðurnar hjá
íverksetarum, skulu
dagførast sambært
altjóða leisti, heldur
strategibólkurin,
sum arbeiðir við
íverksetan
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt av visjónstorgunum
mánadagin á Hotel Hafnia
snúði seg um íverksetan.
Strategibólkurin, sum
hevur arbeitt við hesum evn
inum, hevur sett sær sum
aðalmál, at íverksetarar í
2015 sleppa at savna seg
um hugskot og at vinna pen
ing, tí tá skulu ætlandi allar
forðingar verða beindar av
vegnum.
Gongst, sum bólkurin
ætlar, verða Føroyar í 2015
ein íverksetaradepil, sum
dregur at sær fólk úr øllum
heiminum.
– Íverksetarar hava stór
an týdning fyri máttin og
vøksturin í búskapinum í
einum samfelag. Tað er í
nýggjum virkjum og fyri
tøkum, at nýggj hugskot
koma undan kavi og verða
roynd. Íverksetarar bjóða
verandi virkjum av og økja
um kappingina.
Tað sigur bólkurin í saman
drátti sínum.
Egið virkið
– Eins og fólk í øðrum londum,
vilja nógvir føroyingar
stovna egið virki. Hetta
sæst á føroysku hagtølunum
um stovnað partafeløg og
smápartafeløg.
Bólkurin vísir á, at í 2005
vórðu stovnað 38 partafeløg
og 197 smápartafeløg í
Føroyum.
Fram til 16. oktober í ár
vórðu stovnað 32 partafeløg
og heili 302 smápartafeløg.
Aftrat hesum eru stovnað
onnur virki, sum eru annað
enn partafeløg og smáparta
feløg.
Bólkurin sigur, at tað
hevur stóran týdning fyri
øll virkir at hava góðar
arbeiðskarmar.
– At hava ein sunnan og
støðugan búskap, vælút
búnað arbeiðsmegi, smid
ligan arbeiðsmarknað og ein
vælvirkandi kapitalmarknað.
Alt hetta eru neyðugir tættir,
um íverksetarar skulu trívast
og mennast í samfelagnum.
At hugsa nýtt
Lagt verður aftrat, at grund
arsteinurin undir einum
samfelag við nógvum íverk
setarum er ein mentan, sum
er eyðkend við viljanum og
evnunum at hugsa nýtt, og
sum vísir vilja og dirvi.
– Grundarsteinurin undir
eini sterkari, sjálvstøðugari
mentan skal leggjast í
fólkaskúlanum, har næming
arnir skulu arbeiða skipað
við
hugskotsmenning
í øllum lærugreinum. Í
miðnámsskúlunum skulu
næmingarnir hava tilboð um
undirvísing í íverksetan.
Bólkurin heldur, at betri
atgongd til váðafúsan kapital
og nýggj fíggingarumboð
skulu geva íverksetarum
betri møguleika at fáa kapital
til síni hugskot.
Skattalætti
– Skattalætti til íverksetarar
skal elva til størri vøkstur og
fleiri íløgur. Ein íløgukonta
skal gera tað lættari hjá
íverksetarum at spara saman
til egið virkið.
Almennu byrðarnar skulu
eisini gerast lættari við
nýggjum, talgildum loysnum
og málrættaðari ráðgeving.
– Tað skal verða lættari
at byrja av nýggjum eftir
húsagang, og vinnulóggávan
og aðrar lóggávur, sum hava
týdning fyri umstøðurnar hjá
íverksetarum, skulu dagførast
sambært altjóða leisti, heldur
strategibólkurin.
Skattalætti skal
fremja størri
vøkstur og skapa
fleiri íløgur
– Betri atgongd til váðafúsan kapital og nýggj fíggingarumboð skulu geva íverksetarum betri
íverksetan
Skattlig viðurskifti
Íverksetan: Strategibólkurin fyri íverksetan mælir til, at skattaskipanin í Føroyum
verður lokkandi fyri íverksetarar. Mælt verður til, at skattligu karmarnir verða
gjørdir lagaligari, eins og skattligu karmarnir kring virðisbrævaoptiónir eisini gerast
lagaligari.
Bólkurin vísir á, at skattaskipanin hevur nógv at siga fyri áhugan at seta pening í
nýggjar fyritøkur, serliga har váðin er stórur.
Skattareglurnar eru soleiðis mangan til ampa hjá íverksetarum, ið vilja veksa
skjótt um sítt virksemi. Tí skulu íverksetarar, sum stremba eftir skjótum vøkstri, fáa
skattalætta. Íverksetarar skulu eisini fáa í boði eina serliga uppskaringskonto – at spara
upp til egið virki. (-vilmund)
Lógir og reglur
Íverksetan: Umsitingarligu reglurnar skulu verða lættar og
greiðar at virka undir – og minkast skal um føroyskar ser
reglur.
Tað heldur strategibólkurin fyri íverksetan.
Vinnulóggáva og reglur annars skulu gerast lagaligari fyri
smærri virki, soleiðis at hesi ikki drukna í fyrisitingarligum
uppgávum.
Bólkurin heldur eisini, at vinnulóggávan skal fylgja altjóða
reglum og soleiðis styrkja føroyskar fyritøkur á útflutnings
marknaðinum. (-vilmund)